Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juli 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. juli 2018 · Nr. 78 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKKIR TØKK Hjartaliga takka vit børnum okkara við familju, sum gjørdu gullbrúdleypsdagin so óglgloymandi fyri okkum. Somuleiðis takka vit fyri talur, sang, tónleik og heilsanir, og øllum tykkum sum vóru við at gleða okkum á hesum stóra degi. Tøkk til kokkanar og øll sum hjálptu til á ymiskan hátt. HEILSAN PAULINA OG JÁKUP TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið elskaða kona, mamma, omma, vermóður og systur okkara Johnvá Bergfríð Josephsen, fødd Guttesen f. 21. september 1945 d. 14. januar 2018 andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini. Takk fyri heilsanir, vitjanir, bakstur, blómur, kransar og minnisgávur til Zarepta. Stóra tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni. Familjunar vegna Sjúrður, Margret, Hjalmar og Hans Edmund TØKK Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu, tá okkara høgt elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Magnus Winther Hjelm vanliga nevndur Massi 01-05-1949 07-05-2018 andaðist og var jarðaður Takk til starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Takk til Patrick de Neergaard prest. Takk til kirkjutænarar,sangarar, gravarar og berarar. Takk til Orðið á Borðið fyri vakra sangin í kirkjuni. Takk fyri alla hjálp í samband við ervið. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Foreldrabólkin hjá krabbameinsfelagnum. Takk til øll tykkum í fylgdu Massa til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Elitha Hans Jacob v/fam. Harriet v/fam. Magnus v/fam. TØKK Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Poul Herbert Joensen f.05.02.1948 d. 31.01.2018 andaðist og varð jarðaður. Vit takka Sverra Steinholm fyri góð orð og takka tykkum, sum vóru í kapellinum. Vit takka Marjuni í Kálvalíð fyri troyst og góð orð og somuleiðis tykkum, sum sungu og tóku ímóti, tá hann kom heim í kirkjuna. Eisini takka vit organisti, kirkjutænarum, sangarum, gravara og tykkum sum skipaðu fyri, bakaðu og hjálptu til ervið. Tøkk til Raymund og Anette. Tøkk til tykkum sum komu á vitjan, fyri heilsanir, blómur, kransar og minnisgávu til Heimið á Grønanesi og takk øll tit, sum fylgdu honum til gravar. Familjunar vegna Gunn, Bjarki, Herit, Rógvi og Bárður Kirstin Rasmussen, Søldarfirði til minnis 9. februar 1936 - 10. juni 2018 Á lívsins mannagøtu vit ganga lið um lið, summi fim og løtt á fóti, so ymisk eru stig. Summum lagnan berst ímóti, øðrum lagnan blíð. Streymi, logn og andróðri vit øll rógva í. Ei altíð var tín gøta sløtt um lívsins reyn og skorð. Hóast gøtan illgongd, brøtt, tú leit teg á Guds orð. Tú lærdi liva lívið glað í náði Guds hvønn yrkadag, var nøgd við lívsins kor. Títt fjálga bros, títt andlitsbrá bar boð um sælan frið, sum einans fæst við Golgata, tær lætti møðsom stig. Í lyftum Guds tú stimbran fann tú styrki fekk, sum dagur rann, tað gav tær trúarfrið. Birgit og Svenning av Lofti Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo