týsdagur 12. juni 2018síða 42
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
18
Tvær ferðir áður hevur ARGENTINA verið
heimstari. Í 1978 við Mario Kempes á odda
og í 1986 við Diego Maradona á odda.
Teir eru harnæst blivnir nummar tvey
tríggjar ferðir (1930, 1990 og 2014).
Síðani skilnaðin frá Jugoslavia í 1991
hevur KROATIA verið við til HM fýra
ferðir. Í 2002, 2006 og 2014 ruku teir úr
bólkaspælinum, men í 1998 vann Kroatia,
við Boban og Suker á liðnum, bronsu.
ÍSLAND er við í HM fyri fyrstuferð. Teir
vóru tætt við at spæla seg til HM í 2014,
tá ið teir taptu playoff-dystirnar ímóti
Kroatia samanlagt 2-0. Í EM í 2016
komu teir tó heilt til fjórðingsfinaluna.
NIGERIA var við í HM fyrstuferð í 1994, og
hava verið við hvørjaferð síðani – burtursæð
frá í 2006. Super Eagles, sum teir eisini
verða nevndir, hava verið í 1/8-finaluni
tríggjar ferðir (1994, 1998 og 2014)
26 ÁRA GAMLI ANDREJ
KRAMARIC NOKTAÐI Í UNGUM
ALDRI AT SKRIVA UNDIR EIN
PERSÓNLIGAN SÁTTMÁLA VIÐ
FORSETAN Í DINAMO ZAGREB,
SUM Í DAG ER ÁKÆRDUR FYRI
MUTUR. HANN STÓÐ FAST
VIÐ SÍNI PRINSIPPIR, MEN
VEGURIN ÚT Í EVROPA BLEIV
AV TÍ SAMA TRUPLARI
A
ndrej Kramaric er høgt virdur í
heimlandinum, Kroatia. Hann
er ikki tann størsta stjørnan á
landsliðnum og hevur ei held
ur havt tað mest lýsandi yrkisleiðina. Hann
hevur heldur ikki av álvara sligið sítt navn
fast á kroatiska landsliðnum, men hóast
hetta so elska áskoðararnir hann, tí at
hann á sín egna hátt hevur stríðst ímóti
mutri í heimlandinum. Eitt stríð, sum í
nógvar mátar hevur kompliserað yrkisleið
hansara.
STRÍDDIST MÓTI FORSETANUM
26 ára gamli Kramaric er uppvaksin í
Zagreb, og longu sum 6 ára gamal byrj
aði hann at leika ungdómsfótbólt fyri
stórfelagið Dinamo Zagreb, sum hann og
familjan eisini stuðlaðu. Kramaric var ein
sera evnaríkur áleypari, og sambært hon
um sjálvum hevur hann skotið heili 452
mál í ungdómsdeildunum fyri Dinamo.
Nógvu málini gjørdu, at forsetin í felag
num, Zdravko Mamic, fekk eyguni upp
fyri Kramaric og vildi hava hann at skriva
undir ein persónligan sáttmála við felagið.
Ein sáttmáli, sum m.a. innibar, at forsetin
sjálvur fekk ein stóran part av lønini hjá
Kramaric, umframt at felagið – og harvið
forsetin sjálvur – fekk stórar fyrimunir
peningaliga av víðari sølu av leikaranum.
Zdravko Mamic var um hetta mundi
helst maktfullasti persónurin í kroatiskum
fótbólti, og tað var ikki vanligt, at ungir
leikarar tordu ella megnaðu at nokta fyri
at skriva undir ein slíkan sáttmala, men
tað gjørdi Andrej Kramaric. Eisini hóast
Zdravko Mamic ferð aftaná ferð royndi at
lokka bæði Kramaric sjálvan og familju
hansara við pengum og øðrum ágóðum.
UMVEG ÚT Í EVROPA
Sjálvt um Andrej Kramaric ikki vildi
skriva undir ein persónligan sáttmála við
Mamic, so fekk hann hóast hetta eina
lovandi byrjan upp á yrkisleiðina í Dinamo
Zagreb. Trupulleikin hjá honum var bara,
at felagið nýtti eitt hvørt høvi til at seta
hann á beinkin og til at leiga hann út. Tað
var týðiligt, at venjararnir í felagnum favo
riseraðu aðrar leikarar.
Men Kramaric vildi ikki geva seg í
stríðnum at fáa eina rættvísa viðferð. Í 2013
fór hann til fjølmiðlarnar og kærdi seg um
manglandi spælitíð, samstundis sum pápi
hansara rak framundir, at hetta komst av,
at Kramaric ongantíð hevði viljað skrivað
undir ein persónligan sáttmála við Mamic.
Endin var, at Kramaric bleiv seldur til
Rijeka, har hann skoraði ávikavist 27
og 28 mál í tveimum teimum fyrstu
kappingarárunum.
Hann bleiv síðani seldur til
Leicester í Onglandi, har hann
ongantíð sló til, men í dag spælir
hann í Hoffenheim í Týsklandi,
har
hann
næstseinasta
kappingarár bleiv valdur
til ársins leikara í felag
num, meðan hann í júst
farna kappingarári endaði á ársins liði hjá
stóra týska blaðnum, Kicker.
Zdravko Mamic er hinvegin ákærdur
fyri mutur, meðan aðrir leikarar, sum eftir
øllum at døma hava skrivað undir líknandi
persónligar sáttmálar, eru ákærdir fyri at
hava givið falska frágreiðing undir ei fyri at
verja máttmikla forsetan. Av hesum kann
nevnast Luka Modric.
ARGENTINA ER FAVORITTUR
Kroatia er enda í bólki D saman við Argen
tina, Nigeria og Íslandi. Av mongum verður
hesin bólkurin mettur sum tann sterkasti
bólkurin við hetta endaspælið.
Tað er tó eingin ivi um, at Argentina við
Lionel Messi á odda er stórfavorittur at
vinna bólkin, meðan Kroatia helst tykist
vera besta boðið uppá eitt lið, sum skal
fylgja Argentina víðari úr bólkinum.
Men bæði Ísland og Nigeria verða
mett at hava hampiligan møguleika
at spæla seg víðari. Tað er eisini vert
at nevna, at fyri júst einum ári
síðani, tann 11. juni í 2017,
vann Ísland 1-0 á heima
vølli í lykladysti ímóti
júst Kroatia á veg
num til HM.
VÁGAÐI YRKIS
LEIÐINA FYRI SÍNI
PRINSIPPIR
Hvørjar vónir hevur tú
fyri Íslandi í bólki D?
– Mínar vónir fyri, at Ísland kemur víðari
eru 50/50. Um allir spælararnir hjá Íslandi
verða klárir og tøkir, so ivist eg ikki í, at vit
koma víðari (Liðskiparin, Aron Gunnarsson
er ikki ordiliga klárur enn).
Hvussu langt kann Ísland
røkka í HM-endaspælinum?
– Um vit vinna okkum víðari úr bólkinum
so skulu vit møta Fraklandi, Danmark ella
Peru, og har síggi eg ein góðan møguleika
at vinna. So eg fari at siga, at vit røkka
fjórðingsfinaluni, júst sum vit gjørdu í EM-
endaspælinum í Fraklandi í 2016.
Hvør væntar tú vinnur HM?
– Har eru nógvir um boðið. Týskland,
Brasil, Spania, Frakland og Argentina. Eg
vóni Argentina vinnur, men eg vænti, at
Týskland fer avstað við HM-steypinum.
Týskarar hava alt sum krevst til at vinna
enn eina ferð. Sum enska landsliðs
legendan, Gary Lineker segði á sinni:
„Fótbóltur er eitt spæl, har 11 mans eru á
hvørjum liði, og tað endar við, at Týskland
vinnur.“
„MÍNAR
VÓNIR FYRI,
AT ÍSLAND
KEMUR
VÍÐARI ERU
50/50“
GUÐMUNDUR GUÐMUNDSSON,
ÍSLAND:
BÓLKUR D