týsdagur 12. juni 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juni 2018 · Nr. 66
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Søgan um kringvarpsstjóran, sum
skrivar samrøðu við seg sjálvan á
Vágaportalinum er áhugaverd – og
reisir fleiri viðkomandi spurningar.
Tað eitt afturstig fyri føroyskan
journalistikk, at tað er vorðið legi
timt at renna ørindi fyri ávís áhuga
mál – og kalla tað journalistikk. Tí
tað er ikki journalistikkur. Tað er at
lumpa lesaran.
Vit her á blaðnum hava verið
partur av gomlu flokspressuni í
Føroyum í nógv ár. Tá var tað púra
vanligt, at bløðini runnu ørindi fyri
sínar flokkar. Øll sóu sum frá leið,
at tað bar ikki til at reka fjølmiðlar
á tann hátt, tíðin var farin frá tí, og
tískil hvarv flokspressan.
Men alt broytist. Og við nýggju
tøknini kann ein og hvør hava sín
egna miðil. Tað kundi verið gott,
men tað tykist tó, at fólk illa duga
at skyna á, hvat er journalistikkur,
og hvat er at røkja ávís áhugamál.
Journalistikkur er at innsavna,
viðgera og miðla tíðindi og kunn
ing, sum er viðkomandi fyri lesar
ar, lurtarar ella hyggjarar. Tosa vit
um journalistikk, so tosa vit bæði
um háttin at kanna tíðindi og tann
mátan, sum vit nýta at miðla tíðind
ini. Harfrá kemur orðið »journalist
ur«, sum tó ikki er eitt vart heiti.
At skriva eitt lesarabræv er ikki
journalistikkur. Ein og hvør kann
skriva eitt lesarabræv um hvat sum
helst. Tað kann kringvarpsstjórin
eisini gera. Tað hevur hann fullan
rætt til. Men tað er ikki rætt, um
kringvarpsstjórin skrivar eitt »les
arabræv«, sum verður latið í ein tíð
indaham í einum miðli, sum letst
at hava viðgjørt málið, sum kring
varpsstjórin skrivar um.
Tí tá verður lesarin lumpaður.
Tá heldur lesarin, at í hesum førum
Vágaportalurin hevur kannað og
viðgjørt eitt mál og er komin til
hesa søgu, sum varð borin fram í
síðstu viku.
Men so var ikki. Kringvarpsstjór
in skrivar sjálvur søguna, sendir
hana til miðilin sum »uppskot til
grein«, og so verður hon løgd út í
fullum líki í navninum hjá tíðind
amanninum á miðlinum – uttan so
frægt sum at flyta eitt komma.
Vit kunnu spyrja okkum sjálvi,
hví Kringvarpið ikki viðger málið,
sum hægsti journlistiski mynd
ugleiki í Føroyum heldur hava so
stóran týdning? Ella hví sendir
kringvarpsstjórin ikki eitt slíkt
uppskot til sína egnu redaktión?
Sær tað frægari út, at Vágaportal
urin rennur ørindi fyri kringvarps
stjóran, enn at redaktiónin í Sortu
dýki ger tað?
Onkur, sum vanliga leggur tíð
indi út á slíkar kopiportalar skriv
aði á Facebook, at »hetta er púra
vanligt«. Eru vit komin har til, at
tey sum halda seg vera »journalist
ar« siga, at hetta er púra vanligt, so
er nakað grundleggjandi púra galið
í føroyska fjølmiðlaheiminum!
KVF-stjórin eigur ikki at
lirka sína meining út soleiðis
TÁ ODDAFÓLK GANGA AFTAST
Sild
frá Tav
uni í SMS
TÍÐIND SÍÐA 4
Tríggir
vinir eiga
matstovu
TÍÐIND SÍÐA 11
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Fyrsta tvíkiljan frá Mest til
Marine Harves er sjósett. Alt
arbeiðið er gjørt í byggihøll
ini hjá MEST í Havn – eisini
skrokkurin.
