týsdagur 12. juni 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
10
BÓLKUR B
Fýra ferðir áður hevur IRAN verið
við í HM (1978, 1998, 2006 og 2014).
Ongantíð er tað eydnast teimum at koma
víðari, og teir hava bara vunnið ein dyst
í HM. Hetta var ímóti USA í 1998.
Hetta verður sjeyndu ferð, at
PORTUGAL er við í HM. Teir vóru við
í 1966, 1986 og seinastu fýra ferðir
nar. Besta úrslitið var í 1966, tá ið teir
við Eusebio á odda vunnu bronsu.
MAROKKO hevur verið til HM fýra
ferðir (1970, 1986, 1994 og 1998). Í
1986 vunnu teir bólkin, men teir ruku
úr 1/8-finaluni. Hetta var fyrstuferð,
at eitt afrikanskt lið kom víðari í HM.
SPANIA er við í HM fyri 15. ferð. Teir blivu
heimsmeistarar í 2010 og fingu eitt fjórða pláss
í 1950, men annars hevur Spania ikki gjørt
nógv um seg í HM. Teir hava verið í fjórðings
finaluni fýra ferðir (1934, 1986, 1994 og 2002).
17 AV 23 LEIKARUM HJÁ MAROKKO ERU FØDDIR OG UPPVAKSNIR UTTANFYRI MAROKKO, OG
VENJARIN, FRANSKI HERVÉ RENARD, HEVUR ÚR AT GERA AT SAMANSJÓÐA TANN YMISKT MENTAÐA
HÓPIN, HAR TAÐ VERÐUR TOSAÐ FRANSKT, SPANSKT, HOLLENDSKT, FLAMSKT OG ARABISKT
F
leiri av londunum, sum eru við í
HM, hava leikarar, ið eru føddir í
einum øðrum landi, men eingin
kemur tætt við at hava eins nógvar
á liðnum sum Marokko. Heili 17 av teimum
23 leikarunum í hópinum hjá Marokko eru
føddir í einum øðrum landi.
– Familjan roynir at trýsta teg til at um
boða Marokko, segði Ruud Gullit, hjálpar
venjari á hollendska landsliðnum, tá ið
hann miseydnaðist í royndini at tosa
Nordin Amrabat til at spæla við Hollandi
heldur enn Marokko.
– Har var eingin møguleiki. Eg haldi ikki
teir hava nakað val, segði Gullit.
Tað er ikki ungdómsarbeiðinum heima
í Marokko at takka, at norðurafrikanska
landið er sloppið við ímillum 32 tey bestu
í HM-kappingini. Allarflestu leikararnir
eru nevniliga føddir í einum øðrum landi,
har teir eisini hava fingið sína fótbólts
uppaling. Teir hava snøgt sagt einki við
marokkanskan fótbólt at gera, men hava
tó játtað seg til at spæla við Marokko av tí
at teir hava familju haðani.
Fimm av teimum 23 á landsliðnum
hjá Marokko eru føddir og uppvaksnir í
Hollandi. Ímillum teirra eru Amrabat-brøð
urnir, Nordin og Sofyan, Ajax-spælarin
Hakim Ziyech og Groningen-spælarin
Mimoun Mahi. Allir fýra hava spælt við
hollendskum ungdómslandsliðum, men
valdu at skifta til Marokko tá ið møguleikin
var har.
– Eg hugsaði við hjartanum, og hjartað
valdi Marokko, segði Mimoun Mahi um
avgerðina at velja Marokko.
YMISK MÁL
Fyri summar eru tað ítróttarligu tilboðini,
sum eru tiltalandi, men fyri aðrar er tað
eisini fyri at gera familjuna hjá sær erpna.
Hakim Ziyech hevur spælt við U19, U20
og U21 hjá Hollandi, og hann hevur eisini
alment sagt, at hann hevði tikið avgerð um
framyvir at umboða føðilandið Holland í
fótbólti, men pípan fekk eitt annað ljóð so
hvørt sum útlitini at sleppa á hollendska
A-landsliðið hvurvu.
