týsdagur 12. juni 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
12
DANMARK
FRAKLAND
AVSTRALIA
PERU
VEGURIN TIL HM: Danmark er aftur í HM
eftir at teir ikki vóru við í 2014. Tað sá svart
út tíðliga í undankappingini, men við góðum
endaspurti – fimm sigrum og tveimum
javnleikum – blivu teir nummar tvey.
VENJARIN: Åge Haraide er kanska ein av
teimum minni tiltalandi venjarunum í HM,
men hann hevur fingið skil á spæliskipanina
og hevur harumframt fingið útloyst evnini
hjá Christiani Eriksen og givið honum ein
Tottenham-líknandi leiklut.
PROFILARNIR: Christian Eriksen er
lyklaleikarin. Hann er tekniskt væl fyri, og
hansara eyga fyri spælinum í fría leiklutinum
skapar góðar støður – tað gera skotini hjá
honum eisini: 11 mál í 12 undandystum.
SAMANUMTIKIÐ: Danmark hevur ikki
spælt seg víðari í HM síðani 2002, men nú er
møguleikin her. Liðið er væl samansnikkað
og lutakastið er yvirkomiligt.
VEGURIN TIL HM: Frakland vann undan
bólkin fýra stig frammanfyri Svøríki og
Holland, men tað var ikki uttan nøkur
stetl á vegnum. Teir taptu ímóti Svøríki
og fingu javnleik ímóti Hvítarusslandi og
Luksemburg.
VENJARIN: Didier Deschamps vil stýra
spælinum og hevur í undankappingini latið
dyrnar upp fyri meira av vongspæli – hetta
eitt nú við at tynna um verjukenda miðvøllin,
har Kanté tó er eftir sum ein framúrskarandi
uppruddari.
PROFILARNIR: Hóast skiftandi avrik og
lágt botnstøði, so er Paul Pogba á einum
vanligum degi týdningarmikil fyri franska
landsliðið, har vælgávaði Griezmann er
størsta hóttanin í álopspartinum.
SAMANUMTIKIÐ: Ein óhugnaliga góður
og breiður hópur skrúvar fronsku vónina
langt upp, og tað eru mong, ið halda, at
Frakland er eitt gott boð upp á ein komandi
heimsmeistara.
STJØRNUSKOTIÐ Í BÓLKINUM...
MÁL
FELAG
1 Kasper Schmeichel (31) 34/0
Leicester City
16 Jonas Lössl (29) 1/0
Huddersfield Town
22 Frederik Rønnow (25) 6/0
Brøndby
VERJA
3 Jannik Vestergaard (25) 16/1 B. Mönchengladb.
4 Simon Kjær, liðsk. (29) 77/3
Sevilla
5 Jonas Knudsen (25) 3/0
Ipswich Town
6 Andreas Christensen (22) 15/1
Chelsea
13 Mathias Jørgensen (28) 12/0 Huddersfield Town
14 Henrik Dalsgaard (28) 10/0
Brentford
17 Jens Stryger Larsen (27) 12/1
Udinese
MIÐJA
2 Michael Krohn-Dehli (35) 58/6
Dep. La Coruña
7 William Kvist (33) 79/2
FC Copenhagen
8 Thomas Delaney (26) 26/4
Werder Bremen
10 Christian Eriksen (26) 77/21 Tottenham Hotspur
18 Lukas Lerager (24) 3/0
Bordeaux
19 Lasse Schöne (32) 35/3
Ajax
ÁLOP
9 Nicolai Jørgensen (27) 30/8
Feyenoord
11 Martin Braithwaite (27) 19/1
Bordeaux
12 Kasper Dolberg (20) 5/1
Ajax
15 Viktor Fischer (24) 18/3
FC Copenhagen
20 Yussuf Poulsen (23) 27/3
RB Leipzig
21 Andreas Cornelius (25) 18/4
Atalanta
23 Pione Sisto (23) 13/1
Celta Vigo
MÁL
FELAG
1 Hugo Lloris, liðsk. (31) 97/0 Tottenham Hotspur
16 Steve Mandanda (33) 27/0
Marseille
23 Alphonse Areola (25) 0/0
Paris Saint-Germain
VERJA
2 Benjamin Pavard (22) 5/0
