týsdagur 10. juli 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Seinastu mánaðirnar
hevur Sosialurin havt
fleiri greinar um Johnny
í Grótinum og nakrar av
avgerðum hansara sum
stjóri á Landssjúkra
húsinum og í Kringvarpi
Føroya
Sosialurin hevur viðgjørt upp
sagnir, sum eru ógildaðar, innan
hýsis stríð í Kringvarpi Føroya,
og seinast avdúkaði Sosialurin,
at Johnny í Grótinum var skugga
skribentur á VP.
Hetta seinasta hevði við sær,
at Johnny í Grótinum fór úr
starvinum sum stjóri í Kringvarp
inum.
Sosialurin hevur í sínum dekn
ingi bygt greinar á skjøl, útsagnir
frá viðkomandi pørtum og annað
tilfar, og Sosialurin hevur hvørja
ferð givið Johnny í Grótinum
høvi at gera viðmerkingar.
Johnny í Grótinum er mis
nøgdur við, at dekningurin hjá
Sosialinum ikki var, soleiðis sum
hann ynskti sær. Tað sigur seg
sjálvt. Her var talan um óheftan
og kritiskan journalistikk, har vit
hava gravað í málunum og funnið
fleiri keldur. Johnny í Grótinum
hevur sjálvsagt fingið høvi at siga
sína hugsan um málini.
Soleiðis er óheftur og kritiskur
journalistikkur, og tey, sum hava
vald í samfelagnum, mugu tola, at
miðlarnir viðgera teirra avgerðir
og framferð. Ein av mest týðandi
uppgávunum hjá miðlum er at
halda eyga við valdshavarum í
samfelagnum, og ta uppgávuna
taka vit í álvara. Í hesum føri
vóru uppløgd og viðkomandi
mál at viðgera. Tola avgerðir og
framferð ikki hendan dekning, er
okkurt galið hjá valdshavaranum.
Johnny í Grótinum hevur hug
at geva millum annað Sosial
inum skyldina fyri, at tað gekst,
sum tað gekst hjá honum í stjór
astarvinum í Kringvarpinum.
Tað kann hann gera, hevur hann
hug til tað, men tað hevði sømt
seg betur at tikið í egnan barm
og ikki runnið undan ábyrgd.
Sosialurin hevur ikki felt Johnny
í Grótinum við sínari skriving
– tað hevur Johny í Grótinum
sjálvur gjørt við sínum virki og
gerðum.
Johnny í Grótinum er ikki
longur
ein
valdspersónur
í
føroyskum samfelagnum, og tí vil
Sosialurin hervið seta punktum
fyri hesum málum og kjakinum
um tey.
Tey sum hava vald í samfel
agnum mugu tola viðgerð
SJÁLVGJØRT ER VÆLGJØRT
Ein
íløga í
vælferð
ina
JAN RASMUSSEN
TÍÐARGREIN
SÍÐA 16-17
Poul
Olsen
í Vági
100 ár
JÁKUP OLSEN SKRIVAR
NØVN SÍÐA 13
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Hóast tað eydnaðist Før
oya Keypsamtøku at økja
umsetningin úr 252 milli
ónum upp í 259 milliónir,
so gjørdist úrslitið fyri 2017
góðar 4 milliónir lakari enn
árið fyri.
– Úrslitið gjørdist eitt yv
irskot upp á 3.042.533 krónur
ímóti 7.249.731 í 2016, stendur
at lesa í ársroknskapinum
hjá Føroya Keypsamtøku.
– Tað er aftur í 2017 eydn
ast at økja umsetningin,
men
vinningurin
hevur
ikki fylgt við. Tað hevur
árivkað
ársúrslitið,
sum
ikki kom upp á sama støði
sum í 2016, skrivar leiðslan
í Føroya Keypsamtøku í
ársfrágreiðingini.
Leiðslan er kortini nøgd
við úrslitið.
Eginpeningurin hjá Før
oya Keypsamtøku er nú 47,5
milliónir krónur, og hjá Før
oya Keypsamtøku starvast
129 fólk.
Keypsamtøkan: Seldu
meira men tjentu minni
P-plássini, sum seinasta
hálvtannað
árið
hava
verið fram við Tinghús
vøllinum
á
Vaglinum,
verða ikki málað upp
aftur.
Tað
sigur
Marius
Müller, deildarleiðari í
byggi- og umhvørvisdeild
ini í Tórshavnar kommunu.
Síðani skoytibreytin bleiv
sett upp á Vaglinum undan
jólum í 2016, hava fýra p-básar
verið á Vaglinum, fram við
Tinghúsvøllinum. Herfyri mál
aðu fólk frá kommununi tó yv
ir strikurnar aftur, so at nú er
einans hin eini, eitt handikapp
pláss, eftir.
Marius Müller sigur, at
p-plássini vóru ein fyribils
loysn í samband við at breytin
bleiv sett upp og tók plássini
í gamla Kommunuskúlagarð
inum, men ætlanin var ong
antíð, at tey skuldu vera var
andi. Tey koma tí heldur ikki
aftur.
Samstundis bleiv ferðslan
eftir Niels Finsens gøtu broytt,
so at hon nú er einsrættað frá
kioskini hjá Astu og niðan á
Káta Hornið. Hetta verður ikki
broytt, sigur hann.
Tað skapar sum vera man
nakað av misnøgd í høvuðs
staðnum, tá p-pláss verða tikin,
tí tey finnast ikki í ólukkumát
í miðbýnum. Marius Müller
sigur, at kommunan er full
greið um trupulleikan og ar
beitt verður við at finna eina
góða, varandi loysn.
– Vit hava tó onga ítøkiliga
verkætlan, sum vit arbeiða við
í løtuni, sigur hann.
Handikappplássið fram við
Tinghúsvøllinum verður tó
verandi.
- Hetta er eitt p-pláss, sum
liggur heilt opið, so har er gott
pláss hjá fólkum við serligum
tørvi at koma í og úr bilinum,
eisini teimum, sum sita í
koyristóli, sigur hann.
- Eisini er ætlanin at snøgga
um
hýruvognsplássini
við
Ráðhúsið, at umskipa tað økið
eitt sindur og gera tað snøggari.
Í hesum sambandi kann vera, at
eitt sindur meiri verður tikið av
vegnum og til hýruvognspláss
ið enn nú er, sigur hann.
P-plássini eru
burtur med alla
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin