týsdagur 17. juli 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 18. juli 2018 · Nr. 81
Minningarorð
um Katrin D. Jacobsen
’Tað eru tíðir í lívinum, tá løtur eru
sum ár, og ár eru sum løtur.’
Hetta rann fram fyri meg, nú eitt ár
er farið aftur um bak, síðani konu
systirin Katrin Dalfríð Jacobsen
flutti úr tíðini og inn í ævinleikan
– einans 57 ára gomul.
Katrin var fjórða barnið av seks
hjá Jonu og Malvinus Joensen í
Klaksvík. Áðrenn hana komu Marj
un, Súsanna og Kristina, og aftaná
hana Bjarni og Davis. Bert Súsanna,
Bjarni og Davis eru nú á lívi.
Katrin var stillfør, fáorðað og
lítiðlátin. Hon treivst best, har lítið
varð gjørt burturúr henni. Men
hon hevði sínar hugsanir og sínar
greiðu meiningar, og helt hon tað
vera neyðugt, ja, so fekst tú at vita,
hvat hon helt og hugsaði. Ikki við
nógvum og stórum orðum, nei, frið
arliga og avgjørt.
Eftir loknan 10. flokk arbeiddi
hon eitt skifti í handli í Klaksvík,
til hon flutt suður til Havnar, og
fekk arbeiði í køkinum á Lands
sjúkrahúsinum. Tað dámdi henni
væl, men hon ynskti sær útbúgving
innan skrivstovuyrkið, og fekk
lærupláss í grannskoðaravirkinum
hjá Carl Vilhelm Weihe, sála. Í
hesum góða, men stundum al
spenta umhvørvi, treivst hon væl.
Friðalig og nærløgd avgreiddi hon
sínar uppgávur til lítar. Eftir lokna
læru starvaðist hon nøkur ár hjá
grannskoðarafelagnum HanSam,
til hon segði seg úr starvi fyri at
taka sær av bókhalds- og fyrisit
ingarligu avbjóðingunum í virkin
um, sum hon og maður Christer
byrjaðu.
Katrin og Christer møttust, tá
hon arbeiddi í køkinum á Lands
sjúkrahúsinum. Skjótt rann saman
teirra millum, og vóru tey sum
skapað til hvørt annað. Hon still,
friðarlig og seiglig, og hann opin,
prátingarsamur og skemtiligur. Tey
gjørdust eitt gott toymi. Miðvíst
savnaðu tey seg um hús, heim og
virki, meðan tey samstundis hjúkl
aðu um døtrarnar báðar, Jonu og
Gunhild.
Familju- og heimkær var Katrin,
og tí vitjaðu tey ofta í Klaksvík hjá
Jonu og Malvinus. Har høvdu vit
mangar stuttligar og góðar løtur.
Men tað var í heimi teirra Millum
Gilja, vit aftur og aftur møttust til
gamans og álvara.
Tíðin gekk, og alt sýntist at
ganga sum eftir ánni, tá tekin vóru
um, at okkurt var áfatt. Eftir fá
um árum doyðu foreldrini bæði og
elsta systurin, og tí varð hildið, at
Katrin var vorðin strongd av øllum
mótburðinum. Tey gjørtu tí av, at
hon skuldi flyta eitt skifti til aðra
dóttrina í Danmark, burtur frá
dagsins avbjóðingum og ábyrgd
um, fyri at koma fyri seg. Men
tá tað ikki hjálpti, varð farið at
kanna viðurskiftini betur, og so
varð staðfest, at hon var rakt av
herviligu Alzheimer-sjúkuni. Hetta
var svárur smeitur fyri Katrin
sjálva, men ikki minst fyri Christer,
døtrarnar og systkini hjá henni.
Roynt varð nú at fáa sum best
burturúr. Christer setti uppá, at
hann skuldi klára hesa avbjóðing
einsamallur. Tað gjørdi hann til
fulnar, og ikki bert tað. Hann helt
á langt útum tað, sum vit onnur
hildu vera rætt og rímiligt.
Vit vóru nógv saman. Ferðaðust
í egnum landi, og gjørdu eisini fleiri
túrar til Íslands. Hesir túrarnir á
Akureyri vórðu Katrin og Christer
til stóra gleði og gagn. Vit gingu
langar túrar úti í náttúruni, svumu
og hugnaðu okkum í góðveðrinum.
Her kendi Katrin seg frælsa og
kundi liva, sum dagurin var. Har var
eingin, sum setti henni krøv, eingin,
sum væntaði nakað av henni. Hon
hvíldi í sær sjálvari, í umstøðunum,
í familjuni. Hon var nøgd við lívið,
og tók sjúkuna við sinnisfriði. - Tað
var ein fragd at síggja, hvussu hon
gleddist um lívið.
Sum frá leið, gjørdist mót
brekkan tyngri og tyngri. Tað sást
eisini væl í ’Vit eru enn til’, doku
mentarsendiningi hjá Kringvarpi
Føroya. At enda mátti Christer geva
skarvin yvir – avbjóðingin var nú
so stór og krevjandi, at hann ikki
megnaði hana einsamallur. Tað var
beiskur biti hjá honum.
Var sjúkan og teir støðugt
viknandi førleikarnir hjá Katrini
torførir og møtumiklir at stríðast
við, so gjørdis mótbrekkan nógvar
ferðir tyngri av teimum forðingum,
sum kommuna og landsmyndug
leikar løgdu fyri dagin. At ivamál og
ósemjur kunnu stinga seg upp, tá
stórmál í óðum verkum verða flutt
frá landi til kommunu, er kanska
at skilja. Men at Almannaverk og
Kommuna, tá trupulleikarnir eru
pørtunum púra greiðir, tilvitað
snúgva sær undan, og lata hin sjúka
og familjuna hokna í mótgongdini,
og - ístaðin fyri at skapa loysnir -
brúka alla orku til at sleppa undan
ábyrgd og verja egnan ’integritet’, er
ikki at skilja. Tað var steinur omaná
byrðu. Tá so Markamótanevndin
hevði talað og staðsett ábyrgd,
var Katrin komin so mikið langt á
sjúkuleið, at hon sjálv fekk lítla og
onga gleði av avgerðini. Men tøkk
skulu starvsfólkini í Skotarók og
á Lágargarði fáa. Tit løgdust ikki á
boðini.
Fyri ári síðani, hin 9. juli 2017,
flutti Katrin so inn í æviga bústað
in.
Tað er altíð sárt at siga vinum
farvæl. Tað er sárt, at Katrin, sum
triðja konusysturin, er farin – allar
í bestu árum. Men kristna vónin, at
vit skulu hittast aftur, gevur styrki
at halda leiðina fram. Hjá tykkum,
Christer, Jonu og Gunhild, og hjá
okkum, sum stóðu henni nær. Men
ikki bert okkum. Nei, øll, sum eiga
hesa vón og hava sagt familju,
næstrinum
og
vinum
farvæl,
kunnu samgleðast við okkum: vit
skulu hitta okkara kæru aftur.
Ærað veri minnið um Katrin
Dalfríð Jacobsen.
Alexander
9. juli 2018
MINNINGARORÐ
KJAK
Grundhugsjónin er, at ongin skal tjena pengar
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,
løgtingskvinna
Hendan sosialistiska samgongan er
besta prógvið uppá, at fyri tað um
reiðarar og annað gott fólk í vinn
uni blíva revsaði og undirdýkt í
skattum og avgjøldum, so fær van
ligi lønmóttakarin ikki meir í sín
lønarposa fyri tað.
Tað er nú staðfest, at rakstr
arrópið undan valinum Fólksins
ogn meintist við landskassans ogn
og er ikki komið út til arbeiðandi
fjøldina enn. Við hesi samgonguni
fer Fólksins ogn heldur ongantíð
at náa út til alt fólkið kring alt
landið, men verður uppetin áðrenn
av sosialistunum í Tinganesi.
Nýggir aktørar ?
Samgongan sigur seg vilja hava
nýggjar aktørar inn í fiskivinnuna
? Men hvør hevur hug at fara inn
í eina vinnu, har úrslitið mestsum
er givið uppá forhond - nevniliga
tú sleppur ikki at tjena pengar
? Slettis ikki nógvar pengar. Tú
skalt stríðast og kempa, men bara
so dánt yvirliva, ikki nógv meir enn
tað.
Ongin skal blíva ov sterkur
Eftir politikkinum at døma,
so ynskja Høgni, Aksel og Poul okk
um aftur til 8-mannaførini og
sluppungarnar. Har føla teir helst,
at teir hava meir kontrol. Teir
mugu ikki missa kontrol. Ongin
skal blíva ov sterkur.
Higartil er ikki nógv, sum
bendir á nakran serligan áhuga hjá
øðrum at koma uppí fiskivinnuna.
Hetta er væl skiljandi, tí fiskivinnan
er
ikki
lokkandi,
so
leingi
hendan sosialistiska samgongan
situr. Mest umráðandi er at mjólka
sum mest av peningi úr vinnuni
inn í landskassan.
Óvinaliga sinnað móti dugna
ligum reiðarum og vinnulívsfólk
Vit hava eina samgongu, sum er
óvinaliga sinnað móti dugnalig
um reiðarum og vinnulívsfólki,
sum tjena pengar. Tey skulu revs
ast. Eisini privatfólk, sum tjena
pengar merkja avgjaldsøðina hjá
hesi samgonguni.
Ístaðinfyri
at
gera
ábøtur
í fiskivinnuni, har tað ikki gong
ur væl, so fer samgongan eftir tí
partinum av fiskivinnuni, har tað
gongur væl og ger stóran skaða
har. Ongin skal vága sær at stinga
stavnin framum. Tey skulu skjóta
á og ongin skal tjena pengar.
Harumframt kunnu tey eis
ini rokna við at skula standa model
til almenna útspilling. Tað blívur
meiningsleyst hjá vinnuni og øll
um øðrum at tjena pengar. Allur
framtakshugi og fyritaksemi verð
ur køvt.
Skulu vera skaffidýr ?
Tað sýnist, at nýggju aktørarnir
- og teir verandi skulu vera skaffi
dýr
til
almennu
sosialistisku
ovurnýtsluna, sum vit eru vitni
til í dag. Teir skulu hava tað sum
krevst fyri at yvirliva, men restin
skal í stóra pott til Høgna, Aksel
og Pól til teir at deila út. Tað er
undarligt um nýggir aktørar hava
hug at fara uppí eina vinnu, har
møguleikin at tjena pengar ikki er
til staðar.
Trælabindir
Kvf gjørdi í 2017 samrøðu við kenda
skiparan og reiðaran Mortan Jó
hannesen. Har segði hann m.a. at
landsstýrið trælabant teir. Gjøldur
bleiv tá gjørt burtur úr hesum, men
við núverandi politikki, blíva hesi
orðini meir og meir til veruleika.
Føroyar mugu bjargast undan
sosialistunum í Tinganesi áðrenn
øll okkara høvuðsvinna gevur
skarvin yvir og kastar handklæðið
í ringin.