Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Útflutningurin av makreli og sild fer helst at minka slakar 500 milli­ ón­ir krónur í ár. Tað segði Pól Huus Sólstein, sum er stjóri á North Pelagic, við Kring­ varp­ið í síðstu viku. Fyrr í vikuni hevði Havstovan boð­að frá, at fyrsta ársfjórðing í ár út­fluttu Føroyar væl minni av makr­eli og sild, sammett við fyrsta árs­fjórð­ing í fjør. Hetta er ein sera álvarsamur boð­skapur, sum helst fær alt ov lítla rúmd í tíð­inda­flutn­ing­i­num og í politiska meldrinum. Nógv rok hevur verið um, at blokk­stuðulin úr Danmark varð skor­in 360 milliónir krónur. Tað er sjálvandi álvarsamt, tá man kutar inn­tøk­ur burtur uttan at seta nýggj­ar í staðin. Boðini um minkandi út­flutn­ ing­in eiga sjálvandi at fáa allar áv­ ar­ing­ar­lampur at lýsa. Tí hetta svarar til, at vit blaka at kalla allan blokkstuðulin aftur til Dan­markar. 500 milliónir krónur eru nógv­ir pengar. So kann onkur siga, at fyri tað um vit flyta minni út av sild og makr­eli – ella fáa minni fyri somu nøgd, so kunnu vit bara leita á aðr­ ar markn­aðir. Tað kunnu vit kanska, men av roynd­um vita vit, at tað er ikki bara sum at siga tað. Gott nokk bar tað væl til, tá ES boykottaði Før­oyar fyri nøkrum árum síðani. Tá funnu vit aðrar marknaðir, eitt nú í Russ­landi. Men tá markn­að­ar­ mek­an­ism­an sjálv regulerar okk­ ara part niður, tá er vandi á ferð. Vit kenna ringvirknaðin, tá út­flutn­ignurin veksur og skip og virki og fólk fáa fleiri pengar um hendi. Um samlaði útflutnignurin hjá Før­oy­um í ár minkar 500 milliónir í mun til útflutningin í fjør – og um vit halda fram við at innflyta meira, so verður galin endi. Tað sig­ ur seg sjálvt Landsstýrið tosar um bú­ skap­ar­grunn og um at leggja peng­ar til viks, sum kunnu brúk­ ast til onn­ur end­a­mál, enn at gjalda førstu út­reiðsl­ur­nar á løgt­ings­fíggj­ar­lóg­ini. Ein slíkur búskapargrunnur átti væl­saktans at verið nýttur til tað púra nát­úr­ liga at stýra búskapinum soleiðis, at tað almenna koyrdi meira ferð á, tá niðurgangstíðir eru. So kundi kass­in verið fyltur, og minni verið brúkt, tá tíðirnar er góðar. Men soleiðis verður ikki stýrt. Búskapargrunnurin tykist eitt sindur kámur. Er hann í veru­leik­a­ num ein grunnur, sum skal fíggja loys­ing­ina? Ella er hann til at fylla goymsl­ur­nar í góðum tíðum? Sum at høgga allan blokk­ stuð­ul­in burtur í einum høggi HÁLV MIA BURTUR OG HVAT SO? Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Nú er tað fyrsta ginn­ið, sum burt­ ur­av er føroysk fram­leiðsla, kom­ið á hillarnar í Rús­ drekka­sølu Lands­ins Tað er Einar’s Distillery, ið fram­leið­ ir ginnið, sum hevur fing­ið navnið Einar’s Gin. – Vit hava nú í fleiri ár ar­beitt við at menna føroyskt ginn, og nú halda vit, at vit eru komin á mál. Vit hava gjørt eitt siðbundið ginn við út­gangs­støði í London Dry Gin, sigur Einar Waag, stjóri á Føroyar Bjór, sum eisini eig­ur Einar’s Distillery. – Baraldarber og kor­ian­d­er (deym­korra), eyð­kenna smakk­in sam­an við nógv­um øðr­um urtum, og millum ann­að før­oyska hvann­ rótin og góða før­oyska vatn­ið geva ein frísk­lig­an ang­andi smakk, sigur hann. Tá ið London Dry Gin verð­ur framleitt, er eitt krav at øll rávøra og øll krydd skulu verða náttúrlig, tað er ikki loyvt at tilseta nøkur smakk­i­evni, litevni ella ann­að. Nátt­úr­ligu urtirnar liggja í al­k­ o­holi eina rúma tíð, áðr­enn tað verður distillerað. Tað gevur besta smakkin, greið­ir Einar Waag frá. Tað var í 2017, at Föroya Bjór gjørdi eina stóra íløgu í fyrsta føroyska distillaríið. – Hetta við distillarínum hev­ur verið ein dreymur hjá okk­um í eini 25 ár. Stór­ur part­ur av íløguni til eitt whis­ k­y-brennarí er longu til stað­ar í einum bryggj­a­r­í­i, tað vil siga brygg­ing og ger­ing, so tað lig­ g­ur væl fyri at fara und­ir. Vit hava brent whis­ky síð­an 2017, og tað skal liggja í tunn­um í nógv ár, áðrenn tað er bún­að, sigur Einar Waag. Einar’s Gin fæst í 70 cl fløsk­ um í Rús­drekk­a­ søl­u­nu­num um land­ið, í tax­free um­borð á Norr­ ønu og í Duty Free á flog­vøll­i­ num. Föroya Bjór fram­leiðir eis­ini Ton­ic-sod­a­vatn, sum stend­ur mát við tær all­ar bestu, so nú ól­ av­søk­an stund­ ar til, kunnu fólk njóta ein Gin­&­Ton­ic frá Ein­ar’s Dis­t­il­l­ ery og För­oya Bjór. Føroyskt ginn til ólavsøku Rithøvundurin Bjarni Åkes­ son Filholm, sum er hálvur før­oy­ingur, hevur skrivað eina nýggja bók um Rønne havn, sum eisini hevur áhuga hjá føroyingum. Bókin er 68 síð­ur við yvir 50 myndum, har nógv­ar eru í litum. Heitið á bók­ini er: Rønne havn - øje­ bliks­bil­led­er fra 1960'erne. Pápin, Palle Filholm, ar­ beiddi sum verkfrøðingur í Før­oy­um frá 1950-1954. Hann hevði eftir­lit við havnar­bygg­ ing­um í Tvør­oyri og í Vági. Eisini var hann við í bygg­ing­ ini av vatn­verk­i­num í Vest­ manna fyrst í 50-unum. Familjan flutti til Rønne á Born­holm, har hann sum verk­frøð­ing­ur arbeiddi víðari við sín­um stóra áhuga fyri havn­ar­bygging í sambandi við Røn­ne havn. Bjarni Åkesson Filholm he­v­ur skrivað fleiri bøkur um m. a. skipasøgu. Hann er fødd­ur í Føroyum í 1952 og vaks upp á Bornholm. Hann hev­ur í mong ár arbeitt sum bóka­vørð­ur í Hjørring. Bókin kann fáast við at venda sær til bóka­handl­arnar. Filholm við nýggjari bók Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Katrin til minnis NØVN SÍÐA 17 Ongin skal tjena pengar ELSEBETH MERCEDIS GUNNLEYGSDÓTTUR KJAK SÍÐA 17