hósdagur 12. juli 2018síða 32
Tekstur á síðuni
BAKSÍÐAN
Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni.
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum.
Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir
dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um
útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum.
Vit hava fingið nógvar fyri spurn
ingar eftir, at SKAT hevur sent út
ein teldu post til fleiri føroyingar í
Dan mark.
Her hava vit samlað saman veg
leiðandi kunningartilfar.
Fleiri hava fingið teldupost frá
SKAT, har sagt verður frá, at SKAT
hev ur móttikið upplýsingar frá Før
oy um um útlendsk viðurskifti fyri
2016. Upp lýsingarnir, sum SKAT
hevur mót tikið frá Taks, er inniogn í
før oyskum peningastovnum, rentu
inn tøk ur og innistandandi í pen sjóns
skipanum. Hesar sært tú, um tú ritar
inn á sjálvavgreiðsluna hjá SKAT.
SKAT hevur ikki sett upp lýs ing
ar nir á ársuppgerðina, men tú skalt
kanna eftir um upplýsingarnir eru
rættir, og seta upphæddirnar inn
á sjálvuppgávuna. Um tú ikki er
samd/ur í upphæddunum, skalt
rætta tað við at fylgja veg leið ing
ini í teldupostinum frá SKAT.
Um tú hevur havt inntøkur í
Før oyum, skulu hesar inntøkur
eisini uppgevast til SKAT. Hóast tú
hevur varðveitt fulla skattskyldu í
Før oyum sum lesandi, ert tú eisini
fult skattskyldug/ur í Danmark og
hevur tískil skyldu at uppgeva allar
inn tøkur.
Hevði tú inntøku úr Føroyum
í 2016 og 2017, sum tú manglar
at uppgeva, kanst tú fylgja hesi
leinkjuni: Føroyafrádráttur
Leita
tær
síðani
oman
til »Sjálvuppgáva og føroya frá
drátt ur«. Har hava vit nakrar veg
lei ð ingar til hvussu tú skalt upp
geva út lendsku inntøkuna hjá tær.
Hevur tú rætt til føroyafrádrátt,
kanst tú søkja um at fáa útlendsku
inn tøkuna undir Føroyafrádráttin
eisini.
Ofta settir spurningar
Eg flutti til Danmarkar í 2016,
skal eg so upplýsa mína føroysku
inntøku frá áðrenn?
Tað er einans tann inntøkan,
sum tú hevur forvunnið eftir at
tú ert flutt/ur til Danmarkar, sum
er skattskyldug í Danmark. Flutti
tú til dømis til Danmarkar um
heystið í 2016, er tín føroyska innt
øka í tíðarskeiðinum áðrenn ikki
skattskyldug í Danmark. Men rita
inn á tastselv og kanna, at skatta
upp gerðin hjá tær sær røtt út.
Eg
havi
varðveitt
fulla
skattskyldu í Føroyum – skal
eg hóast tað upplýsa før oyskar
inntøkur fyri SKAT?
Ja, inntøkan skal uppgevast
sjálvt um tú hevur varðveitt fulla
skattskyldu sum lesandi í Før oy
um, tí tú ert samstundis fult skatt
skyldug/ur í Danmark. Tó ber til at
fáa Føroyafrádrátt til føroysku inn
tøkuna (sí niðanfyri).
Eg havi fingið almennan stuðul
úr Før oyum. Skal hann eisini
upplýsast fyri SKAT?
Um tú hevði bústað í Danmark
í tíðarskeiðnum, skalt tú upp
geva hvat tú hevur fingið út
goldið. Somuleiðis skalt tú kunna
um hvussu nógvan skatt tú hevur
goldið í Føroyum, soleiðis at SKAT
kann geva ein frádrátt í útroknaða
skatti num, og tú ikki verður
dupult skattað/ur.
Føroyafrádráttur til
útlendsku inntøkuna
Tað er týdningarmikið, at tú
tryggjar tær, at Føroyafrádrátturin
verður sett ur rætt inn, soleiðis at
hann fevnir rætt um tínar inntøkur.
Fyri 2016 var samlaði Føroya frá
drátturin áljóðandi 45.000 kr (#437
Fra drag for visse gæstestuderende)
og
Ríkis felagsskapsfrádrátturin
36.000 kr (#54 Fradrag for fiskere,
DIS be græns et fart mv.) fyri alt
skatta árið*.
Les meira: http://radgevingin.
dk/2018/06/15/braevfraskatum
utlendskvidurskifti/
Tá ið tú hevur sent sjálv upp
gávuna, fært tú eina sjálvvirkandi
útrokning,
sum
oftast
ikki
hevur
frá dráttin
við
–
tískil
kanst tú vænta tær eina skeiva
upphædd (oftast at rinda aftur
eina stóra upphædd) at byrja við.
Frádráttirnir skulu setast inn
manuelt av starvsfólki á SKAT, og
tískil skalt tú bíða inntil svar er
komið upp á tín teldupost, áðrenn
upp gerðin hjá tær er rættað til.
Kelda: radgevingin.dk
Skalt tú undir víðari
lestur uttanlands?
Kom við til Betri Pisudagar!
31.juli kl. 19.00 á deildini hjá Betri í
Klaksvík
1. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini
hjá Betri í Miðbýnum í Havn.
Aftur í ár
Á hvørjum ári fara hundraðtals
føroyskar pisur undir víðari lestur,
bæði í Føroyum og uttanlands.
Hetta er ein sera spennandi tíð ið
krevur fyrireiking, og sum hevur
nógvar spurningar við sær.
Tí
skipa
MFS
(Meginfelag
Føroyskra
Studenta),
ASK
(Altjóða Skrivstovan) og Betri fyri
Pisudøgum á hvørjum ári.
Tiltakið er ætlað tær, ið fer
undir víðari lestur uttanlands, og
endamálið er at geva tær høvi at
seta spurningar, fáa góð ráð og
tosa við onnur, ið eru í somu støðu,
soleiðis at tú kemur so væl frá
byrjan sum gjørligt.
Ert
tú
komin
inn
á
dreymaútbúgvingina?
Gongur
leiðin út um landoddarnar at víðka
sjónarringin?
Hevur tú stýr á SU, ÚSUN,
bústað,
Nem Kontu,
NemID,
Føroyafrádrátt o.s.fr.?
Tað hava vit.
Vit í MFS, ASK og Betri skipa,
fyri 11. árið á rað, fyri Pisudøgum
fyri tær, soleiðis at tú kanst fáa
svar uppá tínar spurningar, fáa góð
ráð frá serkønum, og høvið at tosa
við onnur ung, ið eru í somu støðu
sum tú.
Skrá 2018
• MFS greiða frá ymiskum
praktiskum viðurskiftum. Høvi
verður at práta við MFSumboð
úr ymsum londum
• Betri gevur ráð um fíggjarlig
viðurskifti, ið tú eigur at
hugsa um sum lesandi,
m.a. Nemkontu, NemID,
Fíggjarætlan, Lestrarkreditt og
Betri legat
• Randi Johannesen
frá ”Ráðgevingini fyri
føroyingar í Danmark”,
gevur tær góð ráð um m.a.
skattafrádrátt, ferðaískoyti,
føroyafrádrátt, lestrarstuðul og
bústaðarviðurskifti
• Holger Arnbjerg frá Altjóða
Skrivstovuni, greiðir frá,
hvussu tú kanst brúka ASK
í sambandi við hægri lesnað
uttanlanda, og gevur góð ráð
um, hvussu tú kemur væl frá
lestrarbyrjan.
• Eftir framløgurnar fara
luttakarnir í bólkar, alt eftir
hvar tey fara at lesa. Eitt umboð
fyri MFS fylgir við út í hvønn
bólk. Í bólkunum verður høvi at
tosa við onnur ung, ið eru/ fara
uttanlands í lestrarørindum.
• At enda verður møguleiki at
“mingla” og fáa sær okkurt
leskiligt saman við einum
góðum prátið.
• Eisini verða kappingar, har tú
kanst vinna Sveiggj ferðaseðlar,
og vera við í kappingini um ein
BetriLestrarpakka, við øllum
møguligum góðum í.
Ráðgevingin fyri føroyingar
í Danmark skrivar 15.juni 2018:
BETRI Pisudagar 2018
Við serkunnleika
TAKS, 13. juli 2018
Lesandi virkið p-talið
Kemur tú heim at arbeiða
í summar, skalt tú virkja
p-talið hjá tær, so at
arbeiðsgevarin kann
flyta lønina á kontu.
Tú virkjar p-talið við at
skriva til taks@taks.fo og
upplýsa fornavn, eftirnavn,
føðingardag og útlendskan
bústaðin. Ger tað í seinasta
lagi 13. juli 2018, um tú vilt
hava lønina á kontu til
ólavsøku.
Hevur tú áður virkjað
p-talið hjá tær í sambandi
við arbeiði í Føroyum,
nýtist tær ikki at virkja tað
aftur, um ongar broytingar
hava verið í viðurskiftum
tínum síðan.
Umsóknarfreistin til upptøkuna
í 2018 var sunnukvøldið 1. juli á
midnátt. Inn komu tilsamans 411
umsóknir til bachelor, master og
hjánám. Í 2017 komu 353 umsóknir
inn.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir,
hvussu nógvar umsóknir komu
inn til tær ymsu útbúgvingarnar.
Umsóknirnar
verða
nú
viðgjørdar, og allir umsøkjarar
fáa svar í seinasta lagi mikudagin
11. juli 2018. Tey, ið fáa bjóðað
lestrarpláss, skulu svara, um tey
taka av plássinum, í seinasta lagi
1. august á midnátt.
Lestrarskrivstovan
Setrið 2018
32