Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juli 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Heimsmeistaraskap í fótbólti, Trump-ákærur og valfepur Tað stendur á gomlum nøglum nógva­staðni út í heimi í hesum døgum. Í Russ­landi eru tvær tjóðir eftir at berjast um heims­meist­ar­ a­heitið í fótbólti, eftir at Ong­land varð tveitt úr kappingini fyrrakvøldið. Land­ið, sum ikki vil Evropa meira í ES høpi, megn­aði heldur ikki hesaferð at gerast heims­meist­ari, hóast Onglandi er landið, sum upp­fann­fót­bóltin – og hóast landið ikki hev­ur vunn­ið heims­ meist­ar­a­heitið síðani 1966. Hvussu leikur fer – og um smátjóðin Kro­a­tia við sínum fýra milliónum íbúgvum megn­ar at knógva stórveldinum Fraklandi, frætta vit sunnudagin. Men umframt fótbóltin, so hevur eisini hern­að­ar­sam­g­ongan NATO hildið toppfund í hes­um døgum. Amerikanski forsetin, Don­ ald Trump, hevur langað til, bæði til høgru og vinstru, tí at hini NATO-londini eftir hans­ara tykki ikki rinda nóg mikið til stóra hern­að­ar­fel­ags­skapin. Amerikanski forsetin førir seg fram sum ein fílur í einum postalínshandli. Flestu stjórnarleiðarar í Evropa munnu vera á einum máli um, at amerikanski for­setin er sum ein gekkur, sum í flestu førum handl­ar uttan at hugsa. Hann er ikki ein typ­isk­ur politikari, sum verður stýrdur av spinn­ dokt­ar­um og meiningskanningum. Hann sig­ur tað, hann hugsar, ella heldur at hann hugs­ar. Hvorom alting er, so er hann demo­krat­ iskt valdi forsetin í USA, so har vendst ikki aftur. Í Føroyum ber eisini til at klandrast um NATO. Trupulleikin er eitt sindur øðrvísi. Vit vita ikki ordiliga, hví okkum ikki dámar NATO, men eftir sum at tað er nakað, sum danir hava trokað inn á okkum, so man okkurt ringt vera í tí, hugsa kanska nøkur. At ein NATO-venjing hevur verið í før­oysk­um sjógvi er eisini ein trupulleiki. Før­oysk­ir myndugleikar vistu einki. Uttanríkisráðharri okkara er ikki kunnaður, og annar fólka­tings­maðurin vil eisini hava greið boð frá stjórini, sum kanska heldur einki visti. Her á klettunum verður tosað um løg­ tings­val. Bara eitt ár er eftir av valskeiðnum. Hó­ast leysaøgur um val tykjast í so ó­í­tøki­lig­ ar, so nærkast valið við rúkandi ferð. Um val verður í ótíð, so er tað tí, at ósemja er innanhýsis í samgonguni. Tá er spurningurin um eina alternativa samgongu eisini viðkomandi. Ferðsluljósini við Hvítanesvegin og Eystara Ring­ veg hava nú verið virkin nakrar vikur. Býráðið í Havn skrivar, at arbeitt hev­ur støðugt verið við at gera tillagingar, sum kunna fáa ferðsluna at glíða enn betur, og at stytta um bíðitíðirnar í bilrøðunum. – Eygleiðingarnar vísa, at ferðslan nú glíður rætt­i­liga væl í sjálvum vegamótinum. Nakað av trup­ul­leik­um hava verið við longum bilrøðum á Eyst­ara Ringvegi á teininum yviri við Strond í seinna­parts­meldr­inum. Her hava bíðirøðirnar strekt seg heilt yvir til Hoyvíkssvegin, so ferðslan har eisini hevur verið tarnað. Roynt hevur nú verið at leingja tíðarskeiðið, har hesi fáa grønt ljós. Eisini er uppmerkingin á Eyst­ara Ringvegi, á teininum frá rundkoyringini á Hálsi oman