Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 32 Reikandi í mjørka Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 M jørki er l ø g ­i n . S a m a , nær hann er. Hann er løgin og gátu­førur. Men nú er hann kom­in, so kanska er summ­arið komið og várið lopið um, tí mjørkin er komin. Hann er í senn spennandi, lokkandi og ræðandi, mjørkin. Eg fari út, men eg veit ikki hvagar, eg gangi, bara út í mjørkan. Hvat er har úti, veit eg ikki. Hvat er har uppi, veit eg heldur ikki. Men eg gangi út í mjørkan uttan at vita, hvat er á gøtuni. Ræðandi, gamaní, men eisini spennandi. Og tó, tí einki er á gøtuni ella í mjørkanum annað enn tað, sum eisini er har, tá klárt er. Gott at vera nærsýntur í mjørka. At vera langsýntur er nyttuleyst kortini. Alt gerst størri í mjørka, sigst. Ein ketta er sum ein hundur. Alt hoyrist betur í mjørka. Tað man vera, tí stilli er, tá mjørki er. Ella sansarnir eru opnari tá. Helst man tað vera hatta við sansunum. Mjørki er góður til mangt. Hann er góður at krógva seg í. Hann er góður at blíva burtur í, at hvørva í. Mjørkin er gráur, men kortini verður sagt svart í mjørka. Mjørkatos. Mjørkatos kann til dømis vera setursføroyskt, puritanskt føroyskt, í oyr­unum ella í eyg­un­ um hjá vanligum fólki. Ella øvugt. Talimálið er vorðið danskt við føroyskum brigdum. Ein donsk dialekt. Skriv­aða málið er við at ger­ast tað, ein donsk dialekt. Mjørkatos. Onkur yrkti um eina oyggj, sum sigldi fram úr mjørkanum. Mjørkatos? Eg veit ikki. Onkur býttlingur skrivaði í einum um­mæli herfyri um ein sandbát, sum gleið spakuliga úr mjørkanum og hvarv glíðandi aftur í hann, tá hann var liðugur at lossa sína last. Mjørkatos! Tosað verður um mjørkahol. Tað orðið er tó ikki til í orðabókini. Havnin sigst vera eitt mjørkahol, tí har so ofta mjørki, tá sólin skínur alla aðrastaðni. Tað ger hon eisini í Havn, men har er mjørk­in millum hana og okkum. Sólin skínur oman fyri og aftan fyri mjørkan í Havn. Beint nú, í skrivandi løtu, er mjørki í Havn. Ikki so ringur sum hann plagar at vera, men hann er har. Mjørkadalur kallaðist soleiðis, áðrenn NATO hertók hann. So tað staðarnavnið hevur einki við fólkið har at gera, heldur ikki nú. Men kanska er meira mjørki har enn í Havn, sum skuldi verið kallað Tórs­ mjørki ella Mjørkahavn ella okkurt annað við mjørka. Vit nevna ikki mjørkan í Vágum. Hann er so ofta nevndur. Mjørkin dregur. Øll vilja vera í Havn, hóast Havnin verður kallað eitt mjørka­ hol. Tað er gott at krógva seg í fjøldini og í mjørkanum. Mjørkin er góður at fjala seg í, balla seg í mjørkadýnuni. Tá tú gongur teg í mjørka í fjøllunum ella í haganum, skalt tú seta seg niður og bíða eftir lættanum og hugsa. Veit ikki, hvat er skaðiligari, ganga víðari inn í ella út í mjørkan ella seta seg at hugsa. Ivaleyst tað seinna. At hugsa er ong­ antíð gott. Tað er best at lata vera við tí og liva lukkuliga óvitandi. Vitan er tung at bera. Lívið er lættari uttan. Hatta við mjørkanum er annars stutt­ligt, tí eingin veit, hvat fjalir seg í honum. Er alt har úti sum tað plagdi at vera, ella er onkur broyting. Tað stuttliga er, at sýnið er bara 100 metrar. So er bara at ganga 100 metrar og vita, hvat er har, og sýnið er aftur 100 metrar og so framvegis og so framvegis. Tí nyttar einki at vera langsýntur í mjørka. Mjørkin hevur elvt til nógvar van­ lukk­ur og nógv óhapp, eisini uttanlands. Men vit sleppa ikki undan honum, mjørk­anum. Hann kemur og fer. Í Havn kem­ur hann fyri tað mesta. Fer viðhvørt, men er skjótur aftur. Vit reika í mjørka, vir reika í sortanum. Høgni Djurhuus Summar og sól í Føroyum Seinastu vikurnar hevur sólin bakað oman og niðan um alt Føroyaland, og føroyingar hava notið summarið. Í góðveðrinum hava lesarar hjá Miðlahúsinum eisini tikið sær stundir at senda vakrar summarmyndir inn til okkara. Her eru nakrar teirra.