mánadagur 16. juli 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. juli 2018 · Nr. 80
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
At vinna FM kennist søtt, og at
vinna bæði FM og á ólavsøku er
tindurin í kappróðrinum.
Setningurin at vinna á ólavsøku
bíðar. Tað verður annan leygardag,
at tað verður ólvasøkuaftan, tá
ið punktum verður sett fyri FM
kappróðurin í ár.
Á vestanstevnu í Sandavági
leygardagin tryggjaðu fimm mann
ingar sær, at tær sum meistarar
fyrireika seg til ólavsøku.
Felags fyri hesar fimm mann
ingarnar er, at tær hava vunnið
allar seks róðrarnar og harvið
hava fulla úrtøku. Talan er um
genturnar á Firvaldi av Tvøroyri í
barnakappingini, um kvinnurnar á
5-mannafarinum Erlu Kongsdóttir
úr Fuglafirði, um kvinnurnar á
6-mannafarinum
Sølmundi
av
Glyvrum og um 8-mannafarið
Argjabátin.
Hesir
bátarnir
vunnu
allir
tryggar sigrar í Sandavági.
Argjabáturin
er
undantakið
millum
nýklaktu
meistararnar,
sum ikki hevur fulla úrtøku.
Argjabáturin var næstfremstur
næstsíðsta leygardag. At hann við
sigrinum
leygardagin
tryggjaði
sær FM heitið kemst av, at tað bara
eru trý 8-mannafør, sum luttaka.
Tað eru fýra stig frá Árnfirðingi og
fram til Argjabátin, sum á ólavsøku
vinnur í hvussu so er fimm stig –
um hann kemur á mál. Vinnarin
fær sjey stig.
Metið er nú á Argjum
Argjamenn kendust vera øgiliga
uppsettir leygardagin. Argjabáturin
sprakk avstað, og tað eydnaðist
ongantíð
Árnfirðingi
at
hótta
reyða bátin av Argjum. Hann var
fremstur allan teinin, og á málinum
var hann eina stóra hálva bátslongd
undan Árnfirðingi.
At Argjabáturin hevur tryggjað
sær FM heitið ber við sær, at nýtt
met er sett í talum á FM heitum,
sum ein bátur eigur.
Síðani tað í 1973 varð farið at
kappast um FM eftir tí leisti, sum
framvegis
er
galdandi,
hevur
10-mannafarið Havnarbáturin átt
metið. Tað kemst av, at Havnarbát
urin vann øll árini frá 1973 og fram
til 1979. Eingin annar bátur vann
øll árini 1973, 1974, 1975, 1976, 1977,
1978 og 1979. Tá átti Havnarbáturin
metið við sjey FM heitum. Og
Havnarbáturin vann FM aftur í
1990, 1991, 1996, 2001, 2004 og í 2008.
Tá var mettalið hjá Havnarbátinum
trettan.
Síðani hevur Havnarbáturin
ikki vunnið FM. Síðstu tíggju árini
hava harvið verið tey lakastu hjá
sigursvanda
10-mannafarinum.
Okkurt árið hevur Havnarbáturin
ikki luttikið. Tað hevur hann
gjørt tey síðstu árini, og gongdin
hesar
seinastu
róðrarnar
hjá
Havnarbátinum og ikki minst
hjá smærru bátunum hjá Havnar
Róðrarfelag kundi bent á, at tað
aftur fara at verða ljósari tíðir hjá
Havnarbátinum, sum tí fer at fáa
møguleikar at taka metið aftur.
Í løtuni er tað Argjabáturin, sum
eigur metið.
Meðan Havnarbáturin lagaði
sítt met frá 1973 og fram til 2008, so
hevur Argjabáturin nýtt væl færri
ár at vinna fjúrtan FM heiti, sum er
nýggja metið.
Argja Róðrarfelag varð stovnað
16. august 1982, og Argjabáturin
vann fyrsta FM heitið í 1991.
Níti árini vóru góð hjá Argja
bátinum, sum vann FM í 1992, 1994,
1995, 1997 og 1998.
Síðani túsund ára skiftið hevur
tað eisini ligið væl fyri hjá Argja
bátinum, sum vann FM í 2000, 2004,
2009, 2010, 2011, 2013 og aftur í 2015,
tá ið Argjabáturin vann FM fyri
trettandu ferð og harvið legði seg
uppá síðuna av Havnarbátinum.
Í 2016 vann Nevið Reyða kapp
ingina millum 8-mannaførini, og í
fjør vann Tofta Regin. Tá var tað
øgiliga spennandi á ólavsøku, tá
ið tað í eina lítla løtu ljóðaði, at
Argjabáturin bæði hevði vunnið
ólavsøkuróðurin og FM og harvið
sett nýtt FM met.