móti ferðsluljósunum, broytt, so at tví­deilda bilrøðin á hesum teini nú er meira enn tví­falt so long. – Nú hava bilførarar eisini havt stundir at venja seg við skipanina, og ferðslan í vega­móti­ num gong­ur nakað betur. Men so vítt møguligt verða tillagingar gjørdar so hvørt tørvur er. Tá øk­ið er liðugtgjørt vera tvídeildar bíðirøðir í allar ferðsl­u­rætn­ ingar, og tá verða sjálvi sporini bæði breiðari og longri. Ymsar eru avbjóðingarnar Gongur betur nú RINGVEGUR/HVÍTANESVEGUR Hanna: Misti bæði mammu og pápa Siðsøga síða 26-27 Minningarorð um Christinu Joensen síða 15 Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Hesi seinastu árini er munurin mill­ um rík og fátøk í Føroyum øktur eitt sind­ur Tað staðfestur Hagstovan í eini nýggjari upp­ gerð yvir stættarmunin í Føroyum. Í hesum arbeiði hevur Hagstovan gjørt støð­una upp eftir altjóða leisti, soleiðis at Før­ oy­ar kunnu samanberast við onnur lond. Tískil hevur hagstovan bæði roknað seg fram til Gini-talið fyri Føroyar og tað, tey kalla fimta­partslutfall. Í hesum útrokningunum brúkar Hag­stovan javnvirðisinntøkuna hjá fólki. Í stutt­um er tað inntøkan, eitt húski hevur eftir til nýtslu, tá ið skatturin er goldin. Inn­tøk­an hjá húskinum sigur meiri um, teir nýtslu­møgu­leikar eitt húski hevur, enn inn­tøk­an hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri inntøku tilsamans enn eitt lítið húski, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyri­munir í einum stórum húski, tí eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda olju, streym, hvít­vør­ur, og annað, fimm ferðir. Tá ið fimtapartslutfalliðverður roknað út, verða borgararnir býttir í fimm líka stórar part­ar eftir javnvirðisinntøkuni. Síðani verð­ur roknað út, hvussu stóran part av javn­virð­is­ inn­tøkuni ríkasti fimitparturin ræð­ur yvir samanborðið við tann fátækasta fimta­partin. Í 2016 var tann ríkasti fimtiparturin í Før­ oy­um, 3,1 ferðir ríkari enn fátækasti fimti­part­ ur­in. Hetta talið hevur verið rættiliga støð­ugt seinastu árini, tí tað er vaksið 0,4 síð­ani 2009, tá ið tað varð roknað út á fyrsta sinni og tá var tað 2,7. Gini - talið er eitt annað mát fyri, hvussu javn­virð­is­inn­tøkurnar í samfelagnum eru býtt­ar. Hava øll líka stóra inntøku, er gini-tal­ið null, og hevur eitt húski alla inntøkuna er tal­ið 100. Í Føroyum var gini-talið 22,8 í 2016, men tað er vaksið javnt og samt síðani í 2009, tí tá var tað 19,3. Hagstovan sigur, at bæði tá ið fimta­parts­ lut­fall­ið og gini-talið verður roknað út, hava Før­oy­ar í tí lægsta endanum, samanborið verð­ur við okkara grannalond. Og tað ger sam­stund­is Føroya til tað landið í heiminum, har eina minst munur er á teimum ríkastu og teim­um fátækastu. Talið í Føroyum er umleið tað sama sum í Ís­landi, men Danmark er tað landið, har mun­ urin ímillum rík og fátøk er størstur, har var gini-talið 28,9 í 2016 og fimtapartslutfallið var 4,5. Samanumtikið er tað soleiðis, at jú longri ein flyt­ur seg burtur frá noðrurlondunum, jú hægri verður ójavnin, sigur Hagstovan. Munurin ímillum rík og fátøk í Føroyum veksur 13. JULI 2018