týsdagur 10. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Tað sigur Barbara í Gongini,
sum hósdagin læt inn áheit
an um, felag hennara við
klædnamerkinum Barbara I
Gongini fór undir trotabús
viðgerð.
Barbara í Gongini greiðir
frá, at tey tann 29. juni, tung
í huga, máttu viðgangaog
síggja veruleikan í eyguni, at
tey ikki megnaðu fíggjarligu
avbjóðingarnar, sum stóðu
fyri framman.
Tað var annars dreymur
in um at skapa klæði við ser
ligum sniði, sum hevði verið
drívmegin og sereyðkennið
hjá Barbaru í Gongini, og tað
var ynskið um at skapa eitt
burðardygt nisjuprodut við
høgum listarligum integri
teti, sum var orsøkin til, at
tey fóru undir hetta virkið í
2005.
– Málið varð ongantíð
at skapa eitt handilsligt
mótaríki, men heldur í tí
smáa at skapa eitt rúm, har
kreativitetur so skapanar
gleiði hevði bestu treytir,
sigur Barbara í Gongini.
Hon sigur, at eftir ótaldar
royndir og nógvan viðburð
og 13 ár seinni mugu tey á
sanna, at ljósið – soleiðis sum
tað lýsir nú í felagnum – má
sløkkjast.
– Í 2017 tóku vit eina stra
tegiska avgerð um at sjó
seta undirlinjina »Nordan
SS18«. Tíverri kom Nordan
ongantíð á rætta plássið á
marknaðinum, hóast góðan
stuðul frá dugnaligum ráð
gevum á ovastu rók í danska
vinnulívinum til at gera
handilsætlanina.
– Og tað varð tann lagnu
tunga avgerðin, sum førdi
brandið út í mótburð og fall,
sigur Barbara í Gongini. Og
hon heldur fram:
– Tað sum nú stendur
greitt fyri okkum er, at vit
í staðin skuldu havt hugt
djúpt inn í kjarnuvirðið í
felagnum og hildið fast, skor
ið inn á bein og lyft høvuðs
linjuna í »Barbara I Gongini«
upp á hægri støði.
Als ikki til fánýtis
Barbara í Gongini sigur, at
tey nú skulu summa seg, tí
nógvar kenslur er í leikinum.
– Alt frá mínum fant
astisku starvsfólkum til øll
listarfólkini og samstarvs
felagarnar, sum ótroyttiliga
hava stuðlað merkið og hug
sjónina alla tíðina.
– Vit vóna, at nýggir møg
uleikar fara at vísa seg, har
vit við gróðrarbotni í virð
ismiklu royndum okkara
kunnu halda fram við ar
beiðinum við tí partinum av
okkara nisju, hvørs stevna er
at skapa klæði við umhugsni,
sum flyta mørk og íbirta. Vit
halda, at vit hvødu ávíst, at
tað eisini eru fíggjarligir
møguleikar í tí, at virkið
seinastu fýra árini hevur víst
grøn tøl á botnlinjuni, sigur
hon.
ÆTLANIN VAR
ONGANTÍÐ AT
SKAPA EITT
MÓTARÍKI
– Vit í »Barbara I Gongini A/S« máttu lata inn áheitan um trotabúsviðgerð, men
vónin um at gera klæði við broddi livir framvegis
TÍÐINDI