Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Fara stóru flokkarnir í Danmark at samstarva tvørtur um miðjuna? Í Danmark er okkurt, sum hendir á, at endi verður gjørdur á sokallaða blokk-pol­itik­k­ i­num, har valdið annaðhvørt verður latið vinstr­a­veinginum ella høgraveinginum. Tað síðsta er, at Mette Frederiksen, for­ kvinna í danska Javnaðarflokkinum hevur boð­að frá, at vinnur hon stjórnarvaldið, so ætl­ar hon at skipa eina stórn einsamøll – alt­so bara við Javnaðarflokkinum. Tað merkir, at Tey Radikalu ikki vera við í eini komandi reyðari stjórn í Danmark. Samanbera vit við í Føroyum, so kenna vit als einki til blokk-politikk. Sitandi sam­ gonga og tann undanfarna eru næstan tað ein­asta, sum ber brá av at minna um blokk­poli­t­ikk, har Javnaðarflokkurin og Tjóð­veldi – saman við Framsókn mynda stjórn og myndaðu andstøðu undir seinastu sam­gongu. Men tey, sum fylgja væl við í pol­i­tikk­i vita, at hetta væl kann broytast efti­r næsta val Men soleiðis er ikki í Danmark. Har vita tey, at eftir næsta val verður tað annaðhvørt Lars Løkke Rasmussen sum skipar enn eina borg­ar­liga stjórn, ella Metta Frederiksen, sum skipar eina vinstrastjórn. Aðrir møgu­ leik­ar eru ikki. Óttin fyri fremmandifólki í Danmark hev­ur merkt allan politikkin alla hesa øld­ina og meira afturat. Tað »snilda«, sum Mette Frederiksen hevur gjørt, er at hon hev­ur yvirhálað bæði stjórnina og Danska Fólka­flokkin í innflytaramálum við at seta fram ein politikk á økinum, sum er í øllum før­um minst líka harður – um ikki harðari. Tað kann broyta alt á næsta fólka­tings­ val­i. Javnarflokkurin er nógv størstur, og allar kanningar benda á, at hann fram­ hald­andi verður munandi størri enn bæði Vinstri og Danski Fólkaflokkurin. Við val­ið í 2001 gjørdist Vinstri størri enn Javn­að­ar­ flokk­ur fyri fyrstu ferð í eini 80 ár. Hetta varð broytt aftur á seinasta fólkatingsvali í 2011. Nógv bendir á, at Danski Fólkaflokkurin og Javn­að­ar­flokkurin nærkast. Flokkurin, sum Ny­rup segði »aldrig bliver stueren«. Tað sum viðmerkjarar síggja fyri sær er, at Javnaðarflokkurin, Vinstri og Danski Fólkaflokkurin í framtíðini fara at sam­ starva, og at smáu flokkarnir verða settir utt­an fyri ávirkan. Illgerðarmaður, Rakhmat Akilov úr Us­bek­i­stan, sum drap fimm fótgangarar í eini yv­ir­gangs­at­ sókn í Stokkholmi í fjør, hevur nú fingið sín dóm. Dómurin fall í gjárhann, fekk hann harðastu rev­sing­ina í Svøríki – at sita fyri lívið. Maðurin varð dømdur fyri yvirgang eftir at hann tók ein lastbil og koyrdi við fullari ferð eftir Drotn­ingagatan í Stokkholmi. Tað er ein gøta, har nógv fólk er og avleiðingin var at fimm fólk lógu eftiri á og 15 fingu skaða. Hann varð eisini dømd­ur fyri at hava ætlanir um yvirgang og fyri morð­roynd. Ákærin førdi fram, at álopið varð lagt til rætt­is niður í minstu smálutur, har endamálið var at beina fyri so nógvum fólkum sum gjørligt. Sjálv­ur hevur yvirgangsmaðurin sum heild játtað seg sek­an, og hann sigur, at hann leyp á tí at Svøríki er við í bardaganum ímóti Islamiskum stati. Hon broytir politiska landslagið Yvirgangsmaður harðastu revsing STOKKHÓLM Les eisini blaðið á telefonini Góðar bøkur til feriuna Bøkur síða 22-23 sdf Til skips fyri 60 árum síðani Siðsøga 26-27 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Hesin spurningur hevur verið at hoyra og síggja í áratíggir og eisini væl longur aftur í tíðina ÓLAVUR HÁTÚN Ymsir tankar og hugskot hava verið frammi – so­leiðis fyri góðari øld síðan ein ætl­an um at byggja ein fullbúnan kirkju­bygn­ing oman á gomlu loyvdirnar við kirkju­spíri og øllum, sum sæst á mynd. Onnur, nýggj­ari tekning finnst eisini við uppskoti um at inniloka múr­in og leggja flagtak á. Seinni hevur tað sjónarmið vunnið hevd á besta hátt at varðveita múrin sum forn­ minni, og við tí sum endamál fekk Múrurin nøk­ur ár herfyri eina viðgerð – varð klæddur í erva, með­an varð­vei­t­ing­ar­virk­semi fór fram á múr­verk­i­num. Síðan hevur hann aftur stað­ið opin fyri ávirkan av skiftandi veðurlag – ja, tað sjón­ar­mið hevur eisini verið at sæð, at júst tað at kunna fylgja við, hvussu slíkur bygn­ing­ur óviðgjørdur forferst við árunum, skuldi vera áhugavert. Men hetta er ikki almenn áskoðan, heldur verða fólk hugtikin av hesum eindømi um eina glas­i­liga fortíð í Føroyum, sum farast skal væl um. Aðrastaðni finnast dømi um gaml­ar kirkjuloyvdir, sum samfelagið tek­ur sær varðveitandi av. Slíkt er eitt nú kirkju­ru­in við Hamar í Norra, har tað er reistur glas­verj­u­bygn­ ingur um alt tað gamla kirkjuøkið. Tann ruinin er tó ikki at samanbera við Kirkju­bømúrin – heilskaptur, sum hann enn stend­ur har sum okkara fremsta fornminni. Men í okk­ara hugaheimi er tann sannfør-ing í seinni árum búnast alt meira, at við skila­ góðari innlokan, sum á ongan hátt skal­ar Múr­in sum fornminni, kann hann á hes­um søgu­ríka stað aftur gerast ein virkin mið­dep­ il í okk­ara ands- og mentanarlívi. Tað er tí ikki minst fyri at vekja ans fyri hes­um møguleika, at skipað verður fyri kór­ stevn­u­degi i Kirkjubúmurinum sunnu­dag­in komandi, 10. juni, kl. 17.00, har kór í Suð­ur­ streymi verða at hoyra einsæris við egnari skrá, men eisini i felagskóri við gitnum klass­isk­um kórperlum við instrumentalum fylg­i­spæli. Viðrar ikki tann dagin, so verður kon­sert­ in, alt eftir 5-daga veðurforsøgn, ein dag í teirri fylgj­andi vikuni. Hvat gera vit við Kirkjubømúrin? 8. JUNI 2018