hósdagur 7. juni 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
29
Ert tú okkara komandi shipping næmingur?
Vit søkja eftir einum shipping næmingi at byrja í august 2018
Útbúgvingin er ein 2 ára útbúgving í tveimum pørtum. Ástøðiligi parturin er undirvísing á Danish Shipping Academy,
ið millum annað fevnir um maritiman búskap, sjórætt, samráðingarhættir og samskifti. Útbúgvingin gevur ikki ECTS
stig. Til ber at lesa meira um útbúgvingina á: http://danishshippingacademy.dk/.
Verkligi parturin av útbúgvingini verður á okkara skrivstovu, har tú við eini breiðari upplæring millum annað kemur at
arbeiða við sjórætti, myndugleika- og kunda krøvum, trygging, leigusáttmálum fyri skip og annað arbeiði í samband
við reiðara virksemi.
Møguligt er at lesa HD 1. part, meðan útbúgvingin verður gjøgnumførd.
Um teg:
•
Tú hevur miðnámsprógv
•
Tú hevur støddfrøði á B støði, ella samsvarandi førleikar
•
Tú hevur lætt við at samskifta á føroyskum, enskum og skandinaviskum í skrift og talu
•
Tú ert skipað/ur og trívist við skiftandi arbeiðsuppgávum
•
Tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð samstarvsevnir
Vit bjóða:
•
Eina breiða upplæring við góðum møguleikum fyri fakligari -og persónligari menning
•
Lærupláss í eini avbjóðandi og krevjandi arbeiðsmentan
•
Spennandi og skiftandi arbeiðsuppgávur
•
Løn undir útbúgving
Setanarviðurskifti:
Starvsbyrjan er hálvan august 2018. Løn er sambært avtalu.
Hevur hetta tín áhuga?
Send okkum tína umsókn við CV og prógvum til: jobs@skansi.fo, freistin at søkja er 15. juni 2018.
Spurningar kunnu setast til Gunnvá Olsen, gunnva@skansi.fo ella á tlf 614900.
SKANSAVEGUR 7
FO-100 TÓRSHAVN
FAROE ISLAND
T : +298 61 49 00
F : +298 31 49 06
E : SKANSI@SKANSI.FO
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Leif Due Sørensen,
oman Hoydalar 26, 188
Hoyvík, føddur tann
26.10.1951, deyður tann
26.09.2017, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríða Patursson,
Frúutrøð 4, postboks 6, 110
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
338/2017, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 29. mai 2018.
Dreymastarvið finnur tú á in.fo
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á