Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 17. juli 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Flætting av heilivági og rørslu gevur góð úrslit Tað kann ongantíð skaða at íðka motión, um rørsluhátturin er tilpassaður tí einstaka. Kanningar vísa eisini, at heilivágur saman við rørslu kann hava positiva ávirkan á heilsustøðuna Vilmund Jacobsen Hví skulu vit røra okkum, tá vit longu taka heilivág fyri ov høgt blóð­trýst, kolesterol ella blóð­suk­ ur? Svarið er, at tú skalt røra teg kort­ini, tí tað ger mun. Tað vísir ein verkætlan, sum fevnir um typu 2-diabetikarar, sum umframt at taka heilivág, eisini byrjaðu at venja aktivt. Millum sjúklingabólkar, sum kunnu fáa nyttu av lívstílsbroyting, eru ávís sløg av typu 2-dia­betik­ar­ um. Talan er eitt nú um tey, sum viga ov nógv og hava eitt ov høgt lang­tíðarblóðsukur. Tað kann vera trupult at sann­ føra júst hesar sjúklingar um tað effekt­iva í einum meira aktivum lívs­stíli. Men, úrslitið av eini lutfalsliga nýggjari granskingarverkætlan er ein góð grundgeving fyri at lyfta seg upp av sofuni. Verkætlanin vísir nevniliga, at fólk, sum viga ov nógv og typu 2-dia­betikarar, ið eru tað, sum danir rópa ”dårligt regulerede”, tapa í vekt og fáa eina betri blóð­sukur­ regul­ering, um hesi flætta heili­vág­ in við venjing. Yvirlæknin og leiðarin av Center for Diabetesforskning á Gentofte Sjúkrahúsi, Tina Vilsbøll, greiðir frá, hvat liggur aftan fyri nevndu verkætlan: - Vit hava ein hóp av prógvum um, at heilivágurin virkar, og tí er tað ikki trupult at greiða typu 2-dia­ betikarum frá, hví tey eiga at taka heili­vágin. Hinvegin eru ikki so nógv prógv fyri, at flættingin við heili­vági og rørslu virkar betri enn heili­vágurin einsamallur. Hon vísir á, at nakrir typu 2-dia­ betikarar tíverri halda, at um tey taka heilivágin, kunnu tey halda fram við einum ósunnum og inakt­ iv­um lívsstíli - og kunnu velja lyft­ ina fram um trappuna. - Vit vilja gjarna vísa á, at tað veru­liga hjálpir at gera ein innsats við regluligari venjing, sjálvt um fólk eisini taka diabetesheilivág, sig­ur yvirlæknin. Trupult at bróta vanar Í nevndu verkætlan luttóku 33 fólk, sum viga ov nógv sum sum kunnu rópast ”dårligt regulerede” typu 2-dia­betikarar. Yvir eina tíð á 16 vikur varð onn­ur helvtin av sjúklingunum við­gjørd við GLP-1 baseraða dia­ betes­heilivágnum - Victoza - og hin helvtin fekk innspræning við so­ nevnd­um ”lumpiheilivági”. Allir luttakararnir íðkaðu intens­iva venjing undir eftirliti tríggj­ar ferðir um vikuna - við tveim­um tímum í spinning og ein­ um tíma við styrkivenjing. Bólkurin, sum bæði fekk heilivág og venjing, hevði eitt týðandi fall í langtíðarblóðsukrinum og eitt mið­ al vekttap á 3,4 kilo - ella, eitt betri úrslit enn við heilivágnum einsa­ møll­um. Hinvegin vóru ikki týðandi broyt­ingar í somu tølum hjá hinum helm­inginum av bólkinum. Báðir bólkarnir upplivdu kort­ ini eina munandi betring av konditiónini og eitt fall í feitt­pro­ sent­inum. - Kombinatiónsviðgerðin hev­ ur ein imponerandi virknað, men neyðugt verður við fleiri venjing­ar­ roynd­um. Eitt nú ber til at kanna, hvat slag av venjing gevur besta úrs­litið, og hvussu leingi venjast skal. Vit vita øll, at tað er trupult at finna sær tíð og motivatión til ein hálvan rørslutíma hvønn dag. Vit hava kanska nógv at gera, tað regnar, kanska er konan súr - ella hund­urin deyður. Kanningar vísa, at fólk í fleiri førum detta aftur í gaml­ar inaktivar vanar eftir eitt hálvt ár ella so. Tina Vilsbøll vísir á, at nakrir av lut­takarunum í nevndu kanning eisini eru falnir aftur í gomlu van­ ar­nar, men tíbetur gleðast flestu teirra um tey mál, ið rokkin eru, og tí halda tey fram við venjingunum. - Virknaðurin av kombina­ tións­viðgerðini hevur verið týdn­ ingarmikil fyri tey, sum hava fylt henni, sigur yvirlæknin. Egininnsatsur virkar Teir 33 luttakararnir í kanningini skuldu hvørki broyta sínar mat­ van­ar, ei heldur íðka einsamøll. Tey skuldu bert íðka undir pro­ fession­ellari leiðslu tríggjar ferðir um vikuna. Tina Vilsbøll væntar, at miðal vekt­tapið og fallið í blóðsukrinum hevði verið enn størri, um verk­ ætlanin eisini fevndi um kost­broyt­ ing, men fyri at kunna siga tað við vissu, er neyðugt at kanna hetta nærri. - Úrslitið hevði kanska verið enn betri, um venjing og viðgerð við heilivági varð kombinerað við ein­um kosttilmæli. Tað, sum kann yvirraska eitt sindur í verkætlanini, er, at rørsla ikki einsamøll førdi til eitt munandi vekttap ella góð blóð­ sukurtøl, men bert gav eina ”um­ fordeiling” av feittinum í kropp­in­ um. Tað er nevniliga flætt­ing­in av rørslu og heilivági, sum ger tann stóra munin. Nakrir diabetikarar hava ym­ iskar fylgisjúkur, og tí er tað týdningarmikið við ein­um skrædd­ ara­seymaðaðari venjingar­skrá. - Tú skalt ikki venja teg til ein sonevndan ”ironman”, men hetta snýr seg um at finna ein venj­ing­ar­ hátt, sum er best fyri hin einstaka sjúkl­ingin - venjingar, sum ikki gera, at tú koyrir troytt/-ur, leggur lækn­in dent á. Tina Vilsbøll og hennara starvs­ felag­ar eru nú í holt við eina nýggja verk­ætlan, har tey kanna fólk, sum eru í stórum vanda fyri at fáa diabetes. Endamálið við teirri verk­ ætlanini er, at hesi fólk kanska ikki fáa sjúkuna ella kunnu útseta sjúk­ una við venjingum. HEILSA Flætting av rørslu og heilivági virkar betri enn heilivágur einsamallur - Tað hjálpir at gera ein innsats við regluligari venjing - eisini, um tú tekur diabetesheilivág, sigur yvirlæknin, Tina Vilsbøll