týsdagur 12. juni 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tangabilførari
til Effo
Effo sóknast eftir einum ágrýtnum og dugnaligum
persóni til bilførara á einum av okkara tangabilum
til koyring í Vágum og meginøkinum.
Starvið
Starvið er at veita kundum okkara tænastu á
hægsta stigi og annars at seta kundans tørv í
fyrstu røð.
Arbeiðið umfatar:
・ Í fyrsta lagi koyring í Vágum og meginøkinum
・ Í øðrum lagi annað arbeiðið í samband
við oljuúrdráttir
Tínir førleikar
Tú ert førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt, at fylgja
avtalaðum mannagongdum og hevur fulla fatan
fyri okkara trygdarskipanum. Tú ert fleksibul og
klárur at taka ímóti avbjóðingunum, tá kundin og
Effo ynskja tað.
Tað er ein treyt, at tú hevur tað stóra koyrikortið,
og at tú hevur royndir at koyra stórar bilar.
Vit bjóða
Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum
umhvørvi. Tú verður partur av verandi
arbeiðstoymi hjá Effo í meginøkinum.
Vit bjóða mánaðarløn samb. galdandi sáttmála,
harundir eisini eftirløn. Ert tú rætti persónurin,
fært tú neyðuga upplæring.
Umsókn
Skrivlig umsókn við upplýsingum um royndir skal
vera okkum í hendi seinast 18. juni 2018.
Umsóknin skal sendast til:
P/f Effo
Postboks 3098
110 Tórshavn
Frámerki: “Tangabilførari”
ella sum teldupost til hr@effo.fo
Miðja verður eftir at seta starvið í juni mánaði.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til
Eyðfinn Sigurstein, goymsluleiðara á tlf. 214266.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Pf. Effo Óðinshædd 3 Postboks 3098 110 Tórshavn Tel 34 35 00 www.effo.fo
SØLUFÓLK
Vilt tú vera við til menna okkara sølu í Føroyum?
Verður tú spent/ur av at fáa flott søluúrslit og samstundis menna nýggj varandi kundasambond?
So ert tú kanska okkara nýggi starvsfelagi í sølutoyminum.
Blika Sp/f • Akranesgøta 9 • FO-100 Tórshavn • Tel. 60 66 66
UM STARVIÐ
Vit bjóða eitt spennandi starv, har tú saman við
hinum í sølutoyminum hevur ábyrgdina av søluni
av okkara breiða úrvali innan nonfood.
Tað verður tín ábyrgd at tryggja, at tey mál verða
nádd, sum eru sett fyri søluni á tínum øki, og tí er
tað avgerandi fyri góðum úrslitum í starvinum, at
tú ert úrslitahugaður, og at tú hevur menning og
vinning fyri eyga. Tínar fremstu uppgávur verða:
• Ábyrgd av verandi kundum innan nonfood og
arbeiðinum fyri at fáa nýggjar kundar á sama
øki – frá fyrstu kontakt til regluligt samstarv
• Sølu av tí breiða úrvalinum innan nonfood –
frá fyrstu kontakt til regluligt samstarv.
• Vera við til at skipa fyri tiltøkum innan
marknaðarrøkt og sølutiltøkum
• Søluafturmeldingar, uppfylging og perfor-
mancemátingar eru ein natúrligur partur av
starvinum
• Viðgerð av spurningum frá kundum, eisini gera
tilboð og takast við ordraviðgerð
• Kundasamband við ein fastan kundabólk
• Arbeiða við projektuppgávum og fyrisitingar-
ligum uppgávum, ið viðkoma deildini
• Fara á messur í Danmark
EITT SINDUR UM TEG SJÁLVA/SJÁLVAN
Tú hevur í øðrum størvum fingist við uppsøkjandi
søluarbeiði og hevur tí ognað tær breiða vitan um
og royndir við at skapa góð kundaviðurskiftir og
kennir týdningin av at skapa virðir fyri kundan.
Tú ert ábyrgdarfull/ur og strukturerað/ur í tínum
arbeiði og hevur alla tíðina fyri eyga, hvussu tú
kanst gerast dugnaligari.
KT hevur stórt pláss í okkara uppgávuloysnum, og
tí er tað eitt krav, at tú hevur góðan kunnleika til
Microsoft Office pakkan, eins og at tú dugir væl
at seta teg inn í nýggjar skipanir.
Tú ert opin, tænastu- og handilshugað/ur. Tú
setur eina æru í at geva kundanum ta allarbestu
tænastuna og bakkar ikki fyri at taka avgerðir. Tað
fellur tær natúrligt at skapa álitisvekjandi og góð
sambond á øllum organisatoriskum stigum, bæði
innan- og uttanhýsis. Tú ert lættsint/ur, vil skapa
úrslit, tú ert røsk/raskur og áhaldandi í tínum star-
vi og skilir, at ábyrgdin er tín, men at tey góðu
úrslitini verða skapt í samarbeiði við onnur.
UMSÓKN
Hevur tú hug til at skapa tær eina framtíð hjá Blika,
so er at senda okkum tína umsókn saman við CV
beinavegin, ella í síðsta lagi tann 24. juni 2018.
Starvsbyrjan verður 15. juli 2018 ella skjótast
tilber.
Nærri upplýsingar um starvið fæst við at venda
sær til Eyðun Hansen á fartelefon 233667 ella við
at senda teldupost til eydun@blika.fo.