týsdagur 12. juni 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
14
DANMARK hevur verið við í HM fýra ferðir
áður. Besta úrslitið fingu teir í 1998, tá ið teir
taptu tepurt ímóti Brasilia í fjórðingsfinaluni.
Tvær ferðirnar ruku teir í 1/8-finaluni, og bara
einaferð (2010) komu teir ikki víðari úr bólkinum.
Ikki færri enn 14 ferðir áður hevur
FRAKLAND verið við í HM. Tað er
blivið til gull í 1998, silvur í 2006 og
bronsu í 1958 og 1986. Seinast taptu
teir fjórðingsfinaluna ímóti Týsklandi.
Hetta er fimtu ferð, at AVSTRALIA er við
í HM. Bara einaferð (2006) eydnaðist
tað at koma víðari úr bólkinum, og tá
bleiv tað til eitt tap í 1/8-finaluni. Í 2014
taptu teir allar tríggjar dystirnar.
PERU hevur verið við til HM fýra ferðir
(1930, 1970, 1978 og 1982). Besta úrslitið
var í 1970, tá ið teir komu í fjórðings
finaluna. Í 1978 komu teir til millumspælið,
og í 1930 og 1982 ruku teir út í bólkinum.
EIN DOPINGDÓMUR HEVUR
GJØRT HM-LUTTØKUNA HJÁ
PERUVIANSKA LIÐSKIPARANUM,
PAOLO GUERRERO, MEIRA ENN
IVASAMA, MEN BARA TVÆR
VIKUR ÁÐRENN HM SETTI EIN
SVEISISKUR DÓMSTÓLUR
AVGERÐINI HJÁ CAS Á STANDBY,
OG HARVIÐ ER FRØIN Í PERU
STÓR, NÚ ÁLOPSHETJAN
AFTUR SLEPPUR AT VERA
VIÐ Á LANDSLIÐNUM
V
it leita aftur til tann 5. oktobur
2017. Staðið er La Bombonera
leikvøllurin í Buenos Aires, har
Argentina tekur ímóti Peru.
Saman við Kili og Paraguay stríðast júst
hesi bæði londini um at røkka einum 4.
ella 5. plássi í suðuramerikansku undan
kappingini, har annað av plássunum gevur
beinleiðis atgongd til HM, meðan hitt
gevur ein playoff dyst.
Á liðnum hjá gestunum úr Peru gongur
Paolo Guerrero sum tann fyrsti inn á vøllin.
34 ára gamli liðskiparin, sum eitt skifti
spældi í Bayern München, hevur í sínum
87 landsdystum skotið 34 mál, og í heim
landinum hevur hann langt síðani vunnið
sær hetjustatus fyri sínar dygdir á fót
bóltsvøllinum.
Hetta kvøldið á La Bombonera er hann
við til at verja ein sera týdningarmiklan
málleysan javnleik í hús. Tríggjar dagar
seinni gongur sami Guerrero aftur á
odda, tá Peru spælir 1-1 á heimavølli móti
Kolumbia. Liðskiparin spælir ein høvuðs
leiklut í dystinum, tá hann við 10 minuttum
eftir við støðuna 1-0 til Kolumbia skal
skjóta fríspark stutt uttan fyri brotsteigin.
Talan er um óbeinleiðis fríspark, men
Guerrero velur hóast hetta at smekka til
móti málinum. Málmaðurin hjá Kolumbia
hevur hondina á bóltinum á veg inn í
málið, og harvið verður málið skrásett
sum sjálvmál. Í Peru er eingin tó í iva
um, at Guerrero átti málið, sum tryggjaði
Playoff-dystirnar móti Ný Sælandi. Hesar
báðar dystirnar vann Peru sannførandi,
og harvið skal Peru taka lut í HM fyri fyrstu
ferð í 36 ár.
Tað var tó uttan Guerrero, at Peru vann
avgerandi dystirnar móti Ný Sælandi.
Seinastu dystirnir í suðuramerikansku
undankappingini fingu nevniliga eitt
keðiligt eftirspæl fyri liðskiparin hjá Peru.
TIKIN FYRI DOPING
Stutt eftir teir báðar landsdystirnar ímóti
Argentina og Kolumbia kom tað fram, at
Paolo Guerrero varð testaður positivur fyri
at hava nýtt ólógliga evnið kokain í dyst
inum móti Argentina. Hann bleiv dømdur
leikbann í eitt ár, og hetta gjørdist byrjanin
til eitt langt stríð fyri bæði Guerrero og tað
peruvianska fótbóltssambandið. Dómurin
bleiv kærdur alt fyri eitt, og eydnan var við
teimum. Ein kærumyndugleiki hjá FIFA
valdi at hálvera leikbanni, men gleðin var
stokkut.
Málið bleiv kært víðari til altjóða
ítróttardómstólin, CAS, sum í mai mánaði
longdi um upprunaliga dómin, soleiðis at
Guerrero nú bleiv dømdur leikbann í 14
mánaðir, sjálvt um CAS í dóminum stað
festi, at Guerrero hevði tikið hetta av mis
gávum og ikki hevði til endamáls at vinna
sær nakrar fyrimunir á vøllinum.
Peru kempaði tó víðari fyri at fáa teirra
hetju klára til HM, og tann 31. mai – bert
tvær vikur áðrenn fyrsta HM-dystin – setti
ein dómstólur í Sveis leikbanni á standby,
meðan HM-endaspælið verður spælt.
Tríggjar dagar seinni var Guerrero við
aftur landsliðnum í vinardysti móti Saudi
Arabia. Peru vann 3-0, og liðskiparin fekk
tvey av málunum.
– Tað var ein ógvuliga kensluborin
dagur fyri hann, fyri hansara liðfelagar, fyri
allar áskoðararnar og fyri hansara familju,
og eg eri sera fegin, segði landsliðsvenj
arin Ricardo Gareca sambært Reuters eftir
landsdystin móti Saudi Arabia.
Peru er í bólki C saman við Fraklandi,
Danmark og Avstralia. Frakland er stór
favorittur at koma víðari úr bólkinum,
meðan hini trý londini at síggja til skulu
kappast um 2. plássið.
LIÐSKIPARIN ER
KLÁRUR HÓAST
DOPINGDÓM
Hvørjar vónir hevur tú fyri
Danmark í bólkinum?
– Eg vænti púra víst, at Danmark vinnur
seg víðari sum nummar tvey í bólkinum, og
eg vænti Danmark fer at vísa seg sum eitt
meira stabilt lið enn teir hava víst higartil.
Hvussu langt kann Danmark
røkka í HM-endaspælinum?
– Uha hatta er ein torførur spurningur.
Eg vil siga, at teir mugu yvirraska um teir
skulu vinna seg víðari frá áttandaparts
finalunum. Stórur møguleiki er fyri, at
teir møta Argentina sum væntandi blívur
nummar 1 í bólki D. Eg meti, at Frakland
sum er í okkara bólki, og Argentina eru
bæði sterkari enn Danmark, so eg vænti
ikki, at Danmark slær besta avrikið sum
var fjórðingsfinalan í HM-endaspælinum í
1998. Men ein skal aldrin siga aldrin.
Hvør væntar tú vinnur HM?
– Brasil. Tað hevur verið nær og næstan
hjá teimum fleiri ferðir, og teir hava
vunnið fimm HM-heiti higartil, og er
mest vinnandi landið. Nú eru teir yngru
hjá Brasil blivnir eldri, og eru meira
rutineraðir, og teir hava vunnið steyp við
sínum felagsliðum, og síggja tí veruliga
sterkir út. Brasil fær tað tó torført um teir
møta Týsklandi.
„DANMARK
FER AT VÍSA
SEG SUM
EITT MEIRA
STABILT LIÐ
ENN TEIR
HAVA VÍST
HIGARTIL“
SEBASTIAN PINGEL,
DANMARK:
BÓLKUR C
34 ára gamli liðskiparin hjá Peru, Paolo Guerrero,
skorar her eitt av tveimum málum í vinardysti
móti Saudi Arabia, bert tríggjar dagar eftir at
dopingleikbannið hjá honum var sett á standby.