týsdagur 12. juni 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
16
ARGENTINA
KROATIA
ÍSLAND
NIGERIA
VEGURIN TIL HM: Tað var ikki fyrr enn
í evstu løtu, at Argentina tryggjaði sær
HM-luttøku. Tað bleiv bara til sjey sigrar
í 18 dystum, men Lionel Messi syrgdi fyri
2-1-sigri í avgerandi dystinum ímóti Ekvador.
VENJARIN: Jorge Sampaoli leggur trýstið
høgt og dámar væl at blanda kortini. Hann
má tó fáa skil á sentrala miðvøllin, sum
haltaði í undankappingini og gav nógvar
málmøguleikar burtur.
PROFILARNIR: Argentina hevur stór nøvn
í álopspartinum, har Agüero, Higuain,
Dybala, Di Maria og Messi kunnu gera av við
einhvørja verju. Essið er nærum sjálvsagt
stjørnudriblarin, Lionel Messi.
SAMANUMTIKIÐ: Argentina er favorittur
at sleppa víðari úr bólkaspælinum, men
hesaferð eru teir ikki ímillum avgjørdu HM-
favorittarnar. Kemur álopsmaskinan í gongd,
kunnu teir tó koma heilt langt.
VEGURIN TIL HM: Tað var ikki uttan
trupulleikar, at Kroatia spældi seg til HM.
Teir endaðu nummar tvey í undankappingini,
aftanfyri Ísland, men vunnu síðani playoff-
dystirnar ímóti Grikkalandi.
VENJARIN: Ante Čačić fekk sekkin áðrenn
síðsta bólkadystin. Zlatko Dalić tók við,
og hóast honum dámar væl at spæla
kropsligan fótbólt, so hevur liðið eisini
natúrligar styrkir í tí tekniska og skapandi.
PROFILARNIR: Í Luka Modrić eigur Kroatia
ein miðvallara í heimsflokki. Hann hevur risa
stóra ábyrgd á miðvøllinum, meðan málini
helst skulu koma frá arbeiðshestinum har
frammi, Mario Mandžukić.
SAMANUMTIKIÐ: Kroatia hevur eitt sera
væl mannað lið allastaðni á vøllinum. Teir eru
mettir at koma víðari saman við Argentina,
men bólkurin er ein av teimum javnastu í
kappingini, so nógv kann henda.
STJØRNUSKOTIÐ Í BÓLKINUM...
MÁL
FELAG
1 Nahuel Guzmán (32) 6/0
UANL
12 Franco Armani (31) 0/0
River Plate
23 Willy Caballero (36) 3/0
Chelsea
VERJA
2 Gabriel Mercado (31) 20/3
Sevilla
3 Nicolás Tagliafico (25) 4/0
Ajax
4 Cristian Ansaldi (31) 5/0
Torino
6 Federico Fazio (31) 9/1
Italy Roma
8 Marcos Acuña (26) 10/0
Sporting CP
13 Maximiliano Meza (25) 2/0
Independiente
14 Javier Mascherano (34) 143/3 Hebei China Fort.
16 Marcos Rojo (28) 56/2
Manchester United
17 Nicolás Otamendi (30) 54/4
Manchester City
18 Eduardo Salvio (27) 9/0
Benfica
MIÐJA
5 Lucas Biglia (32) 57/1
Milan
7 Éver Banega (29) 62/6
Sevilla
11 Ángel Di María (30) 94/19
Paris Saint-Germain
15 Enzo Pérez (32) 23/1
River Plate
20 Giovani Lo Celso (22) 5/0
Paris Saint-Germain
22 Cristian Pavón (22) 5/0
Boca Juniors
ÁLOP
9 Gonzalo Higuaín (30) 71/31
Juventus
10 Lionel Messi, liðsk. (30) 124/64
Barcelona
19 Sergio Agüero (30) 85/37
Manchester City
21 Paulo Dybala (24) 12/0
Juventus
MÁL
FELAG
1 Dominik Livaković (23) 1/0
Dinamo Zagreb
12 Lovre Kalinić (28) 10/0
Gent
23 Danijel Subašić (33) 37/0
Monaco
VERJA
2 Šime Vrsaljko (26) 35/0
Atlético Madrid
3 Ivan Strinić (30) 42/0
Sampdoria
5 Vedran Ćorluka (32) 98/4
Lokomotiv Moscow
6 Dejan Lovren (28) 38/2
Liverpool
13 Tin Jedvaj (22) 11/0
Bayer Leverkusen
15 Duje Ćaleta-Car (21) 1/0
Red Bull Salzburg
21 Domagoj Vida (29) 58/2
Beşiktaş
22 Josip Pivarić (29) 19/0
Dynamo Kyiv
MIÐJA
7 Ivan Rakitić (30) 91/14
Barcelona
8 Mateo Kovačić (24) 40/1
Real Madrid
10 Luka Modrić, liðsk. (32) 105/12
Real Madrid
11 Marcelo Brozović (25) 34/6
Inter Milan
14 Filip Bradarić (26) 4/0
Rijeka
19 Milan Badelj (29) 37/1
Fiorentina
ÁLOP
4 Ivan Perišić (29) 65/17
Inter Milan
9 Andrej Kramarić (26) 30/8
1899 Hoffenheim
16 Nikola Kalinić (30) 41/15
Milan
17 Mario Mandžukić (32) 82/30
Juventus
18 Ante Rebić (24) 15/1
Eintracht Frankfurt
20 Marko Pjaca (23) 16/1
Schalke 04
MÁL
FELAG
1 Hannes Þór Halldórsson (34) 49/0
Randers
12 Frederik Schram (23) 4/0
Roskilde
13 Rúnar Alex Rúnarsson (23) 3/0
Nordsjælland
VERJA
2 Birkir Már Sævarsson (33) 79/1
Valur
5 Sverrir Ingi Ingason (24) 20/3
Rostov
6 Ragnar Sigurðsson (31) 77/3
Rostov
14 Kári Árnason (35) 67/5
Aberdeen
15 Hólmar Örn Eyjólfsson (27) 10/1
Levski Sofia
18 Hörður Björgvin Magnússon (25) 16/2 Bristol C.
23 Ari Freyr Skúlason (31) 56/0
Lokeren
MIÐJA
3 Samúel Friðjónsson (22) 4/0
Vålerenga
4 Albert Guðmundsson (20) 5/3
PSV Eindhoven
7 Jóhann Berg Guðmundsson (27) 67/7
Burnley
8 Birkir Bjarnason (30) 67/9
Aston Villa
10 Gylfi Sigurðsson (28) 57/19
Everton
16 Ólafur Ingi Skúlason (35) 36/1 Kar. Karabükspor
17 Aron Gunnarsson, liðsk. (29) 77/2
Cardiff City
19 Rúrik Gíslason (30) 47/3
SV Sandhausen
20 Emil Hallfreðsson (33) 64/1
Udinese
21 Arnór Ingvi Traustason (25) 19/5
Malmö FF
ÁLOP
9 Björn Bergmann Sigurðarson (27) 12/1
Rostov
11 Alfreð Finnbogason (29) 47/13
FC Augsburg
22 Jón Daði Böðvarsson (26) 38/2
Reading
MÁL
FELAG
1 Ikechukwu Ezenwa (29) 24/0
Enyimba
16 Daniel Akpeyi (32) 7/0
Chippa United
23 Francis Uzoho (19) 6/0
Deportivo La Coruña
VERJA
2 Brian Idowu (26) 5/1
Amkar Perm
3 Elderson Echiéjilé (30) 62/3
Cercle Brugge
5 William Troost-Ekong (24) 22/1
Bursaspor
6 Leon Balogun (29) 19/0
Mainz 05
12 Shehu Abdullahi (25) 25/0
Bursaspor
20 Chidozie Awaziem (21) 4/0
Nantes
21 Tyronne Ebuehi (22) 7/0
ADO Den Haag
22 Kenneth Omeruo (24) 39/0
Kasımpaşa
MIÐJA
4 Wilfred Ndidi (21) 17/0
Leicester City
8 Oghenekaro Etebo (22) 14/1
Las Palmas
10 John Obi Mikel, liðsk. (31) 85/6
Tianjin TEDA
15 Joel Obi (27) 17/0
Torino
17 Ogenyi Onazi (25) 52/1
Trabzonspor
19 John Ogu (30) 20/2
Hapoel Be’er Sheva
ÁLOP
7 Ahmed Musa (25) 72/13
CSKA Moscow
9 Odion Ighalo (28) 19/4
Changchun Yatai
11 Victor Moses (27) 34/11
Chelsea
13 Simeon Nwankwo (26) 2/0
Crotone
14 Kelechi Iheanacho (22) 18/8
Leicester City
18 Alex Iwobi (22) 19/5
Arsenal
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
(Aldur) Landsdystir/-mál
VEGURIN TIL HM: Grannar okkara fyri
vestan eru á fyrsta sinni við í HM. Teir vunnu
sín bólk frammanfyri Kroatia, Ukraina,
Turkaland, Finnland og Kosovo. Teir vunnu
sjey, spældu ein javnan og taptu tveir.
VENJARIN: Heimir Hallgrímsson spælir eina
klassiska 4-4-2-uppstilling, og hann kann
altíð vera tryggur við, at hann fær 100% frá
sínum leikarum. Stríðshugaðu víkingarnir
mynda eina framúr sterka eind.
PROFILARNIR: Sum ávikavist kreatørur og
uppruddari hava Gylfi Sigurðsson og Aron
Gunnarsson stóran týdning á miðvøllinum.
Vinstrabeinti vongurin, Jóhann Berg
Guðmundsson, er eisini í góðum formi.
SAMANUMTIKIÐ: Gylfi er í ivasomum formi
eftir skaðasteðg og Ísland hevur fingið ein
truplan bólk, men teir hava áður gjørt tað
óvæntaða, so teir kunnu als ikki útilokast at
spæla seg víðari.
VEGURIN TIL HM: Nigeria spældi seg víðari
úr einum lutfalsliga sterkum undanbólki,
har eitt nú Kamerun, Algeria og Gambia
vóru við. Ter fingu 13 stig fyri seks dystir og
vunnu eitt nú 4-0 á Kamerun.
VENJARIN: Týski Gernot Rohr hevur einans
tapt ein dyst, síðani hann tók við Nigeria
í 2016, og eitt skifti til 3-5-2-uppstilling
herfyri hevur eydnast væl og skapt meira
álopskendan og undirhaldandi fótbólt.
PROFILARNIR: Royndi miðvallarin, John
Obi Mikel, er balansuspælari og skal
binda liðið saman. Hann er lyklaleikarin. Í
álopspartinum skulu málini helst koma frá
Alex Iwobi og Kelechi Iheanacho.
SAMANUMTIKIÐ: Saman við Íslandi
verður Nigeria tað liðið, sum má fremja tað
óvæntaða fyri at koma víðari. Teir spældu
seg víðari seinasta HM, og teir hava eisini
liðið til at kunna taka onkran á bóli.
16. juni 14.00
ARGENTINA
ÍSLAND
Moskva
16. juni 20.00
KROATIA
NIGERIA
Kaliningrad
21. juni 19.00
ARGENTINA
KROATIA
Nizhny Novgorod
22. juni 16.00
NIGERIA
ÍSLAND
Volgograd
26. juni 19.00
NIGERIA
ARGENTINA
Skt. Pætursborg
26. juni 19.00
ÍSLAND
KROATIA
Rostov-on-Don
DAGUR
KLOKKAN
LEIKSTAÐUR
DYSTARSKRÁ
KELECHI IHEANACHO
úr Nigeria kostaði
Leicester 200 milliónir
krónur. Hann hevur
gjørt um seg í Premier
League, men eisini á
landsliðnum við átta
málum í 15 dystum. Alt
hetta hóast hann bara
er 21 ár.
Stutt undan HM kom ARGENTINA av álvara í andglettin, tá liðið skuldi spæla ein vinardyst á útivølli móti Ísrael. Palestinensar vóru í øðini
um at dysturin skuldi spælast á Teddy Kollek leikvøllinum í Vestur Jerusalem, har ein palestinensisk bygd var blivin oyðiløgd undir ísraelsku
stovningini í 1948. Leiðarin í palestinensiska fótbóltssambandinum fór so langt sum til at heita á arabiskar fótbóltsfjepparar um at brenna
plakatir av Lionel Messi, um dysturin bleiv spældur. Trýstið frá palestinensum vísti seg at rigga, tí Argentina valdi at enda at avlýsa dystin.
BÓLKUR D