Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Búskapar­grunnurin virkar nú í praksis Sjálvt um inntøkurnar hjá tí almenna ikki broytast, so hevur Búskapargrunnurin meira enn 330 milljónir í kassanum Árni Gregersen Tá ið avtornaði so var rættuliga breið politisk semja um Búskap­ar­ grunn Føroya. Grunnurin er ætlaður, sum eitt amboð at stýra føroyska bú­skap­ in­um. Tað var tað, sum endaliga semj­an var um, hóast umboðið fyri Tjóðveldi í fíggjarnevndini, Pauli Trond Petersen, vildi hava, at hesin sami grunnur eisini skal vera partur av grundarlagnum hjá ein­ um sjálvstøðugum Føroyum. Tað er endurstovnaði Lands­ bank­in, sum skal reka og umsita Bú­skapargrunnin. Tað vil siga, at tal­an er um ein stovn, sum ikki annars fær egnan bygnað. Malan Johansen er stjóri í Lands­banka Føroya: -Vit hava fingið til uppgávu at um­sita Búskapargrunnin og tað fara vit so at gera eftir tí lóg, sum Løg­tingið hevur samtykt, sigur hon. Búskapargrunnurin hevur longu rættuliga fitt av pengum, men tað er ikki fyrr enn hetta fíggj­ ar­árið rættuliga er farið afturum, at til ber at siga, hvussu nógvur pen­ ing­ur er komin inn í grunnin. Javningaramboð Tað sum gjørdi, at lógin um grunnin fekk eina breiða undirtøkuí, var fyrst og fremst, at grunnurin skal brúkast sum eitt javningaramboð í føroyska búskapinum. Øll í politisku skipanini vita eis­ ini, at tað sum áður hevur koll­rent føroyska búskapin, eru tey ógvus­ ligu sveiggini. Búskap­ar­grunn­ur­in skal forða fyri, at hesi sveiggj ger­ ast so ógvuslig. Tí skal ein partur av avlopinum á fíggjarlógini fara í grunnin og part­urin sum skal í grunnin, veks­ ur, tá ið avlopið veksur. Eisini verða tilfeingisgjøldini frá alivinnuni og frá fiskivinnuni koyrd í grunnin. Tá ið tilfeingisgjøldini frá alivinnuni fara upp um 150 milljón­ir og frá fiskivinnuni upp um 250 milljónir krónur fara tey í grunn­in og verða so goldin útaftur yvir sjey ár. Hetta skal forða fyri, at tey sveiggj, sum vit vita eru í hesum vinn­um, ikki skulu ávirka samlaða bú­skapin í Føroyum so ógvusliga, sum tey gera nú. Búskapargrunnurin verður alt­ so stýrdur a v Landsbankanum. -Sum nevnt arbeiða vit sjálvandi eftir tí lóg, sum Løgtingið hevur sam­tykt, men onkur praktiskt ting, skulu vit sjálvandi fáa uppá pláss, sigur stjórin í Landsbankanum, Malan Johansen. -Vit hava viðgjørt nakað av hes­ um og eg vænti tað verður so­leiðis, at alt viðvíkjandi Búskap­ar­grunn­ in­um verður bókað einaferð um árið. Tað er helst lættasti mátin at gera tað uppá, leggur hon afturat. Politiska stríðið Stríð var annars leingi í politisku skip­anini um ein búskapargrunn. Upprunaliga vildi Tjóðveldi, at ein slíkur grunnur skuldi skapa búskaparliga støði undir loys­ ingini. Ferð eftir ferð vísti flokk­ urin á, at skulu vit sleppa und­an blokkstuðlinum og fáa ein sjálv­ berandi føroyskan búskap, so skal eitt am­boð, sum ein búskap­ar­ grunn­ur til. Hetta fekk hinar flokkarnar at stríðast ímóti, men so hvørt sum kjakið dróg út og vardi í fleiri ár, fanst eitt endamál við grunninum, sum allir flokkar taka undir við. Á viðgerðini í fíggjarlógini sæst, at eitt sindur av stríðið framvegis er um endamálið, men nú er tað fyrst og fremst ein partur av Tjóð­ veldi, sum heldur fast um, at hetta er leiðin móti loysing og serliga bú­ skaparligum frælsi frá Danmark. Sjálvt um lógin fór at virka 1.januar í ár, so fara úrslitini ikki av álv­ara at síggjast fyrr enn næsta ár, tá ið roknskapurin fyri 2018 er lið­ ugur og greitt er hvørjar aðrar inn­ tøkur hava verið, sum eisini leggja pening í Búskapargrunnin. Malan Johansen er stjóri í Landsbankanum, sum skal umsita Búskapargrunn Føroya. Tjóðveldi og serliga Pauli Trond Petersen, tingmaður, halda, at B´sukapargrunnurin skal gera føroyar búskarliga leysar av Danmark. Fyrr enn hetta fíggjarárið er uppgjørt, vita tey ikki, hvussu nógv eyka kemur í landskassan úr Búskapargrunninum