Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. JUNI 2018 SOSIALURIN 67 32 Gjøgnum heldur enn uttaná Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 N ógvar bygd­ir og nógv­ir býir eru í Før­oyum. Nógv pláss, har sum fólk býr ella hevur búð. 124 eru tey, stend­ ur á einari heima­síðu hjá teim­um, sum eiga at vita tað. Men bergholini eru verri enn so so nógv, verri enn so enn. Men tey koma. Har er nógv eftir at bora, heilt nógv, yvir hundrað, tí steðgað verð­ur ikki, helmað verður ikki, fyrr enn hvør bygd og hvør býur hev­ur sítt egna berghol. Tunnils­ toymið hevur arbeiði í nógv, nógv ár. Serliga, um tað ikki fær meira enn sjey milliónir krónur um árið. Tað verða fleiri ferður lang abbasynirnir hjá teim­um, sum nú bora, sum fara at bora berghol nummar 124. Tí, sum sagt, hvørt bú­pláss sítt berghol. Eisini tey pláss, har sum eingin býr. Tí tað er ein mannarættur. Allir vegir eru vandamiklir, eru deyðsfellur, uttan vegirnir inni í berginum. Hetta er so eitt fram­tíð­ ar­starv, at bora berghol. Røðin er long. Halin er langur. Og hann broytist alla tíð­ina. Fremsta holið er ikki altíð fremst. Tað veldst um, hvør er í landsstýrinum. Vandin er bara tann, at tá liðugt er at bora um nógv, nógv ár, er okkurt annað komið, so ikki er brúk fyri øllum hasum berg­hol­unum. Eitt nú eru komnir bilar, sum kunnu flúgva upp um fjøllini. Tí fyrst vórðu gjørdir vegir til hvørja bygd, hvørt pláss. Tá teir vórðu lidnir, varð farið undir berg­ hol­ini til hvørt pláss. Føroyar verða so líðandi allar sum tær eru til eitt blástursljóðføri, sum bara kann spæla falskt. Hvør oyggj sín undir­sjáv­ar­tunn­ il, hvørt pláss sítt berghol. Hvat tá. Vit eiga ovmikið av pengum og eiga at hugsa um útjaðaran, meðan tey, sum har búgva, rýma haðani. Minst eitt hol fyri bygdina. Hetta er tykkara hol. Hvat spara vit? Vit spara salt á veg­irnar. Vit spara óhapp og van­ lukk­ur. Vit spara tíð, tíð er pengar. Vit spara kavagrevstur. Vit spara so nógv, at tað loysir seg ikki ikki at bora. Eg kann tríva í aftur orðini hjá ein­um politiskum flokki á sinni. Havi nevnt tey fyrr, kanska enntá tvær ferðir, men kanska er onkur nýggj­ur lesari og, sum tey siga í Íslandi, ein góð vísa er ikki nóg ofta kvøðin. Hon kann kvøðast um­afturafturum. Flokkurin segði, at í Føroyum er ikki brúk fyri vegum. Hví gera veg­ ir í Føroyum? Ja, hví? Hvør bygd og hvør býur fær sum frá líður berghol. Hví so eis­ini veg? Jú, teir vístu, teir, hetta var áðr­ enn, kvinnur sluppu at tosa hart al­ ment, teir vistu, hvat teir søgdu tá. Tað er lættari, men ikki bíligari, skít í tað, vit eiga ovmikið av peng­ um, at bora gjøgnum fjallið enn at gera veg uttan á tí. Sjálvandi kann hvørt pláss krevja berghol, tí annars doyr tað. Ella tey fólkini, sum eftir eru, flyta haðani gjøgnum bergholið, dag­ in eftir, at tað er liðugt, sprongt ígjøgn­um, sum tey siga. Men eitt er at gera berghol, eitt annað er at sleppa av við alt grótið, sum kemur úr fjøllunum. Nógvir føroyingar tola ikki at síggja grót. Serliga, tá tað er uttan fyri køksvindeygað. So hvørt, sum tikið verður úr fjøll­unum, verða Føroyar minni inn­anfjals, men størri uttanfyri. Onkra staðni skal alt grótið vera. Men hvar, tað verður stríðsmálið í nógv, nógv ár enn. Vit fara at fáa nógv íðnaðarøki, tá liðugt er at bora, men ongan íðnað. Bara fisk sum rávøru at flyta út. Vit ræðast útlendskar pengar og føroyingar brúka ikki sínar pengar til íðnað, bara til íðnaðarøki, men tey eru so fyrsta stigið. Kravið er tó framvegis berghol til hvørt einasta pláss í landinum. So kunnu fólk, móti gjaldi sjálvandi, ganga eftir vegunum uttaná. Tí har verða eingir bilar. Bara friður, tí fuglarnir eru eisini rýmdir. Høgni Djurhuus Nýggj Okkara Sangbók 2018 Okkara Sangbók kom út á fyrsta sinni í 2006 og hevur ikki verið at fingið nú í nøkur ár. Men nú kemur Okkara Sangbók út aftur í dagførdum hami. Í nýggju og dagførdu útgávuni eru tilsamans 267 sangir, harav 48, sum ikki vóru í útgávuni frá 2006 – bæði nýggjari og eldri. Føroysku sangirnir telja 211 tilsamans, meðan tað eru 56 útlendskir sang­ir, serliga enskir og norð­ur­lendsk­ir. Sum nakað heilt nýtt verða mynd­ir av øllum gittar­grepunum vístir við hvønn sangin sær. Á tann hátt ber til at síggja, hvussu grepini í sang­ inum skulu takast, uttan at blaða aðrastaðni í bókini. – Sangur lyftir upp, og sangur sjóð­ar saman. Okkara Sangbók hev­ur sangirnar, sum okkum dám­ ar at syngja saman her í Før­oy­um, skrivar forlagið í tíðinda­skriv­inum. Í samband við at dagførda út­ gáv­an nú kemur út, bjóða fyri­reik­ ar­arnir til almenn framløga í H. N. Jacobsens bókahandli fríggja­dag­ in frá klokkan 16. Livandi tónleikur verð­ur at hoyra – við sangum úr Okkara Sangbók. – Øll verða ynskt hjartaliga væl­ komin til framløguna, sigar Ernst S. Olsen og Signar í Homrum vegna forlagið Sedur. Okkara Sangbók í nýggjari útgávu