Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skálavík bjóðar nú frítíðarskúla - Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin og leggja til rættis eitt tilboð um frítíðarskúla í kommununi Vilmund Jacobsen Skálavíkar kommuna hev­ ur gjørt av at bjóða út eitt frítíðarskúlatilboð til skúla­ børn í kommununi, og til­ boðið er ætlað børnum til og við 3. flokk komandi skúlaár. Men, tað verður einki frítíðarskúlatilboð uttan ein leiðara, sum skal taka sær av uppgávuni. Tí søkir kommuna í hesum døgum eisini eft­ ir leiðara til ætlaða frí­tíð­ arskúlan í Skálavík, sum ætl­andi skal byrja í starv­in­ um hin 1. august í ár. Í sínari lýsing sigur Skála­ víkar kommuna, at arbeiðs­ tíð­in hjá frítíð­ar­skúla­leið­ ar­anum verður 30 tímar um vik­una og av tí, at talan er um eina royndarskipan, verður starvið fyribils avmarkað til hin 30. juni í 2019. - Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú hevur møgu­ leika at seta dám á stovnin og leggja til rættis eitt tilboð um frí­tíðarskúlan í kommununi, sum verður staðsettur á skúl­anum í Skálavík. Tað, sum Skálavíkar komm­una væntar av møgu­ lig­um umsøkjarum, er, at fólk eru før fyri at arbeiða sjálv­støðugt, og at tey eru sinn­aði at taka ábyrgd. - Vit ynskja, at fólk hava góð samstarvs-og sam­skiftis­ evni, og tey eru før fyri at geva børnunum ein tryggan, menn­andi og fjølbroyttan ger­andisdag. Umráðandi er eisini, at um­søkjarar eru tolnir og nær­verandi. Helst námsfrøðingur Skálavíkar kommuna vísir á, at komandi frítíðar­skúla­ leiðarin er útbúgvin náms­ frøðingur, men søkir eing­in námsfrøðingur kann hjálp­ ar­fólk verða sett í fyribils starv. - Umsóknir saman við revsi­váttan, møgligum við­ mæl­um, upplýsingum um út­búgv­ing og royndir skulu verða Skálavíkar kommunu í hendi í seinsta lagi, 15. juni 2018. Og 15. juni verður fríggja­ dagin komandi. STARVSMARKNAÐUR Gigni søkir eftir fólkum Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, søkir nú eftir trimum heilsufrøðingum – til eitt fast starv og tvey avloysararstørv Vilmund Jacobsen Talan er um eitt fast starv á 20 tímar um vikuna á smá­ barnaøkinum í Tórs­havnar kommunu við byrjan hin 16. juli í 2018. Næsta starvið er eisini á 20 tímar um vikuna. Hetta er eitt avloysarastarv inn­ an smábarnaøkið í Sunda kommunu og Eiðis komm­ unu. Her verður byrjað hin 1. august 2018, og starvs­tíð­ in er fram til 1. juli 2019. Triðja starvið er avloys­ arastarv á 32 tímar um vik­una. Hetta starvið er inn­an skúlaøkið í Tórs­ havn­ar kommunu og skúla- og smábarnaøkið í Vága/ Sørvágs kommunu. Høv­uðs­starvið er í Eyst­ur­ skúl­anum í Havn, og hetta starvið verður sett frá 1. aug­ust í ár at rokna og fram til 30. juni í 2019. Gigni visir á, at tað, sum tey kunnu bjóða, eru sjálv­ støðug og spennandi ar­ beiði í einum fakliga menn­ andi umhvørvi. - Tú verður partur av ein­um samstarvstoymi við posit­ivum og eldhugaðum starvs­feløgum. Ynskiligu før­leika­krøv­ ini eru útbúgving og løg­gilding sum sjúkra­ røkt­ar­frøðingur, góð sam­ starvs­evni við leiðslu, starvs­felagar og onnur – og áhugi fyri fakligari menn­ ing. - Møguleiki er eisini hjá sjúkr­arøktarfrøðingum at søkja størvini, um hesi lúka upptøkutreytirnar at lesa til heilsufrøðing. Hjá Gigni vísa tey á, at um­sóknir og viðkomandi skjøl skulu sendast til Heilsu­trygd á adressuna hjá stovninum í Klaksvík – ella umvegis teldupost á heilsu­trygd@heilsutrygd. fo - Umsóknir skulu verða okk­um í hendi í seinasta lagi mikudagin hin 20. juni í 2018, siga tey hjá Gigni. Barnahúsið IMBA lat upp 1. apríl 2012. Í Barnahúsinum IMBA hava vit børn í vøggustovu, barnagarði, forskúla og frítíðarskúla. Vit kunnu bjóða tær: Eitt starv á 30 tíma viku, frá 13.08.2018 Vit sóknast eftir einum námsfrøðingi, sum: • Hevur mildleika, virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum. • Er jaligt, tekur ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir. • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi, tryggan og stuttligan gerandisdag saman við børnunum. • Er sjálvstøðugt, álítandi, nærverandi og nærlagt. • Sær møguleikar fram um forðingar. Vit kunnu bjóða: • Ein nýggjan stovn við góðum innandura møguleikum til spæl, hugna, aktivitetir og ítriv. • Ein stovn við góðum uttandura spæliplássi, har vit hava súkkluøki, reiggir, sandkassar, skreiðibanar, kurvabólt, ymiskt at klatra í, og eisini hava vit haga og á inni á økinum. • Ein stovn, ið liggur mitt í náttúruøki, beint millum haga, fjøru og fótbóltsvøll. Setanarviðurskifti: Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvsstaður er Barnahúsið IMBA. Tann, ið settur verður, er fyribils til barnagarðsstovuna, men skal kunna starvast við øllum børnunum á stovninum, og um stovnurin hevur tørv á tí, má starvsfólkið flyta ímillum stovurnar ella á aðra stovu, um broyting kemur í. Umsókn við prógvi, og møguligum viðmælum/royndum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 26. juni 2018, kl. 12:00 . Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til leiðaran á tlf. 735891. Umsóknin skal sendast til:Barnahúsið IMBA, Fossávegur 23, 730 Norðdepil, Ella t-post: barn@hvannasund.fo Barnahúsið IMBA søkir eftir einum námsfrøðingi, men søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk setast í tíðaravmarkað starv. Skálavíkar kommuna ætlar sær nú at bjóða eitt frítíðarskúlatilboð, og tí søkir kommunan nú eftir leiðara. Ynskiligt er, at námsfrøðingur verður settur í starvið, men søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk verða sett í fyribils starv