mánadagur 11. juni 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge – Tórsvøllur
4-0 ella 3-1? Í báðum førunum hevði
talan verið um eitt tap, men hevði
føroyska liðið umsett bara ein
av málmøguleikinum til mál, so
hevði úrslitið og stemningurin á
landsliðnum verið nógv betri.
Størsta
málmøguleikan
fær
innskifta Milja R. Simonsen, tá hon
tvísporar frá verjuni hjá Slovenia,
men úr høgru síðu skjýtur hon
bóltin bara fáa sentimetrar við
síðuna av málinum.
Hóast eitt mál ikki hevði broytt
veruleikan, at Slovenia er væl
betri enn Føroyar, so hevði málið
verið ein staðfest av, at føroyskur
kvinnulandsliðsfótbóltur
er
í
framgongd.
Langt á mál
Fyri hálvleikur gevur tó greiðar
ábendingar
um,
at
føroyska
kvinnulandsliðið hevur langt á
mál. Onkrar avbjóðingar eru á
føroyska liðnum, tí onkrir spælarar
eru órógvaðir av próvtøkum og
aðrir av arbeiði.
Liðið er væl skipað frá byrjan,
men Heidi Sevdal tykist nakað
einsamøll í álopinum. Hóast tað,
so megnar hon at skapa fyrsta
málmøguleikan í dystinum, tá hon
leggur stórt trýst á verjuna hjá
Slovenia. Vinnur bóltin og dribblar
fram til brotssteigarmarkið og
meddar til, men málverjin hjá
Slovenia bjargar.
Eftir hetta sæst hvussu stórur
munurin er á grundarbeiðinum
hjá slovenum og føroyingum.
Bólturin gongur væl og skjótt
millum spælarar, sum eisini gera
røttu flytingarnar og renningarnar.
Hinvegin hevur føroyska liðið
trupult við at fylgja við á tekniska
økinum. Sum altíð er stríðshugurin
góður og tú kanst ikki seta fingurin
á viljan hjá føroysku spælarunum.
Tær spæla sum eitt lið og kempa
alt tær eru mentar, men tað er ikki
nokk, tá mótstøðuliðið tekniskt og
kropsliga er so væl fyri.
Onkursvegna kundi tú sagt, at
spælið hjá unga slovenska liðnum,
burdi verið ein fyrimynd fyri
føroysku spælararnar.
Í hálvleikinum er 2-0. Fyrra
málið kemur eftir innlegg úr
vinstru síðu, meðan seinna málið
er eitt klokkuklárt fortsspark, sum
Rannvá B. Andreasen ger.
- Eg knalli beinini undan henni.
Hon var ígjøgnum og eg satsaði.
Um eg ikki fekk hana, so hevði hon
bara trillað bóltin í málið. Nú fekk
málverjin hjá okkum ein møguleika
at bjarga brotssparkinum. Men tað
var gott, at eg ikki fekk eitt kort fyri
hatta, sigur Rannvá B. Andreasen
við einum brosi, og leggur afturat:
-Vit trúgva undan dystinum
upp á, at vit kunnu fáa eitt betri
úrslit enn máltalvan sigur nú, men
í fyrra hálvleiki verða vit spældar
umkoll. Vit fáa ikki fatur á teimum
og tær reika runt á vøllinum, sigur
liðskiparin á føroyska landsliðnum.
Nøgdsemi við
seinna hálvleik
Tað tykist vera semja um í
hálvleikinum, at føroyska liðið
er væl aftanfyri Slovenia, men
føroyska liðið leggur seg ikki. Frá
byrjan í seinna hálvleiki bjóðar
føroyska liðið av. Teir eru djarvar í
trýstinum og fleiri ferðir er verjan
hjá Slovenia undir trýsti. Hóast
Slovenia
eisini
vinnur
seinna
hálvleik 2-0, so er avrikið hjá
gestunum als ikki eins sannførandi.
