Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. november 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 12. november 2004 31 Ein ræðuligur raðdráps- maður gongur berserkara- gongd í Manhattan - hann er júst byrjaður. Borgarar- nir í Manhattan hava ikki sæð nakað líknandi fyrr. Fjáltur er á fólki og øll eru skelkaði. Klóki drápsmað- urin fer illa við ofrum sín- um og letur eftir sær kotaði boð á gerningsstaðnum. Tað er bara ein maður, ið er førur fyri at týða tey gátu- føru boðini, sum drápsmað- urin letur eftir sær. Hesin er tann kendi kriminalgransk- arin Lincoln Rhyme (Den- zel Washington). Hann er tó ikki sjálvur førur fyri at fanga drápsmannin, tí eftir eina arbeiðsvanlukku bleiv hann ógvusliga rørlsutarn- aður. Hann kann bert nýta ta einu hond sína at arbeiða við. Hann hevur sostatt brúk fyri einum álítandi hjálparfólki og hetta finnur hann í Amelia Donaghy (Angelina Jolie), ið er ein skilagóður løgreglumaður. Men tað er bara ein spurn- ingur um tíð, áðrenn dráps- maðurin aftur ger um seg. Munnu tey fara megna at forða honum í hesum? Máttmikli mafiabossurin Paul Vitti er úti fyri eini morðroynd. Eftir hendan tilburðin missir mafiosurin Vitti so líðandi tamarhaldið á sínum annars so sterka sinni, og fær ofta angist- herðindi. Hetta er sjálvsagt sera pínligt fyri ein slíkan mann sum Vitti. Men eitt minni bilóhapp setir hann í samband við sálarlæknan Ben Sobol, sum fær eitt tilboð, ið hann ikki kann takka nei til. Vitti ynskir at koma í viðgerð fyri sína angistnevrosu. Dr. Sobol játtar og viðgerðin byrjar. Men skjótt troyttast Sobol av mafiosinum, ið nátt og dag vil tosa við seg. Sjálvt á brúdleypsdegnum hjá So- bol og komandi konu hans- ara, Laura MacNamara, órógvar mafiosurin. Um somu tíð, sum alt hetta fer fram, tekur stórt stríð seg upp í brotsmannaheiminum - arbeiðsplássinum hjá Vitti. Nú kemur FBI uppí leikin og Sobol fær nú ta fatanina, at Vitti ætlar at drepa seg. Og hetta hevur við sær næstan lívshættis- ligar misskiljingar. Familjuterapi Upprunaheiti: Analyse This Amerikanskur skemti- filmur við: Paul Vitti (Robert De Niro), Dr. Sobol (Billy Crystal), Laura MacNamara Sobol (Lisa Kudrow), Primo Sidone (Chazz Palminteri), Jelly (Joe Viterelli), Caroline (Molly Shann-on) Amerikanskur thrillari frá 1999 við: Denzel Washington (Lincoln Rhyme), Angelina Jolie (Amelia Donaghy), Queen Latifah (Thelma), Michael Rooker (Captain Howard Cheney), Mike McGlone (Detective Kenny Solomon), Luis Guzmán (Eddie Ortiz) Avlamni kriminalgranskarin Lincoln Rhyme og løgreglukvinnan Amelia Donaghy stríðast ímóti tíðini, meðan tey royna at fanga ein ræðuligan hópdrápsmann Ræðandi spenningsfilmurin frá 1999 The Bone Collector The Bone Collector Á TV3 sunnukvøldið kl. 20.00 Mafiosurin Vitti (Robert DeNiro) krevur at fáa hjálp frá sálarlæknanum Dr. Sobol (Billy Crystal) í hesum skemtifilminum á Tv3 mikukvøldið Lívið hjá Dr. Sobol (Billy Crystal) og Laura MacNamara (Lisa Kudrow) verður órógvað av einum máttmiklum mafiosi, ið stríðist við angistnevrosu Á Kanal 5 mikukvøldið kl. 20.00 FILMSTEIGURIN HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Frumsýning – Billettprísur 55,- kr. Fríggjadagin 12.11. kl. 1615 Fríggjadagin 12.11. kl. 1845 Leygardagin 13.11. kl. 1615 Leygardagin 13.11. kl. 1845 Sunnudagin 14.11. kl. 1600 Sunnudagin 14.11. kl. 1830 Frumsýning Fríggjadagin 12.11. kl. 2115 Fríggjadagin 12.11. kl. 2300 Leygardagin 13.11. kl. 2115 Leygardagin 13.11. kl. 2330 Sunnudagin 14.11. kl. 2100 Sunnudagin 14.11. kl. 2315 Undanfrumsýning Fríggjadagin 12.11. kl. 2330 Fríggjadagin 12.11. kl. 2000 Leygardagin 13.11. kl. 2300 Sunnudagin 14.11. kl. 2215 Harra og frú Parr liva eitt heilt vanligt lív saman við børnum sínum, Violet, Dash og lítla Jack. Hvønn dag fer Bob Parr við bili til arbeiðis á trygg- ingarfelagnum, har hann metir um krøvini hjá kundum sínum, meðan Helen ansar heiminum. Í øllum førum skuldi eingin hildið, at tey bæði eisini eru superhetjurnar, Ótrú- ligi og Elestigentan. Stjórnin hevur sent báð- ar hetjurnar á penión, men at kalla síðani hava tey tó roynt at fáa Bob aftur í gamla starvið, men hann noktar fyri hesum. Brád- liga fær hann tó møguleik- an at taka lut í einum sera lønandi arbeiði, og tá fær hann ikki sagt nei. Kanska átti hann tó at sagt Helen frá hesum, tí arbeiðið er kanska ikki heilt soleiðis, sum Bob hevði roknað við. Tey ótrúligu Stórt úrval av DVD-filmum til sølu Fríggjadagin 12.11. kl. 1715 Leygardagin 13.11. kl. 2000 Sunnudagin 14.11. kl. 1930 Navnði er Sky Captain! Himnanna ókrýndi kong- ur, sum nú skal royna at bjarga menniskjuni. Svakið granskarin, Dr. Totenkopf og ætlanir hansara hóatta alla manna- ættina. Við hjálp frá tíð- indakvinnuni, Polly Per- kins og trúfasta Warhawk noyðist hetja okkara nú at stríðast í luftini, á vatni- num og í eldi, til tess at bjarga okkum. Talan er um eitt science- fitction ævintýr, har nýggjastu stjørnurnar í Hollywood verða saman- flættaðar við ein teldu- skaptan heim. Judy Law hevur leiklutin sum Sky Captain, og Gwyneth Pa- trov er Plly. Tá alt sær svarast út, fáa tey hjálp frá fyrrverandi flammuni hjá Sky, og so er klárt til tann heilt stóra dystin millum tað góða og tað ónda. Sky Captain and the World og Tomorrow C M Y K 31 30