Hann valdi tá heldur at umboða
Marokko, og tað hevur hann gjørt síðan
2015.
Liðskiparin á marrokanska landslið
num, Medhi Benatia, er føddur í Fraklandi
og er uppaldur í Marseille, stórtalentið
á bakkinum, Ahraf Hakimi, er føddur í
Spania og uppaldur í Real Madrid, Mdhi
Carcela er føddur í Belgia og uppaldur í
Standard Liege – og soleiðis kundi ein
hildið áfram.
Einans seks av teimum 23 leikarunum á
landsliðnum kunnu kalla Marokko fyri sítt
føðiland.
Venjarin, Hervé Renard, er varugur við,
at hann hevur nógvar ymiskar mentanir á
liðnum hjá sær, og hann hevur eisini havt
eitt prát við hópin um hetta.
– Vit hava greitt teimum frá, at tað
týdningarmesta er liðandin, sigur franski
landsliðsvenjarin hjá Marokki í samrøðu
við New York Times.
– Liðandi er eitt krav fyri at avrika í fót
bólti. Og so er líka mikið hvaðani tú ert,
sigur hann.
Hervé Renard sigur í samrøðuni, at tað
inn ímillum kemur fyri, at leikarar ikki skilja
hvat hann sigur. Tá hevur tað verið málið,
ið hevur verið forðingin.
Leikararnir á landsliðnum hjá Marokko
tosa franskt, spanskt, hollendskt, flamskt
og arabiskt.
MAROKKO VIÐ
17 ÚTLENDINGUM
Hvørjar vónir hevur tú fyri
Spania í bólkinum? – Bólkurin hevur
tvey lið, ið fara at kappast um at vinna
bólkin, og tað eru Spania og Portugal. Eg
trúgvi Spania hevur styrkina sum krevst
at vinna bólkin. Vandamiklasta mót
støðuliðið verður Portugal og Cristiano
Ronaldo. Tann stóra tráanin hjá
Ronaldo hevur at vinna
kappingina, leinjað
saman við royndum
spælarum sum
Pepe, Rui Patricio
og Bruno Alves og
við ungu talentum,
sum Bernardi Silva,
Goncalo Guedes og
André Silva vil betra
portugisiska liðið. Ímóti
Portugal má Spania prógva
hví teir eru ein av favorittunum til at
koma í HM-finaluna.
Hvussu langt kann Spania
røkka í kappingini? – Spania við
nýggjum venjara, Julen Lopetegui hava
broytt spælistíl nakað. In duga vit væl at
hava bóltin, har vit bíða eftir at finna fríu
rúmini. Men Spania noktar ikki at spæla
kontraspæl í pørtum av dystunum, har
liðið hevur spælt meira beinleiðis og meira
djúpt. Eg haldi Spania hevur ein spælistíl
sum passar væl til spælararnar, og hetta
kann geva okkum tilfeingið til at fremja
eina framúrskarandi kapping. Eg vóni,
at Spania fer at hava framúr góð avrik.
Eg eri veruliga spentur. Men hetta er ein
HM-kapping. Tað merkir, at har eru stór
landslið við góðum spælarum og góðum
venjarum. At koma sigrandi frá uppgerð
unum ímóti hesum liðunum verður torført.
Hvør væntar tú vinnur HM?
– Sum spanióli sigi eg: Spania. Eg haldi
vit hava eitt nóg sterkt lið til at vinna HM.
Men eg má seta mínar pengar á eitt annað
landslið, og har er Brasil mín favorittur.
Brasiliumenn hava aftur eitt framúrskar
andi landslið, og vónbrotið sum teir høvdu
á heimavølli til seinasta HM-endaspæl
merkir, at teir hava eina stóra skuld sum
teir mugu rinda aftur til sínar landsmenn
við einum góðum avriki.
„EG MÁ
SETA MÍNAR
PENGAR Á
EITT ANNAÐ
LANDSLIГ
DENNIS NIEBLAS MORENO,
SPANIA: