týsdagur 12. juni 2018síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HM-BLAÐIÐ HJÁ SOSIALINUM
34
BELGIA hevur verið við til HM 12
ferðir. Seinast (2014) komu teir
í fjórðingsfinaluna, har teir taptu
ímóti Argentina. Besta úrslitið var í
1986, tá ið teir blivu nummar fýra.
PANAMA hevur ongantíð verið vil til
HM áður. Teir vóru tó tætt við í 2014,
tá ið teir taptu 3-2 ímóti USA eftir
tvey mál ímóti sær í yvirtíðini. Fýra ár
seinni tóku teir av, og nú eru teir við.
Hetta verður 15. ferð, at ONGLAND
verður at síggja í HM. Teir blivu heims
meistarar heima á Wembley í 1966,
men síðani tá hevur verið soltið. Í
1990 blivu teir nummar fýra.
Síðani loysingina frá FRAKLANDI í
1954 hevur Tunesia verið við til HM fýra
ferðir (1978, 1998, 2002 og 2006).
Tað hevur ongnatíð eydnast teimum at
spælt seg víðari úr bólkaspælinum.
PANAMA SKRIVAÐI SØGU
TANN 10. OKTOBUR Í FJØR, TÁ
LANDIÐ FYRI FYRSTU FERÐ Í
SØGUNI SPÆLDI SEG TIL HM-
ENDASPÆLIÐ. Á VEGNUM
RAKTI LANDSLIÐIÐ FRÁ LÍTLA
LANDINUM Í MIÐAMERIKA TÓ
FLEIRI SNÁVINGARSTEINAR.
TANN STØRSTA, TÁ EIN AV
STÓRU PROFILUNUM, AMÍLCAR
HENRÍQUEZ, BLEIV MYRDUR
F
ótbóltur er ein stór ítróttargrein
í Panama, eins og hon er í flest
øllum av grannalondunum hjá
Panama. Men sjálvt um tey flestu
av teimum 4 milliónunum í landinum eru
glað fyri fótbólt, so hevur Panama ongan
tíð verið tætt við at spælt seg víðari til
nakað HM-endaspæl.
Tá undankappingarnar til endaspælið
í Russlandi byrjaðu, lá tað heldur ikki í
kortunum, at Panama skuldi fara avstað
við einum av teimum trimum HM-pláss
unum fyri Norðuramerika, men júst henda
undankappingini bleiv ein sannur russji
banatúrur hjá lítlu fótbóltstjóðini.
STJØRNAN BLEIV SKOTIN
Fyri bert triðju ferð av teimum seinastu átta
eydnaðist tað hesa ferð Panama at spæla
seg víðari til avgerandi bólkaspælið í
Norðuramerikanska undankappingini, har
seks lið kappast um trý pláss í HM. Liðið
fekk eina góðkenda byrjan. Eftir fyrstu fýra
dystirnar lá Panama á einum 3. plássi við
5 stigum, men munurin var ikki stórur til
liðini aftanfyri. Í Panama bleiv tað tó sæð
sum eitt gott tekin, at landsliðið hevði
fingið javnleik móti USA.
Men bert hálvatriðja viku eftir flotta
javnleikin móti amerikumonnum, bleiv
landsliðið rakt av einum ræðuligum
sorgarleiki. Ein av stjørnunum á liðnum.
Amílcar Henríquez, sum hevði leikt 85
landsdystir, bleiv skotin til deyðis uttan
fyri heim sítt í býnum Colón.
Sorgarleikurin tóktist at ávirka Panama.
Næstu tríggjar dystirnar fekk liðið bara
tvey stig og var nú dottið aftur á eitt 5.
pláss. Tíbetur fyri Panama høvdu nærm
astu kappingarneytarnir heldur ikki verið
so neyvir, so liðið var enn bert eitt stig frá
dreyminum um eitt pláss í Russlandi.
TORRES BLEIV HETJAN
Tá eitt umfar manglaði av undankappingini
hevði Panama enn møguleika at koma
víðari, men møguleikin var ikki stórur. Eitt
stórtap í USA gjørdi, at Panama skuldi
vinna síðsta dystin á heimavølli móti
Kosta Rika, samstundis sum USA skuldi
tapa sín dyst á útivølli móti Trinidad
og Tobago, sum lá greitt aftast í
bólkinum.
Í Panama frættist skjótt, at
USA var komið aftur um bæði
1-0 og 2-0 í Couva í Trinidad
og Tobago. Tí kom tað illa við, tá Kosta
Rika brádliga legði seg á odda stutt fyri
hálvleik.
Panama gav tó ikki skarvin yvir. Stutt
eftir steðgin javnaðu teir, men samstundis
hevði USA eisini minka um munin. Hetta
hevði tó lítið at siga fyri Panama, tí teir
skuldu fram á vøllin at fáa eitt mál afturat.
Og góðar tveir minuttir fyri leiklok
bragdaði hjá Panama, tá ein onnur av
stjørnunum, tann nú 32 ára gamli verju
leikarin Román Torres, bankaði bóltin
í málið, blakaði ta reyðu troyggjuna við
5-talinum á rygginum og rann runt allan
vøllin í einum sonnum gleðisrúsi.
Leiðslan helt á mál, og tá USA sam
stundis ikki fekk útjavnandi málið í
Trinidad gjørdist dreymurin til veruleika
hjá Panama.
KOMA NEYVAN VÍÐARI
Sjálvt um Panama hevur skrivað søgu,
skulu teir ikki vænta at koma víðari úr
bólkaspælinum. Panama er nevniliga
endað í einum krútsterkum bólki saman
við Onglandi, Belgia og Tunesia, og lítið
er at ivast í, at Ongland og Belgia eru stór
favorittar at spæla seg víðari úr bólkinum.
FRÁ STÓRARI
SORG TIL
RÚSANDI GLEÐI
Hvørjar vónir hevur tú
fyri Tunesia í bólki G?
– Eg havi ikki tær allarbestu vónirnar. Alt
kann henda í fótbólti, men eg meti eitt
triðja pláss verða rættiliga realistiskt.
Eg vóni, at Tunesia fer at spæla góðan
fótbólt. Tunesia hevur gott álop, men teir
hava tíverri ikki so góða verju.
Hvussu langt kann Tunesia
røkka í HM-endaspælinum?
– Um Tunesia yvirraskar og vinnur seg
víðari úr bólkinum, og skal møta antin
Pólandi, Senegal ella Kolumbia, so gevi
eg Tunesia ein góðan møguleika at vinna
seg í fjórðingsfinaluna sum hevði verið
eitt framúrskarandi úrslit fyri Tunesia.
Hvør væntar tú vinnur HM?
– Eg vænti, at Frakland vinnur, tí teir
hava eitt ógvuliga gott lið. Brasil kann
røkka finaluni, men eg trúgvi týskarar
gerast ov stuttir hesaferð, teir eru ov
gamlir nú. Vænti heldur ikki, at Portugal
og Spania fara allan vegin, og Ongland
dummar seg altíð.
„TUNESIA
HEVUR GOTT
ÁLOP, MEN
TEIR HAVA
TÍVERRI
IKKI SO GÓÐA
VERJU“
MOULDI MANAI,
TUNESIA:
BÓLKUR G
Ein av stjørnunum á
Panama-liðnum, Amílcar
Henríquez, sum hevði leikt 85 lands
dystir, bleiv skotin til deyðis uttan
fyri heim sítt í býnum Colón
Román Torres
tekur eina selfie
saman við heima
áskoðarunum í
Panama City eftir
avgerandi sigurin
móti Kosta
Rika, har Torres
sjálvur gjørdi
avgerandi málið.