týsdagur 12. juni 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
2
Útgevari: Sosialurin (juni 2018)
Ítróttarredaktørur: Tróndur Arge
Greinar: Teitur Joensen, Pætur Albinus og Heri Simonsen
Lýsingar: Terji Nielsen
Grafisk sniðgeving og umbróting:
Pætur Eyðunsson Jensen / Droym.fo
TÚ SITUR NÚ VIÐ HM-BLAÐNUM HJÁ SOSIALINUM. HETTA ER IKKI FYRSTU FERÐ, AT SOSIALURIN GEVUR
ÚT EITT HM ELLA EM-BLAÐ. VIT HALDA AT TAÐ HEVUR STÓRAN TÝDNING, AT VIT GEVA EITT BLAÐ
ÚT Á FØROYSKUM TIL TEY, SUM YNSKJA AT FYLGJA VIÐ HM-ENDASPÆLINUM Í RUSSLANDI
B
laðið er bæði ætlað teimum, sum hava
stóran áhuga fyri HM-endaspælinum,
men eisini teimum, ið ikki hava tíð ella
áhuga at fylgja við í gerandislívinum
í fótbólti, men kundu hugsað sær at fylgt við í
summar. Tí er blaðið sett upp í tvær síður fyri
hvønn bólk. Á fyrru síðuni eru allir hóparnir og
ein stutt samanumtøka av hvørjum landi. Á hini
síðuni er ein søga úr hvørjum bólki, saman við
øðrum upplýsningum, sum geva betri innlit í
søguna hjá londunum.
Hartil hava vit valt ein „føroyskan“ vinkul. Fyri
hvønn bólk hava vit tosað við onkran, sum hevur
samband við Føroyar og eitt land í tí bólkinum.
Talan er í fleiri førum um kend nøvn í føroyska
fótbóltsheiminum.
HM í Russlandi hevur verið fyri nógvum
kritikki. Fyrst var tað mátin, sum Russland, og
síðani Katar, vinnu sær rættin til at hýsa HM.
Síðani hevur nógv verið gjørt burturúr, at Russ
land á fleiri økjum er til reiðar, at hýsa HM enda
spælinum. Fleiri tilfeldi av rasistiskum atburði
hava eisini sett sín dám á upptaktina. Nú er HM
so her.
Síðani 1930 hevur kappast verið um HM-
steypið. Undantøkini eru í 1942 og 1946. Brasil
hevur vunnið tað fimm ferðir, meðan bæði
Týskland og Italia hava vunnið tað fýrar ferðir.
Verandi HM-vinnari er Týskland, sum í finaluni í
Brasil í 2014 vann 1-0 á Argentina.
Tað eru 32 lond við, har tað minsta er granna
tjóðin Ísland, sum er við á fyrsta sinni. Brasil,
Týskland, Spania, Frakland og Argentina eru
favorittar í hasi rekkjufylgjuni at vinna HM,
sambært veddingarsíðunum. Veddingarfyri
tøkurnar geva ikki Íslandi nógvar møguleikar,
tí tú fær pengarnar 200 ferðir aftur, um Gylfi
Sigurdsson og liðfelagirnir vinna HM.
Eitt HM endaspæl hevur mangan nakað nýtt
við sær. Hesa ferð verður VAR ein partur av enda
spælinum. Tað er Video Assisant Referee, sum
millum annað verður brúkt í Týsklandi og Italia.
FIFA hevur kunngjørt, at VAR verður ein partur
av spælinum í summar, hóast eitt nú Premier
League ella La Liga ikki brúka tað.
Flestu av okkum munnu hava minnir frá HM
endaspølum. Summi góð, so sum HM 86 við
Diego Maradona, og HM 1994, tá fótbólturin
kom til Hollywood. Meðan HM 1990 við nógvum
taktiskum dystum, HM 2002, har dystirnir blivu
spældir tíðliga á degnum og Vuvuzelaýlandi HM
í 2010 kanska ikki hava so góð minnir við sær.
Í grein í The Guardian stóð at lesa, at serfrøð
ingar eru komnir fram til, at tú minnist best
upplivingar, tá tú er millum 8 og 13 ár. Skilt á tann
hátt, at børn í tí aldrinum síggja stórt í tí, sum tey
uppliva tá. Hetta bleiv skrivað í samband við góð
ráð, um hvussu tú skal hyggja eftir HM. Eg giti
at fleiri av okkum kenna hetta aftur. Fyri meg eru
tað HM 1994 og HM 1998, sum standa sterkast
í myndini. Tá var eg 10 og 14 ár. Tí ert vert at
hugsa um, at fyri tey ungu í dag, so kann HM
2018 verða teirra stóra minni um fótbólt í lívinum.
Mín fyrsti fótbóltskærleiki var føroyska lands
liðið. Eg var 6 ára gamal, tá Føroyar vunnu á
Eysturríki í Landskrona. Eg havi altíð verið glaður
fyri, at spælarar tykjast at elska at spæla fyri
landsliðið hjá okkum. Av tí sama fái eg ordiliga
ilt, tá eg síggi eitt nú gøluna í 2010, tá franska
landsliðið noktaði at venja og umboðaði landið
hjá sær á minni hugaligan hátt.
Ein útlendskur venjari segði eina ferð við meg,
at í Føroyum er tað givið, at spælararnir spæla
fyri Føroyar og vilja vinna sum eitt lið. Tað er ikki
givið aðrastaðni, sum eitt nú Frakland í 2010. Tí
dámar mær væl at síggja, at serliga brasilska
landsliðið tykist hava so góðan liðanda. Hann
er so góður, at tað sigst at verða ein trupulleiki
í onkrum av feløgunum hjá teimum, tí spælarar
byrja at spara seg til landsliðið.
Størsti kritikkurin av Neymar Jr hevur verið,
at hann valdi at fara undir skuð umgangandi, tá
hann bleiv skaddur fyrr í ár. Hetta fyri við vissu
at blíva klárur til HM. Men tað er kanska ein av
orsøkunum, at eg gjarna síggi Brasil vinna sítt
sætta meistaraheiti.
Her at enda fari eg, at ynskja tykkum øllum
eitt gott HM. Vónandi kann hetta blaðið gera
upplivingina betri og vit fáa eitt minniligt HM,
har fótbólturin er í hásæti.
VÆLKOMIN
TIL HM-BLAÐIÐ
Tróndur Arge