Um Argjabáturin skuldi vinna
FM, so vóru treytirnar, at hann
vann á ólavsøku, og at Tofta Regin
úr Vági ikki endaði frammanfyri
nummar trý. Argjabáturin vann
greiðan sigur, og fyrstu boðini
vóru, at Árnfirðingur hevði bast
Tofta Regini í kappingini um næst
fremsta plássið. Tá var fagnaðurin
millum argjafólk eykastórur, tí
umframt ólavsøkusigur og FM var
talan um met í tali á FM heitum.
So varð boðað frá, at Tofta Regin
akkurát hevði vunnið á Árnfirðingi
í
kappingini
um
næstfremsta
plássið, og harvið var Tofta Regin
meistari og ikki Argjabáturin.
Nú er tað greitt, at Argjabáturin
er FM vinnari, og at tað verður
reyði báturin við metnógvum –
fjúrtan – FM heitum, sum fer at
liggja í miðjuni, tá ið 8-mannaførini
ólavsøkuaftan fara at rógva.
Leygarkvøldið var fagnaðurin
stórur á Argjavegi, tá ið óføru
manningarnar komu aftur av
vestanstevnu og vórðu fagnaðar í
neystinum.
Ormurin svaraði aftur
Í fjør vann Klaksvíkingur FM í
kappingini millum 10-mannafør.
Eftir ólavsøkusigurin vóru tað fýra
stig aftur til Ormin Langa. Undan
ólavsøku í ár eru tað fýra stig frá
Klaksvíkingi og fram til Ormin
Langa. Tað eru bara hesir báðir
bátarnir, sum hava møguleika at
vinna FM.
Ormurin Langi kiksaði á fjarða
stevnu í Vestmanna, tá ið Klaks
víkingur vann, og Ormurin eisini
tapti fyri Suðuroyingi.
Á vestanstevnu í Sandavági var
tað dramatikkur fyri allar pengar
nar. Í startinum lógu Ormurin
Langi, Suðuroyingur og Klaks
víkingur borð um borð. Í mið
róðrinum misti Klaksvíkingur tað
mesta av einari bátslongd sammett
við hinar báðar, og tá sá tað eina
løtu út til, at Suðuroyingur hevði
hug at leggja seg framum Ormin
Langa.
Hesir báðir – Suðuroyingur og
Ormurin Langi – vóru stavn um
stavn, men í endaspurtinum vísti
tað seg, at Ormurin Langi var
drúgvari enn Suðuroyingur, sum
eisini misti sammett við Klaks
víking, ið rann øgiliga væl á síðstu
metrunum, tá ið hann vann seg
rongina framum Suðuroying.
Havnarbáturin
var
akkurát
undan Drekanum Reyða í kapp
ingini um at sleppa undan aftasta
plássi.
Størsta kappingin
Høvuðsstaðurin eigur kappingina
millum 5-mannafør við dreingjum.
Innanhýsis kapping er millum
bátarnar hjá Havnar Róðrarfelag
– Sílið og Drekan – sum við sínum
avrikum vísa, at tað av álvara er við
at koma lív í aftur í Álakeri.
Avbjóðarin hjá hesum báðum er
Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørr
ur. Á vestanstevnu var framúr
kapping millum hesar tríggjar
bátarnar, sum fóru skúmandi fram
ímóti málinum. Sílið var aftur hesa
ferð drúgvast, og vann tepran sigur.
Nú er støðan soleiðis, at tann
av hesum trimum, sum verður
fremstur
á
ólavsøku,
verður
meistari.
Fyri einum snøggum mánað
síðani vann Blikur av Argjum
róðurin millum 5-mannafør við
gentum. Kærur og harvið óvissa
hava síðani verið um úrslitið. Eitt
skifti lá umróður í kortunum, men
nú hevur Ítróttardómstólurin hjá
ÍSF staðfest, at tað verður ikki um
róður.
Blikur vann eisini leygardagin.
Einasti avbjóðarin í FM kappingini
er Tambar, sum leygardagin endaði
á triðja plássi. Tað ber við sær, at
FM leiðin hjá Tambar er ósløtt.
Umframt at vera frammanfyri Blik
á ólavsøku skal eisini ein annar
bátar vera undan Bliki og aftanfyri
Tambar, um tað skal eydnast teim
um í Knørrafelagnum at taka FM
heitið frá teimum á Argjum.
Í dreingjaróðrinum í barna
kappingini vann Heykur úr Hósvík
á vestanstevnu. Hann var triði
báturin, sum vann í ár. Fiskurin úr
Vági vann fyrstu fýra ferðirnar, og
Fípan Fagra vann á fjarðastevnu.
Leygardagin var Fípan næstfremst,
og Fiskurin endaði á triðja plássi.
KAPPRÓÐUR
ARGJABÁTURIN
EIGUR NÚ EINSA
MALLUR METIÐ
Fimm manningar tryggjaðu sær leygardagin FM
heitið, áðrenn tað ólavsøkuaftan – annan leygardag
– verður sett punktum fyri hetta róðrarárið