-Eg hevði vilja, at úrslitið sá betri
út. Málini í seinna hálvleiki eru eitt
sindur keðilig, men annars eri eg
nøgd við avrikið í seinna hálvleiki.
Vit megna at steðga teimum, so tær
ikki sleppa upp gjøgnum síðurnar,
greiðir Rannvá B. Andreasen frá.
Misjavnar spælarametingar
– og tó
Spælarametingarnar
kunnu
geva
eina
mynd
av
einum
misjavnum liðavriki, men tá
spælarametingarnar
kunnu
svinga frá 1 til 10, so er metingarnar
frá 4 til 7 tó eitt tekinum, at talan er
um eitt rímiliga javnt avrik.
Sterkar í myndini stóðu Ansy
Sevdal, Birna T. Mikkelsen og
Heidi Sevdal saman við Arnborg
Lervig. Tær fáa allar yvir miðal í
spælarametingunum.
Dysturin
passar eisini ávísum spælarum
betri enn øðrum. Millum annað er
Eyðvør Klakstein ikki so sjónlig,
tá føroyska liðið ikki hevur bóltin
nógv, meðan Olga Kristian Hansen
og Rannvá B. Andreasen er eitt
sindur feilplaseraðar á vonginum
og í miðverjuni. Slovenia leyp
nógv á gjørnum síðurnar, serliga
í
fyrra
hálvleiki.
Her
hevði
Katrina
Akursmørk
truplar
arbeiðisumstøður
á
bakkinum,
meðan Ásla Johannesen ikki kom
til somu møguleikarnar, sum móti
Íslandi.
Hægstu
spælarametingina
fær Milja R. Simonsen, sum bleiv
skift inn í seinna hálvleiki. Hon er
skjót og sterk, og kom til størsta
málmøguleikan hjá okkum. Eitt
fríkst íkast sum innskiftini. Ein
leiklutur, sumt tykist passar henni
væl.
Bíða enn eftir
fyrsta málinum
Føroyska
kvinnulandsliðið
hevur nú spælt seks dystir í HM
undankappingini. Vit hava einki
stig fingið og málúrtøkan sigur, at
41 mál eru farin ígjøgnum, meðan
vit einki hava skorað.
Tað er greið framstig at síggja
á vøllinum, men veruleikin er
at tað er ótrúliga langt á mál.
Landskappingin hevur fingið nýtt
lív, nú fleiri lið stríðast um FM,
men tað alt avgerandi at arbeiðið
higartil ikki fer til spillis, tá Føroyar
hava spælt áttanda og seinasta
dystin í HM undankappingini,
sum er í Føroyum móti Týsklandi
í septembur.
Vit
bíða
enn
eftir
fyrsta
málinum, men liðið hevur tikið
fyrstu fetini. Tað er bara langt á
mál.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Bólkur 3 støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
Týskland
6
5
0
1
28
3
+25
15
2
Ísland
5
4
1
0
19
3
+16
13
3
Kekkia
5
2
1
2
13
6
+7
7
4
Slovenia
6
2
0
4
9
16
-7
6
5
Føroyar
6
0
0
6
0
41 -41
0
Føroyska kvinnulandsliðið tapti 4-0 fyri Slovenia í HM 2019
undankappingini í fótbólti á Tórsvølli hósdagin. Føroyska
liðið er so óendaliga nær við at fáa hol á málskjótingina,
men hóast enn eitt fet rætta vegin, so er langt á mál
EINKI MÁL ENN
Føroyska kvinnulandsliðið hevur spælt seks dystir í HM undankappingini. Higartil
hevur ikki eydnast at skora eitt mál, meðan 41 eru farin í gjøgnum. Tað er í miðal 6,8
mál í gjøgnum, men seinastu tveir dystirnar hevur liðið tapt við í miðal 4,5 málum.
Kvinnulandsliðið:
Kelda: faroesoccer.com
EITT FET
RÆTTA VEGIN
– MEN ENN ER
LANGT Á MÁL