týsdagur 17. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Stóra brakið á Vaglinum
Leygarkvøldið
verður stóra
brakið Tórsfest
á Vaglinum og
í Gongugøtuni í
Havn – tiltakið,
sum fyrr kall
aðist Ólavsøku
konsertin
Gamla
Ólavsøkukonsertin
verður í ár á fimta sinni
hildin sum »Tórsfest«. Tað
er Tórshavnar Ítróttarráð,
sum skipar fyri konsertini
og Voxbotn Entertainment,
sum leggur til rættis.
Icona Pop
Heimskendu
genturnar
í Icona Pop hava verið á
útseldum
konsertferðum
saman við Miley Cyrus, Katy
Perry og One Direction og
hava spælt á óteljandi fest
ivalum og konsertum kring
heimin.
Í fjør vórðu tær eitt av
stóru nøvnunum á Roskilde
Festivalinum.
Og
leygar
kvøldið vera tær at síggja
og hoyra á Okkara Tórsfest
2018.
Hvør kennir ikki monst
erhittini »Girlfriend«, »All
Night« og »I Love it«?
Carpark North
Carpar North hava áður
prógvað, at teir kunnu fáa
eina fjøld at hoppa og rokka.
Elektroniski rokkbólkurin,
sum m.a. eigur hittini Trans
parent & Glaslike, Human,
Army of open Arms fer at
borðreiða við einum giga
showi, sum fær allar glaðar
sálir at skrála við.
Burak Yeter
Burak Yeter er maðurin
handan monsterhittið »Tues
day«, sum hevur buldrað alt
summar á dansigólvum og
útvarpsrásum kring heimin.
Burhan G
Burhan G er fólkaogn í
Danmark, og hevur ferð
eftir ferð prógvað, at hann
dugir at framleiða popp
tónleik í heimsflokki, og
hetta fer hann eisini at vísa
føroyingum á Okkara Tórs
fest.
Jacob Dinesen
Hann mann nokk vera eitt
tað mest spennandi navnið
í Danmark í løtuni við yvir
100 útseldum konsertum í
Danmark í fjør. Stóra gjøgn
umbrotið kom við fløguni
»Brace Against the Storm«,
sum fekk sera góð ummælir.
Á fløguni finnast løgini
»Roll with Me« og »Jessie«,
sum eru blivin nógv spæld –
bæði í Danmark og eisini her
hjá okkum. Fløgan gjørdist
beinleiðis nummar eitt á
danska fløgu-hittlistanum.
Stóra danska stjørnuskot
ið verður nú at hoyra saman
við bólki sínum á Vaglinum í
Havn í summar.
Smokie
Smokie hava pakkað kuffert
ini á tremur við vælkendu
hittunum, og eru klárir til
eina syng-við veitslu av
besta slag.
Líka síðani Smokie fyri
fyrstu ferð vitjaði á klettu
num fyri mongu árum síð
ani, hava teir fylt hallir og
festivaløki, har øll hava
sungið við. Og tað verður utt
an iva aftur sungið væl við,
tá Smokie fara á pall leygar
kvøldið.
Flestu føroyingar kenna
risahittini sum t. d. Lay Back
in the Arms of Someone, I’ll
Meet You at Midnight, Oh
Carol, Mexican Girl, Needels
and Pins, Arms of Mary og
fyri ikki at gloyma Living
Next Door To Alice.
So nú er bara at finna
dansiskógvarnar fram
Danny & The Veetos
Danny & The Veetos man
nokk teljast millum best
umtóktu tónleikabólkarnar
í Føroyum í løtuni. Løg
sum »Sunnukvøld í mai« og
»Allright« er nærum blivin
fólkaogn og á teimum kon
sertum, sum bólkurin hevur
spælt, hevur bólkurin altíð
megna at fingið allar áhoyr
ararar við.
Bólkurin er mannaður av
Danny Baldursson, Páll Brim
Joensen, Robert Waagstein,
Jóhan Nolsøe, Símun Dam,
Leivur
Vitalis
og
Rúna
Hentze, sum saman spæla
lívsjáttandi pop-folk tónleik.
Vit vilja ongantíð
doyggja
Tað fer at runga við Dyna
mit-hittum á Okkara Tórs
fest 2018, tá Niclas Heri og
Shaky við manning fara
á pall á Vaglinum í Havn í
summar. Og tað er einki at
ivast í, at hýrurin fer at verða
serliga góður og øll fara at
syngja við, tá bólkurin fer
at framføra Dynamit-hitt
undir navninum »VIT VILJA
ONGANTÍÐ
DOYGGJA«.
Hetta er eitt nýtt undirhald
andi, festligt og jaligt tón
leikakonsept, sum ossar av
góðum stemningi og hýri.
Tónleikarnir, sum fara at
spæla saman við Niclas Hera
og Shaky á Okkara Tórsfest
eru
Magni
Husgaard
á
keyboard/klaver,
Mikkjal
Hvannastein á guitar/solo,
John Johansen á bass og kór
og Henning Hjalt Nicodem
ussen á trummum.
Signar í Homrum
Vit kenna hann við løgum
sum »Tað er gott at elska«,
»Mín skattur« og »Kærleikans
mátt« sum nærum eru bliv
in fólkaogn. Signar fer fyri
fyrstu fer at spæla við full
ari konsertmanning í Havn.
Teir, ið koma at mynda
bólkin hjá Signari, eru John
Johansen,
James
Olsen,
Høgni
Fagraberg,
Magni
Husgaard og Mikkjal Hvann
astein.
Maria Montell
Hon hevur givið út átta
fløgur og var nógv at hoyra
í donskum útvarpsrásum í
90’unum.
Størsta hittið hjá Mariu
Montell er uttan iva »Di
DaDi«, tí lagið gjørdi, at
Maria Montell eisini bleiv
kend uttan fyri Danmark.
Lagið gjørdist sera kent
í Asia og tað hevur eisini
verið nýtt í fleiri lýsingum
fyri Elida, Pepsi, Panasonic,
Kloster Beer, Autan Fresh og
Aiwa.
Okkara Tórsfest byrjar
longu leygardagin klokkan
16 við barnatiltøkum, og til
ber at keypa atgongumerki í
Power í SMS, Fast-handlum,
Kunningarstovuni í Steina
túni og á www.ebillett.fo