týsdagur 5. juni 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2018 · Nr. 63
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Trý spennandi og
avbjóðandi størv
- Tínir eginleikar og tín persónligheit hava minst líka stóran týdning, sum
tín møguliga útbúgving, siga tey í Klaksvíkar kommunu, sum søkja eftir
fólki til Húsið
Vilmund Jacobsen
Klaksvíkar kommuna hev
ur júst lýst trý størv við
spennandi avbjóðingum og
skiftandi arbeiðstíðum leys
í Húsinum, tey rópa.
Kommunan vísir á, at
Ungdómshúsið í Klaksvík
letur upp í nýggjum hølum í
miðbýnum eftir summarfrí
tíðina, og tað er her, at hesi
trý størvini nú verða lýst
leys.
Tey, sum søkja og fáa hesi
størv, gerast partur av einum
spennandi og uppbyggjandi
arbeiði.
Men, hvat er so Húsið í
Klaksvík?
- Jú, hetta er eitt frítíð
artilboð til børn o gung í
aldrinum 10-18 ár, har upp
latingartíðirnar eru skipað
ar í tveimum aldursbólkum.
Opið er nevniliga fyri børn
um úr 3.-7. flokki um dagin og
fyri børnum úr 8. flokki upp
til 18 ára aldur um kvøldið.
Í Klaksvíkar kommunu
siga tey, at børn og ung fáa
eitt frítt og opið stað í Húsin
um, her tey eisini fáa høvi at
royna nýggjar leiðir í einum
stuttligum og stuðlandi um
hvørvi.
- Tað skal kennast væl og
mennandi hjá øllum at vera í
Húsinum, og sum starvsfólk
skalt tú vera við til at skapa
hetta virkna, inkluderandi og
fjálga umhvørvið, sum sagt
verður.
Sum starvsfólk í Húsinum
verður tú partur av virkna og
fjølbroytta gerandisdegnum
saman við teimum ungu.
- Tí hava tínir eginleikar
og tín persónligheit minst
líka stóran týdning, sum tín
møguliga útbúgving.
Í Klaksvíkar kommunu
ynskja tey, at tey, sum søkja
størvini, eru innbjóðandi,
forvitin og inkluderandi – og
at tey bæði duga at uppsøkja
og seta stuttlig ting í gongd,
eins og tey ungu skulu eggj
ast til sjálvi at brúka sítt hug
flog.
- Í nýggju hølunum verð
ur tú við til at byggja upp
virksemið í Húsinum av
nýggjum, og hetta krevur
dirvi, hugflog og opinleika,
verður lagt aftrat.
Tað er Beinta Á. Greger
sen (281810), sum veit meira
at siga um størvini, og um
sóknarfreistin er í seinasta
lagi mánadagin hin 18. juni.
STARVSMARKNAÐUR
Oyndfirðingur
er nýggjur
rakstrarleiðari
Oyndfirðingurin, Ragnar
Nielsen, er byrjaður í starvi
sum rakstrarleiðari á vega
deildini
hjá
Runavíkar
kommunu.
Rakstrarleiðarin hevur
ábyrgdina av og ræði yvir
øllum, sum fyriferst uttan
vert býráðshúsini.
Starvið liggur innan
fyri teknisku deildina hjá
kommununi, og tískil "ref
ererar"
rakstrarleiðarin
til býarverkfrøðingin og
borgarstjóran.
Ragnar Nielsen er 36
ára gamal og lærdi til
maskinsmið hjá FJM í
Runavík.
Seinni er hann eisini
vorðin útbúgvin byggi
frøðingur og kloakkmeist
ari.
Ragnar Nielsen hevur
arbeitt hjá Articon og
Renovent í Føroyum, og
uttanlands hevur hann
verið í starvi hjá Per Aars
leff A/S, og har eitt nú
var hann partur av verk
ætlanum í Danmark, Nor
egi og Póllandi.
Starvsstaðið hjá rakstr
arleiðaranum á vegadeild
ini hjá Runavíkar komm
unu er á Lambareiði, har
vegadeildin hevur hildið
til í mong ár.
Sosialurin / KvR 34 18 00
HEILSUTRYGD · POS T S MOG A 52 · K LAK S VÍK S VEG U R 7 · 710 K LAK S VÍK
HEILSUTR YG D@HEILS U T R YG D.F O · T LF : 61 40 00
Heilsutrygd søkir
eftir frítíðaravloysarum
Heilsutrygd søkir eftir frítíðar av
loys arum at arbeiða í komm unu
læknaviðtalum í Streymoynni
summarið 2018.
Talan er um frítíðaravloysarar fyri
viðtalustarvsfólk í summar. Vit
hava tørv á
•
einum frítíðaravloysara í
Vestmanna í juli og august.
•
einum frítíðaravloysara í
Miðlon í august.
Størvini
Talan er um fulla tíð, tó kann
onnur avtala gerast.
Vit ímynda okkum, at tú ert
lækna skrivari, sjúkra røktar frøð
ingur ella hevur tilsvarandi út
búgv ing. Tær dámar væl at hava
fleiri bóltar í luftini í senn og at
arbeiða sjálvstøðugt og saman
við øðrum. Tað er ein fyrimunur,
um tú hevur arbeiðsroyndir hjá
kommunulækna ella líkn andi.
Roynd ir við talgildu heilsu skip an
ini er eisini ein fyrimunur.
Um neyðugt, so fært tú upp lær
ing í arbeiðsgongdunum í við tal
uni tær fyrstu vikurnar.
Lønar- og setanartreytir
Lønar og setanartreytir verða
sambært sáttmálum á almenna
arbeiðsmarknaðinum.
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívs gongd
ar lýsing og øðrum viðkomandi
skjøl um verður at senda til:
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO710 Klaksvík
ella til tpost:
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði og skulu umsóknir verða
Heilsutrygd í hendi í seinasta
lagi mánadagin 18. juni 2018
kl. 10:00.
Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst
tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa
á Heilsutrygd, á tlf. 614010.
Sigrun
Jónsveinsdóttir fer
í Íverksetarahúsið
Íverksetarahúsið í Klaks
vík hevur sett Sigrun Jón
sveinsdóttir sum nýggjan
verkætlanarleiðara.
Hon hevur útbúgving
sum Cand. soc.MSc. Man
agement of Creative Busi
ness Processes. Eisini eru
hon útbúgvin marknaðar
førsluøkonom.
Sigrun Jónsveinsdóttir
kemur úr einum starvi
sum skrivstovuleiðari hjá
Tjóveldi á Fólkatingi, og
áðrenn tað var hon sam
skipari á Kunningarstov
uni í Runavík.
Hon hevur eisini drúgv
ar royndir innan marknað
arførslu.
Sigrun Jónsveinsdóttir
fær ábyrgd av fleiri verk
ætlanum, sum Íverkset
arahúsið hevur, eins og
fleiri nýggjum verkætl
anum, sum eru í umbúna.
Haraftrat fer hon at ráð
geva íverksetarum.
Sigrun Jónsveinsdóttir
byrjar í starvinum hin 1.
august 2018.
vilmund@sosialurin.fo
Ungdómshúsið í Klaksvík letur upp í nýggjum hølum í miðbýnum eftir
summarfrítíðina, og tað er her, at nevndu trý størv nú verða lýst leys