hósdagur 14. juni 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
So má eggið læra hønuna...
– Kringvarpsstjórin er farin um mark í máli
num um teldupostarnar til Vágaportalin.
Tað er greiða støðan hjá formannum í
fakfelagnum hjá føroyskum journalistum,
Jón Brian Hvidtfeldt. Og hann leggur heldur
ikki fingrarnar ímillum, tá hann gevur stjóra
sínum eitt snarskeið í journalistikki:
– Tá man tosar um tíðindaflutning, so
skal tað vera ein javnvág millum tann, sum
spyr, og tann, sum svarar. Tað má vera javn
vág millum hesar báðar partar, tí hetta er
heilt grundleggjandi í fakinum. Men tann
javnvágin er ikki í lagi, tá ið tann, sum svar
ar, bæði ger yvirskrift og formulerar spurn
ingar og svar, sigur Jón Brian Hvidtfeldt.
Tað er als ikki gott fyri trúvirði hjá
Kringvarpinum, at maðurin við hægstu
journalistisku ábyrgdini ger samrøðu við
seg sjálvan á Vágaportalinum – fyri at pynta
um sítt egna umdømi – og fær annan mann
at leggja navn til. Hetta er eitt so grovt svik
ímóti Kringvarpinum og lurtarunum, sum
gjalda í dýrum dómum, at málið átti at fing
ið avleiðingar.
Tað er ikki ókent, at bæði politikarar og
vinnulívsfólk javnan fóðra ymsar portalar
við slíkum tilfari, sum hesir miðlar bera fram
sum »óheft tíðindi«. Tað er tí, at hesir port
alar hava ikki redaktiónir við fakfólki, men
leggja glaðbeintir tað út, sum kemur inn –
púra kritikkleyst. Løgtingið legði stóran dent
á, at hesir júst portalar skuldu hava lutvíst
størri part av miðlastuðlinum, »tí teir gera
miðlalandslagið fjølbroyttari«. Vit kunnu
lata spurningin standa opnan, um hetta ikki
heldur er fyri at stimbra tann, sum skrivar
pent ávísar politikarar, ella um tingfólkini
veruliga halda, at slíkur atburður, sum hesin
hjá Johnny í Grótinum og Vágaportalinum
hækkar støðið hjá føroysku fjølmiðlunum.
Ein kringvarpsstjóri eigur at kenna og
virða spælireglurnar fyri tíðindaflutning,
sigur Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur og
formaður í Føroyskum Miðlafólkum, sum
lýsir trupulleikan soleiðis á in.fo mikudagin:
– Eg vil heita á miðlarnar um at taka
handverkið í størri álvara. Hvar er journal
istiska handverkið blivið av, tá ið ein stjóri
sleppur at orða eina yvirskrift og ein tekst
og sitera seg sjálvan fyri onga viðmerking at
hava. Hvar er stoltleikin í bransjuni tá, spyr
Jón Brian Hvidtfeldt.
Tá stjórin í Kringvarpi Føroya gongur
á odda at bróta niður hendan stoltleikan,
hvussu skal skilið so vera?
Sølan av Gekka-seðlum hevur aftur tikið dik
á seg, aftan á at hon seinastu vikurnar hevur
verið heldur minni enn áðrenn. Í síðstu viku
seldu Kringvarpið nevniliga umleið 35.500
gekka-seðlar, ið er umleið 2.500 fleiri enn vikuna
áðrenn. Tað upplýsir Jákupa Mikkelsen, fyri
sitingarstjóri í Kringvarpinum.
Tað er kortini 500 færri seldir seðlar enn met
ið í hesum umfari, ið bleiv sett tá vinningurin var
2,4 milliónir fyri fýra vikum síðan. Tá blivu 36.000
seðlar seldir.
Síðan fall sølan við 3.000 seðlum fyri trimum
vikum síðan og stóð hon í stað fyri tveimum
vikum síðan, tá fólk kundu vinna 2,8 milliónir
krónur.
Í kvøld er høvuðsvinningurin í Gekkinum 3,2
milliónir krónur. Tað er
ein heil millión hægri
enn gamla metið frá
14. apríl 2016, tá ein
heppin føroyingur
vann 2,2 milliónir
krónur í Gekkinum.
Tá kringvarpsstjórin ikki kennir fakið
Selja nógva gekkar
SJÓNVARPIÐ
Les eisini blaðið
á telefonini
Tvær kvinnur fylla
100 ár í morgin
Siðsøga síða 26-27
Starvsfólk í Kvf
taka frástøðu frá
stjóranum
Tíðindi síða 16
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Heimsmeistarakappingin í fótbólti
er júst farin av bakkastokki, og leyg
ardagin verða fyrstu dystirnir vístir
á stórskíggja við trappuna í Vágs
botni, og nógv verður gjørt burtur
úr í hesum sambandi
TERJI NIELSEN
Fyri gott og væl tveimum árum síðani bleiv
trappan í Vágsbotni tikin í nýtslu, og sama
summarið var EM-endaspælið í fótbólti í
Fraklandi. Í hesum sambandi blivu fleiri
dystir frá EM-kappingini vístir á stórskíggja
við trappuni, og tað hepnaðist avbera væl, og
serliga til dystirnar hjá Íslandi leitaðu nógv
fólk sær oman í Vágsbotn.
Nú er HM í Russlandi júst farið av bakka
stokki, og í hesum sambandi hevur Føroya
Tele tikið stig til aftur í ár at fáa stórskíggja
settan upp við trappuna, og tað eru fyrst
og fremst dystirnir hjá Íslandi og Danmark,
sum verða vístir.
Lagt verður til brots leygardagin, tá ið
sannur norðurlendskur dagur verður til
HM-kappingina. Klokkan 14 leygardag fer
Íslandi nevnliga á vøllin fyri fyrstu ferð í
HM-kappingini, og tað er eingin annar enn
Lionel Messi og Argentina, sum grannarnir
fyri vestan skulu dystast við. Og stutt eftir
dystin hjá Íslandi fer Danmark á vøllin til sín
fyrsta dyst, sum verður móti Peru.
Hesir dystirnir verða báðir vístir á stór
skíggjanum í Vágsbotni, og í sambandi við
dystirnar leygardagin verður gjørt eitt sindur
eyka burtur úr, so tað er bara at koma oman í
Vágsbotni til HM-fótbólt siga fyrireikararnir.
HM-dagur á trappuni
15. JUNI 2018