mánadagur 16. juli 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge - Gundadalur
B36 spældi hóskvøldið málleysan
javnleik
móti
Titograd
úr
Montenegro í 1.umfari í Europa
League.
Í
mjørkakendum
veðri spældi B36 fult upp við
mótstøðuliðið í fyrra hálvleiki, men
tað stóð nógv á í seinna hálvleiki, tá
orkan og breiddin gekk undan hjá
heimaliðnum.
Broytingar á liðnum
Jákup á Borg, venjari hjá B36, hevur
ikki hvat eitt lætt kappingrár, tá
talan hevur verið um skaðar. Nú
spæla loyvini eisini venjaranum
eitt puss. B36 kunngjørdi fyri
kortum, at Michal Przybylski er
leigaður úr pólskum fótbólti.
Dagin fyri dystin segði hann í
samrøðu við FM1, at hann gleddi
seg at sleppa at spæla móti
Titograd. Men á degnum stóð
Michal Przybylski ikki á listanum
hjá B36, tí pappírarbeiðið ikki
var avgreitt til tíðina úr pólska
fótbóltssambandinum.
-Tað hevði verið eitt fínt ess at
havt í hondini til hendan dystin,
sigur Jákup á Borg.
Hartil blivu hvørki Andrias
Eriksen ella Robert Heðin Brockie
klárir, meðan Hannes Agnarsson
helst er úti í eina tíð, eftir at hann
fekk ein fiburspreingin í seinna
dystinum móti St Joseph’s.
Tí
fekk
blaðungi
Ragnar
Samuelsen møguleikan frá byrjan
á høgra bakki. Samanlagt er talan
um eitt ung lið hjá B36, tí Rói Mørk
Hentze, Bjarni Petersen, Ragnar
Samuelsen, Magnus H. Jacobsen,
Erlendur
Magnusson,
Hugin
Samuelsen og Gilli Samuelsen 19 ár
ella yngri. Fimm teir fyrst nevndu
byrjaðu inni, meðan tvíburarnir
kom, Hugin og Gilli, komu inn í
seinna hálvleiki.
Góður fyrri hálvleikur
B36 má longu í fyrsta minutti rudda
vekk av strikuni eftir hornaspark.
Eina løtu sær einki út, men
heimaliðið fótarnar. Løtu seinni
fær Meinhard E. Olsen størsta
møguleikan hjá b36 í dystinum,
tá Lukasz Cieslewicz spælir hann
leysan.
-Eg síggi at Lukasz hevur
pláss at venda sær. Tá hann
hevur pláss er góður til at finna
røttu avleveringina, so eg rann
afturum verjuna hjá teimum, sigur
Meinhard E. Olsen, sum tíverri seti
ov nógv á bóltin, tá hann lyfti hann
upp um málverjan – og málið.
Tað
er
minni
munurin
á
liðunum, men til tíðir hevur B36
trupulleikar í síni høgru síðu, har
miðalaldurin er lágur og royndirnar
ikki eru nógvar. Tað er málleyst í
hálvleikinum.
Koystir í seinna hálvleiki
Í fyrra hálvleiki er talan ikki um
tann heilt stóra munin á dygdini,
men í seinna hálvleiki broytist
alt. Í fyrra hálvleiki spælir B36 við.
Spælið verður sett skjótt í gongd
og miðvøllurin megnar at fylgja
við, men í seinna hálvleiki er tað
Titograd á tí mesta.
Gestirnir hava bóltin, hótta
meiri, men hava alíkvæl ávísar
trupulleikar av árstalsfelagnum.
Tá alt kemur til alt, so var tað
Titograd, sum var nærri sigrinum,
men í somu løtu dómarin bríkslaði
av er støðan ein onnur.
Málleysur javnleikur
kann
tykjast
sum
eitt minni gott úrslit
á
heimavølli,
men
fyrsta málið hjá B36 í
Montenegro – um teir fáa
eitt – telur tvey.
-Vit plaga at skjóta mál, so
eg tað vóni eg at vit eisini klára
í hitanum í Montenegro. Gera vit
tað, so skulu teir hava tvey, sigur
Jákup á Borg.
Ferðalagið hjá B36 fór longu
avstað í gjár. Venjarin hjá B36 vil
hava, at hansara spælarar skulu
venja seg mest møguligt við hitan.
Tað er so heitt, at Titograd hevur
sett dystin til at blíva spældan
klokkan 21 um kvøldið.
Alex og Lukasz í serflokki
Avrikið hjá B36 var á góðari leið
um allan vøllin. Tó skaraðu Alex
Mellemgaard og Lukasz Cieslewicz
burturúr.
Alex
Mellemgaard
megnaði fleiri ferðir at halda fast
í bóltinum, tá teir flestu nokk
høvdu tveitt hann vekk. Hann
slapp sær væl av við bóltin, men
tóktist eisini vinna nógvar bóltar.
Hann plaseraði seg eisini rætt, tá
gestirnir royndu at spæla upp um
hann.
Lukasz Cieslewicz er aftur
í gamla lagnum, har hann er
allastaðni
á
vøllinum.
Hann
tykist væl fyri og vil allatíð hava
bóltin. Hann er ein enn størri
lyklaspælari, nú Róaldur Jakobsen
er langtíðarskaddur.
Saman við eitt nú Kaimar Saag
og Meinhardi E. Olsen er nýtt lív
komið í framrættaða miðvallaran.
B36 hevur ein møguleika
Tú stendir eftir við eini kenslu av,
at Titigrad er eitt betri lið, um tú
hyggur eftir kropsligu venjingini
og orkuni, men tá vit bara hugsa
um evnini at spæla fótbólt, so kann
B36 væl gera ein vørr í Montenegro.
Lykilin verður nokk, at fáa
spæligferðina úr dystinum, so
hitin ikki fær so stóra ávirkan.
Hartil hevði tað komið væl við, um
eitt nú Andrias Eriksen og Robert
Heðin Brockie vóru tøkir til dystin.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
Europa League:
UNGT OG GOTT
– MEN ER TAÐ NOKK?
Við fleiri blaðungum spælarum frá byrjan, gav B36
Titograd skarpan gang í ein tíma, men breiddin og
orkan helt ikki til meir. Nú skal B36 spæla í kókandi
hita í Montenegro, men fyrsta málið telur tvey
UNGIR B36’ARAR
B36 hevði fleiri ungar spælarar á vøllinum
móti Titograd. Rói Mørk Hentze, Bjarni
Petersen, Ragnar Samuelsen, Magnus
H. Jacobsen, Erlendur Magnusson, Hugin
Samuelsen og Gilli Samuelsen spældu allir
ein leiklut. Teir eru allir 19 ár ella yngri.