VfB Stuttgart
3 Presnel Kimpembe (22) 2/0 Paris Saint-Germain
4 Raphaël Varane (25) 41/2
Real Madrid
5 Samuel Umtiti (24) 18/2
Barcelona
17 Adil Rami (32) 35/1
Marseille
19 Djibril Sidibé (25) 16/1
Monaco
21 Lucas Hernández (22) 4/0
Atlético Madrid
22 Benjamin Mendy (23) 6/0
Manchester City
MIÐJA
6 Paul Pogba (25) 53/9
Manchester United
12 Corentin Tolisso (23) 8/0
Bayern Munich
13 N’Golo Kanté (27) 23/1
Chelsea
14 Blaise Matuidi (31) 66/9
Juventus
15 Steven Nzonzi (29) 4/0
Sevilla
ÁLOP
7 Antoine Griezmann (27) 53/20
Atlético Madrid
8 Thomas Lemar (22) 11/3
Monaco
9 Olivier Giroud (31) 73/31
Chelsea
10 Kylian Mbappé (19) 14/3
Paris Saint-Germain
11 Ousmane Dembélé (21) 11/2
Barcelona
18 Nabil Fekir (24) 11/2
Lyon
20 Florian Thauvin (25) 4/0
Marseille
MÁL
FELAG
1 Mathew Ryan (26) 43/0 Brighton & Hove Albion
12 Brad Jones (36) 5/0
Feyenoord
18 Danny Vukovic (33) 1/0
Genk
VERJA
2 Milos Degenek (24) 18/0
Yokohama F. Marinos
3 James Meredith (30) 2/0
Millwall
5 Mark Milligan (32) 70/6
Al-Ahli
6 Matthew Jurman (28) 4/0
Suwon Samsung Bl.
16 Aziz Behich (27) 22/2
Bursaspor
19 Josh Risdon (25) 7/0 Western Sydney Wanderers
20 Trent Sainsbury (26) 34/3
Grasshoppers
MIÐJA
8 Massimo Luongo (25) 35/5 Queens Park Rangers
13 Aaron Mooy (27) 33/5
Huddersfield Town
15 Mile Jedinak, liðsk. (33) 75/18
Aston Villa
22 Jackson Irvine (25) 18/2
Hull City
23 Tom Rogic (25) 36/7
Celtic
ÁLOP
4 Tim Cahill (38) 105/50
Millwall
7 Mathew Leckie (27) 52/8
Hertha BSC
9 Tomi Juric (26) 34/8
Luzern
10 Robbie Kruse (29) 63/5
VfL Bochum
11 Andrew Nabbout (25) 3/1 Urawa Red Diamonds
14 Jamie Maclaren (24) 6/0
Hibernian
17 Daniel Arzani (19) 1/0
Melbourne City
21 Dimitri Petratos (25) 2/0
Newcastle Jets
MÁL
FELAG
1 Pedro Gallese (28) 37/0
Veracruz
12 Carlos Cáceda (26) 4/0
Deportivo Municipal
21 José Carvallo (32) 6/0
UTC
VERJA
2 Alberto Rodríguez (34) 58/0
Atlético Junior
3 Aldo Corzo (29) 25/0
Universitario
4 Anderson Santamaría (26) 3/0
Puebla
5 Miguel Araujo (23) 7/0
Alianza Lima
6 Miguel Trauco (25) 26/0
Flamengo
15 Christian Ramos (29) 65/3
Veracruz
17 Luis Advíncula (28) 64/0
Lobos BUAP
MIÐJA
7 Paolo Hurtado (27) 31/3
Vitória de Guimarães
8 Christian Cueva (26) 43/8
São Paulo
13 Renato Tapia (22) 22/1
Feyenoord
14 Andy Polo (23) 16/1
Portland Timbers
16 Wilder Cartagena (23) 3/0
Veracruz
19 Yoshimar Yotún (28) 72/2
Orlando City
23 Pedro Aquino (23) 12/0
Lobos BUAP
ÁLOP
9 Paolo Guerrero, liðsk. (34) 87/34
Flamengo
10 Jefferson Farfán (33) 83/25 Lokomotiv Moscow
11 Raúl Ruidíaz (27) 30/4
Morelia
18 André Carrillo (27) 44/5
Watford
20 Edison Flores (24) 28/9
AaB
22 Nilson Loyola (23) 3/0
Melgar
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
VEGURIN TIL HM: Avstralia er við í HM
fjórðu ferð á rað. Eftir eina undankapping,
sum var upp og niður, sluppu teir við í enda
spælið við at vinna teprar playoff-sigrar
ímóti Sýria og Honduras.
VENJARIN: Bert van Marwijk hevur tikið um
endan eftir at Ange Postecoglou brádliga
segði seg úr starvi. Marwijk ynskir at hava
bóltin, men í HM fara teir helst eftir at spæla
upp á umstillingar.
PROFILARNIR: Tekniskt dugnaligi álops
kendi Celtic-miðvallarin, Tom Rogic, fær ein
týðandi leiklut, og tað fáa stríðsmenninir á
verjukenda miðvøllinum, Aaron Mooy og
Mile Jedinak, eisini.
SAMANUMTIKIÐ: Við nýggjum venjara
og avmarkaðum evnum er tað liðavrikið,
sum skal bera teir frá „down under“ fram
í kappingini, har teir tó ikki eru spáddir at
hava stóran møguleika í hesum bólkinum.
VEGURIN TIL HM: Fyrsta HM-luttøkan í 36
ár fekst til vega við einum fimtaplássi, har
teir eitt nú vunnu á Kolumbia og fingu javnt
ímóti Argentina, og síðani einum samlaðum
playoff-sigri ímóti Ný Sælandi.
VENJARIN: Undir Ricardo Gareca sleppa
teir lættbeintu og tekniskt dugnaligu
spælararnir at spæla kvikan, avbjóðandi
og beinleiðis fótbólt, ið er undirhaldandi at
hyggja eftir.
PROFILARNIR: Jefferson Farfán er
týdningarmesti leikarin hjá Peru, har hann
bæði kann spæla vongur og áleypari. Hann
er kvikur, tekniskt væl fyri og hevur sam
stundis eina málnøs.
SAMANUMTIKIÐ: Peru er nummar 11 í
heiminum, men er tó ikki spátt nógvar
møguleikar – áleið á støði við Avstralia.
Verjuparturin er lágvaksin og lutfalsliga
veikur. Skal tað eydnast at taka onkran á
bóli, má óttaleysi spælistílurin rigga til UG.
16. juni 11.00
FRAKLAND
AVSTRALIA
Kazan
16. juni 17.00
PERU
DANMARK
Saransk
21. juni 13.00
DANMARK
AVSTRALIA
Samara
21. juni 16.00
FRAKLAND
PERU
Yekaterinburg
26. juni 15.00
DANMARK
FRAKLAND
Moskva
26. juni 15.00
AVSTRALIA
PERU
Sochi
DAGUR
KLOKKAN
LEIKSTAÐUR
DYSTARSKRÁ
19 ára gamli KYLIAN
MBAPPÉ hjá Fraklandi
er eitt av heimsins størstu
talentum, og tað sigst
kosta PSG eina milliard at
keypa hann úr Monaco.
Man hann fara at
prógva í HM, at
hann er pengarnar
verdur?
38 ára gamli TIM CAHILL kann gerast søguligur í Russlandi. Hetta verður fjórða HM-endaspælið hjá honum, og higar
til hevur hann skorað mál í øllum teimum trimum undanfarnu HM-endaspølunum. Megnar hann at fáa mál í kappingini
í Russlandi í summar, so verður hann partur av einum heilt serligum selskapi av leikarum, sum hava skotið mál í fýra
ymiskum HM-endaspølum. Hesin listin telur sum nú er bert tríggjar leikarar. Pelé, Uwe Seeler og Miroslav Klose.
BÓLKUR C