týsdagur 12. juni 2018síða 50
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
26
BRASILIA hevur verið heimsmeistari fimm
ferðir (1958, 1962, 1970, 1994 og 2002). Tað
er meira enn nakað annað land hevur megnað.
Brasilia er harumframt tað einasta landið, ið
hevur verið við í øllum 21 HM-endaspølunum.
SVEIS hevur verið við í HM níggju ferðir. Bestu
úrslitini hava verið fjórðingsfinalur – heili tríggjar
ferðir (1934, 1938 og 1954). Teir hava eisini verið í
1/8-finaluni nakrar ferðir – eitt nú í 2014, men av
bjóðingin er altso at koma framvið fjórðingsfinaluni.
KOSTA RIKA hevur luttikið í HM fýra ferðir
(1990, 2002, 2006 og 2014). Besta úrslitið
var í HM í 2014, tá ið teir komu víðari úr
bólkinum og vunnu Grikkaland í 1/8-finaluni,
men taptu fjórðingsfinaluna ímóti Hollandi.
SERBIA hevur bara luttikið í HM einaferð
sum sjálstøðugt land. Hetta var í 2010.
Hóast teir megnaðu at vinna á Týsklandi,
so taptu teir ímóti Gana og Avstralia
og ruku harvið úr bólkaspælinum.
T
að munnu vera fáir spælarar í
HM, sum hava upplivað eina slíka
kollvelting í lívinum sum Gabriel
Jesus hjá Brasilia hevur. Eftir ein
fátæksligan uppvøkstur tjenar hann nú
eina slíka rúgvu, sum tey flestu bara kunnu
droyma um at tjena, og so er hann ein av
teimum útvaldu at umboða tað fótbólts
glaða Brasil.
Hann er uppvaksin í Jardim Peri, sum
er ein sokallað 'favela', ein fátækur býling
ur, í útkantinum av stórbýnum São Paulo.
Sum barn spældi hann mest gøtufótbólt,
men sum 13 ára gamal fór hann at spæla
meira skipaðan fótbólt við lítla felagnum
Anhanguera. Evnini vóru eyðsýnd, og trý
ár seinni slapp hann upp í part í ungdóms
deildini hjá stórfelagnum Palmeiras.
Tað var tó ikki altíð lætt hjá tí unga og
kvika Gabriel. Familja hansara átti ikki
nógvar pengar, og tað var ikki altíð hann
hevði nóg mikið til buss at fara til venjing
við. Tískil kom tað javnan fyri, at hann
mátti ganga teir tríggjar kilometrarnar til
venjing í sandalum.
Fyri at tjena sær nøkur oyru, sum hann
tó oftast brúkti til góðgæti, málaði hann
eitt nú á gøtunum fram undir HM í heim
landinum í 2014, men júst hetta árstalið,
2014, skuldi vísa seg at gerast byrjanin til
dreymaleiðina sum yrkisspælari.
DREYMURIN
Tað var nevniliga í 2014, at Gabriel skeyt
heili 37 mál í 22 dystum fyri Palmeiras í
meistaraheitinum í landslutinum, har liðið
spælir. Góða avrikið vakti ans í
brasilskum fótbólti, og árið eftir
varð hann innlimaður í besta hópin
hjá Palmeiras. Hann vísti eisini mál
tev ímillum teir vaksnu, og hetta
skapti áhuga frá øðrum feløgum
fyri unga áleyparanum, sum í 2017
varð seldur til enska stórfelagið,
Manchester City. Prísurin var 245
milliónir krónur, og nú tjenar
Gabriel Jesus 760.000 krónur
um vikuna.
Hann tók alt fyri eitt av møgu
leikanum í Manchester City, har
hann nú hevur skotið 20 mál í 39
dystum. Fyri at klára stóru um
broytingina at flyta til Onglands
hevði hann tveir barndómsvinir,
Higor og Fabio, umframt systkina
barnið Alan, við sær til landið.
Gabriel Jesus er vorðin ein
stór fyrimynd fyri aðrar ung
dómar í Jardim Peri.
Hann hevur prógvað,
at tað ber til at røkka
tindin hóast fortreyt
irnar ikki eru av teim
um bestu.
Sjálvur
er
Gabriel harmur
um,
at
hann
mátti
fara
úr
Jardim Peri, men
hetta var neyðugt
fyri at elta dreym
inum, og hann vitjar
heimbýin so ofta hann
kann.
– Eg fór frá Peri, men
Peri fór ongantíð frá mær,
hevur hann áður sagt við
brasilskar miðlar.
Tað verður roknað við, at
21 ára gamli Gabriel Jesus
byrjar inni hjá Brasilia. Um
so verður, so verður hann
yngsti áleyparin sum byrjar
inni hjá Brasilia í 60 ár.
FRÁ GØTU
MÁLARA
TIL HM-
STJØRNU
Hvørjar vónir hevur tú
fyri Serbia í bólki E?
– Eg havi sera góðar vónir. Stemningurin
er góður á og kring serbiska landsliðið,
og liðið er rættiliga rutinerað. Serbisku
landsliðsspælararnir hava havt góðar og
avgerandi leiklutir í útlendsku feløgnum
sum teir spæla fyri, og tað gevur góðar
vónir.
Hvussu langt kann Serbia
røkka í HM-endaspælinum?
– Tað er sera torført at gita hvat
hendir aftaná bólkaspælið er liðugt.
Men at Serbia kann røkka Topp 8 -
fjórðingsfinalunum - er ein realistiskur
møguleiki.
Hvør væntar tú vinnur HM?
– Eg giti HM-steypið hesaferð endar í
Suðuramerika fyri fyrstu ferð síðani 2002.
Eg vænti Brasil fer avstað við steypinum.
„ SERBIA
KANN RØKKA
FJÓRÐINGS
FINALUNUM“
MILAN CIMBUROVIC,
SERBIA:
BÓLKUR E
FYRI FÝRA ÁRUM SÍÐANI MÁLAÐI HANN
GØTURNAR Í EINUM FÁTØKUM BÝLINGI Í SÃO
PAULO OG ÁTTI IKKI PENGAR TIL AT TAKA BUSSIN
TIL VENJING, MEN NÚ HEVUR GABRIEL JESUS
STRÍTT SEG ALLAN VEGIN TIL BYRJUNARPLÁSS
Á BRASILSKA LANDSLIÐNUM OG TJENAR
UPP ÍMÓTI EINARI MILLIÓN UM VIKUNA
Gabriel Jesus málar á
gøtunum fram undir HM
í heimlandinum í 2014
Gabriel Jesus vann í ár
enska meistaraheitið við
Manchester City