Hetta skrivar skipasmiðj
an í tíðindaskrivi.
Tann
nýggja
tvíkiljan,
sum hevur fingið navnið
Mjølnir, er bygd til aliøkið í
Sundalagnum og fær heim
stað í Haldórsvík.
Seinasta hálvtannað árið
hevur Mest latið fýra tvíkilj
ur frá Skipasmiðjuni í Havn
til Bakkafrost, og er hetta
sostatt tann fimta í røðini.
Nýggja tvíkiljan, sum er
nýbygningur 114 á Mest, er
15 m long og 7 metrar breið.
Tvíkiljan er útgjørd við ein
um stórum Melcal krana av
støddini 50 tm, einum 2x457
HK Cummins høvuðsmoturi,
einum 113 kW Cummins
hjálpimotori og 15 tons deks
spæli við moonpool.
Sum nakað nýtt í mun til
aðrar tvíkiljur hevur Mjølnir
fingið ísett eina lásiskipan til
íbinding av ketum frá aliring
um. Skipanin er av slagnum
Aukra
Safelink
10
tons.
Nýggja farið er útgjørt við
WC,
arbeiðs-/klædnarúmi
og allari vanligar nautiskari
útgerð.
– At Marine Harvest letur
okkum upp í hendi at standa
fyri slíkari uppgávu taka vit
sum eitt tekin um álit, sigur
Mouritz Mohr, stjóri á Mest í
tíðindaskrivi frá skipasmiðj
uni.
Mest sjósett tvíkiljuna Mjølnir
Búnaðarstovan fer aftur í ár
at taka ímóti ull. Tað stað
festur Tróndur G. Leivsson,
stjóri.
Fyrrárið tók Búnaðarstov
an tók ímóti ull, men í fjør
varð varð tað mesta av ullini
brent, sum vanligt, tí eingin
peningur varð játtaður til at
taka ímóti ull fyri. Men í ár
sleppa bøndur so aftur und
an at brenna ullina, tí tað er
greitt, at Búnaðarstovan fer
at taka ímóti ull aftur í ár,
nú ullaroytingin stendur fyri
framman.
Tróndur G. Leivsson sigur
at tey hava eina játtan upp á
400.000 krónur til endamálið
og tað er ikki nóg mikið til at
hava eina skipan, sum er so
góð, sum tey kundu hugsað
sær. Men fyrst í næstu viku
ætla tey at hava greiði á,
hvussu
móttøkan
verður
skipað. Ein avbjóðing, tey
hava, er, at tað ber ikki til,
bara at taka ímóti teirri góðu,
fyrstafloks, ullini. Vit mugu
eisini taka ímóti ull, hóast hon
ikki er fyrstafloks, men ein
avbjóðing er at fáa søluvøru
burtur úr henni, soleiðis at
hon eisini kann kasta nakað
av sær, sigur stjórin á Búnað
arstovuni.
– Sum heild skal prísurin,
vit lata fyri ull, sum verður
avreidd til okkum, verða so
mikið frægur, at bøndur tíma
at fáast við tað, og fáast til at
skilja ullina leggur hann aft
urat.
Men hann leggur afturat,
at skuldu tey havt eina ull
armóttøku, sum er so væl
skipað, sum tey kundu ynskt
sær, hevði tað kostað einar
700.000 krónur um árið.
Tí eru 400.000 krónur ov
lítið til at skipað eina veruliga
ullarmóttøku, soleiðis sum
vit vildu havt hana, og so at
vit fáa latið ein sámiligan
prís fyri ullina ímeðan hetta
verður bygt upp. Í longdini er
endamálið nevniliga at vit út
vega eitt trygt grundarlag av
føroyskari ull til ein føroysk
an klædnaídnað.
Sleppa undan at
brenna ullina í ár
Alt arbeiðið við nýggju tvíkiljuni er gjørt í byggihøllini hjá Mest í Havn – eisini skrokkurin
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin