Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM 30 SVØRÍKI hevur siðvenju fyri HM og hevur verið við heilar 11 ferðir. Teir vunnu silvur á heimavølli í 1958 og bronsu í 1950 og 1994. Seinast teir vóru við (2006) komu teir til 1/8-finaluna. Hetta verður tíggjunda ferð, at SUÐURKOREA er við í HM. Teir hava verið við á hvørjum ári síðani 1986, og besta úrslitið hjá teimum var fjórða plássið á heimavølli í 2002. MEKSIKO er eitt av mest royndu HM- londunum. Teir hava verið við 15 ferðir. Teir koma tó sjáldan heilt langt – bestu úrslitini eru fjórðings­finalur í 1970 og 1986. Eru tó komnir víðari úr bólkinum hvørt ár síðani 1994. TÝSKLAND (Vesturtýskland frá 1949-1990 íroknað) hevur vunnið HM fýra ferðir (1954, 1974, 1990 og 2014). Harumframt er tað blivið til fýra silvur (1966, 1982, 1986 og 2002) og tríggjar bronsur (1934, 2006 og 2010). 70 ÁRA GAMLI HUBERT WIRTH HEVUR SETT TVÆR VIKUR AV TIL AT KOYRA TEIR 2.400 KILOMETRARNAR ÚR TÝSKLANDI TIL MOSKVA Í SÍNUM 80 ÁRA GAMLA TRAKTORI. ALT FYRI AT SÍGGJA TÝSKLAND ÍMÓTI MEKSIKO R ussisku vertirnir vænta, at upp ímóti einari millión fólk koma til landið at hyggja eftir HM-enda­ spælinum. Flestu fólkini koma við flogfari, toki og bili, men so eru tað nøkur, sum hava valt eina heilt aðra farleið og eitt heilt annað akfar. 70 ára gamli týskarin, Hubert Wirth, er ein ógvuliga íðin fótbóltsfjeppari, og hann er farin til Russlands við egnum akfari – tó ikki í egnum bili, men í egnum traktori. Ja, hann hevur valt at koyra úr Týsklandi til Russlands í einum traktori. Og tað er ikki bara ein og hvør trak­ torur, sum skal frakta hann teir áleið 2.400 kilometrarnar úr vesturtýska býnum Pforzheim til russiska høvuðsstaðin, Moskva. Traktor­urin er ein Lanz Bulldog frá 1936, og hann fer ikki beinleiðis grøvandi eftir motor­vegunum, tí toppferðin er ikki meira enn slakar 30 km/t. Við sær upp á sleip aftanfyri traktorin hevur Hubert eisini ein lítlan húsvogn, sum hann sjálvur hevur bygt. Her yvirnáttar hann saman við einasta ferðafólkinum, sum hann hevur við á túrinum. Tað er hund­urin Hexe. Hubert Wirth ætlar sær eitt lítið legg til hvítarussiska høvuðsstaðin, Minsk, á leiðini til Russlands, og við hvítarussiska markið varð hann steðgaður av løgregluni. Í staðin fyri at geva honum eina bót fyri at koyra so spakuliga, so greiddi løgreglu­ maðurin honum frá hvussu hann skuldi rinda við gjaldvegin. Løgreglumaðurin, sum eitur Sergey, er maðurin, ið hevur fingið hesa ótrúligu søguna um Hubert út í miðlarnar, og hann visti snøgt sagt ikki hvat hann skuldi gera, tá ið hann steðgaði tí 70 ára gamla mann­ inum undir illgruna fyri at tarna ferðsluni við lágu ferðini. – Sum eg skilji á lagnum, so veit lógin heldur ikki sjálv hvat hon skal gera við slíkt, men tá alt kemur til alt, so var hetta ein traktorur og ikki ein bilur, sigur Sergey, sum altso forbarmaði seg yvir tann eldra mannin, við russiska blaðið ABW. Hubert Wirth ætlaði sær at brúka hálva aðru til tvær vikur upp á ferðina, men fyri at tíðarætlanin skal halda krevst, at Lanz Bulldog frá 1936 skikkar sær sum hann skal. Hubert verður eisini javnan steðg­ aður av hugtiknum fólki, sum vilja hava mynd av traktorinum, og tað letur hann tey gleðiliga gera. Tað er bara at vóna, at Hubert Wirth og Hexe náa fram rættstundis at síggja dystin ímillum Týskland og Meksiko á Luzhniki Stadium í Moskva tann 17. juni kl.16.00. Tað er ikki loyvt at hava djór við á leikvøllin, so helst má Hexe bíða í húsvogninum. KOYRIR TIL RUSSLANDS Í TRAKTORI Hvørjar vónir hevur tú fyri Svøríki í bólki F? – Eg trúgvi svenska kollektivið hevur góðar møguleikar at vinna seg víðari úr bólka­spælinum. Nú á døgum saknar ein stóru stjørnuna, Zlatan, men ístaðinfyri hava vit fingið eitt kollektiv, har tað sæst týðiligt at bygt verður á verjuspælið. Í álops­spælinum letur Svøríki Emil Forsberg reika frítt frá sínari síðu, og hann verður týdningarmikil, tá Svøríki skal loysa upp verjur hjá liðum sum liggja lágt á vøllinum. Hvussu langt kann Svøríki røkka í HM-endaspælinum? – Nú veit eg ikki hvønn Svøríki møtir um Svøríki vinnur seg víðari úr bólka­ spælinum. Sum áður sagt so er Emil Forsberg ein spælari við stórum X-faktori. Hann og eitt sterkt kollektivt eru heilt týðiligt tað sum skulu bera Svøríki um vit skulu koppa teimum stóru fótbólts­ tjóðunum. Hvør vinnur HM? – Eg vænti Týskland verður eitt sterkt lið sum altíð. Týskararnir hava eisini eitt fínt kollektiv við sterkum einstaklingum, sum kann standa øllum kurl. „ NÚ Á DØGUM SAKNAR EIN STÓRU STJØRNUNA, ZLATAN“ GLENN STÅHL, SVØRÍKI: BÓLKUR F