hósdagur 19. juli 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
22
Vinnulívsfyritøkurnar í Klaksvík
líða undir rikna politikkinum
JÓGVAN VIÐ KELDU
SAMSKIPARI Í
VINNULÍVSRÁÐNUM Í
KLAKSVÍK
Tað sær ikki
gott út hjá fiskivinnuni komandi
árið og fer at raka økið nógv
meinari, enn vit duga at hugsa
okkum
Føroyar hava nú í nøkur ár
ligið og liggja framvegis á aldu
kambinum við nærum ongum
arbeiðsloysi, góðum fiskiskapi,
økjandi fólkatali, hækkandi lønar
útgjaldingum og lutfalsliga góðum
marknaðprísum.
Hetta hevur havt við sær, at
núsitandi landsstýri ger seg inn á
vinnulívsfyritøkurnar, tí tað sær
møguleikan fyri at “flyta” pening
úr vinnuni og yvir í landskassan,
meiri pening enn gott er. - Søgan
hevur tó víst, at “allir dagar verða
ikki sum hesir”.
Tølini ræða
Búskaparráðið hevur gjørt sínar
metingar, har víst verður á, at
vøksturin árini 2014-17 lá millum 6
og 7,5%, meðan roknað verður við,
at hann verður 0,5% av bruttutjóð
arinntøkuni 2018.
Sambært Hagstovuna er út
flutningurin fyrstu fimm mánað
irnar í 2018 sammett við 2017 lækk
aður við umleið 500 mió. krónum,
t.v.s. við 12% í virði og í nøgd stív
liga 12 túsund tons ella 6%.
Hetta fer at síggjast aftur í
Klaksvík, m.a. færri inntøkur hjá
fyritøkum bæði í frumvinnuni og
sum aftur ger seg inn á sekunderu
vinnurnar, sum aftur ger seg inn
á lønir til skipsmanningar og
arbeiðsfólk á fiskavirkjum og øðr
um fyritøkum við avleiddum vinn
um, sum síðani fer at síggjast aftur
í minkandi inntøkum í kommunu
kassanum!
Fyritøkurnar fána
Fyri fáum døgum síðani greiddi
P/f Næraberg frá í KVF, at av
lopið í felagnum fyri árið 2017 fór
frá 17,7 mió. krónum í 2016 niður
í 2.1 mió. krónur, hóast sølan var
63 mió. krónur hægri, samstundis
sum felagið rindaði 81mió. krónur
í tilfeingis- og uppboðssølugjøld
um.
Tað hevur eisini ljóðað, at
“Sjúrðarberg” hevur gjørt sín sein
asta túr!
Vit vita, at bæði P/f JFK og
felagið hjá P/f Christiani í Grótin
um, hava havt ætlanir um nýbygn
ingar, men hava verið noyddir at
útseta vegna óstøðugar politiskar
ætlanir. Eisini vitsti portalurin hjá
JN at siga nú um dagarnar, at bæði
Christian í Grótinum og Norðborg
rýmdu undan Eysturgrønlandi
vegna fiskaloysi.
Grannar byggja,
Føroyar bíða
Her kann leggjast afturat, at før
oyski fiskiflotin er eldri og gamal
og í mongum førum, innflyta vit
eldri skip, sum grannar okkara
kassera, tí teir byggja skip í fleiri-
hundrað milliónakrónaflokkinum.
Alt hetta tikið samfelt, sær ikki
gott út og politisku átøkini móti
fiskivinnuni koma í komandi ári
at raka Klaksvík nógv meinari, enn
vit duga at ímynda okkum.
Tað kann tí tykjast ófatuligt,
at tað eru teir føroyingar, ið ikki
síggja álvaran í veruleikanum og
hvussu vinnulívsfyritøkurnar í
Klaksvík og gangi út frá í Eystur
oynni veruliga líða undir núver
andi viðurskiftum.
Tannáringar í missión
– Moldova og Albania
Í døgunum 16 – 27 juli koma 22
føroyskir tannáringar at vitja í so
fjarskotnum londum sum Albani
en og Moldova. Tað gongur tó ikki
altið eftir ætlan.
Meiningin var, at tey skuldu
fara úr Føroyum seinasta leygar
dag, 14. juli, við flogfari til Keyp
mannahavnar, og síðani við flog
fari beinleiðis úr Keypmannahavn
ávíkavist til Albanien og Moldova.
FERÐAFORINGAR
Liðið, sum skuldi til Moldova, fór tó
úr Føroyum til tíðina og er komið
í øllum góðum til Moldova, men
liðið, sum skuldi til Albanien, og
sum hevði ferðaseðil við SAS, kom
at liggja veðurfast í Vágunum frá
leygardegnum til mánamorgunin.
Tey fingu umbookað ferðaseðilin
til Atlntasflog, og tí komu tey av
stað mánamorgunin. Tey gistu
eina nátt í Kristnastovu í Keyp
mannahavn. Tey fóru úr Keyp
mannahavn við flogfari via Rom
til Albanien, har tey lendu, eftir
nógvar ferðaforðingar, týskvøldið
kl.20.30.
FERÐALEIÐARAR
Við í ferðalagnum eru ferðaleið
ararnir Anita og Oddmar Tausen,
sum vera við í Albanien, meðan
ferðaleiðararnir Tanja Mortensen
og Jónleif Danielsen vera við í
Moldova. Anita skrivar soleiðis á
facebook, eftir at tey eru komin
til Albanien: “So komu vit loksins
fram til Albanien. Vit eru mega
móð nú, men fara til verka kl.08:45
mikumorgunin!”
TIM
Tað er missiónsfelagsskapurin
TIM (Teens In Missions/Tann
áringar Í Missión) sum stendur
fyri arbeiðinum, og sum er ein
felagsskapur undir stóra altjóða
Missiónsfelagsskapinum Opera
tion Mobilsation (OM).
FÁTÆKAR FAMILJUR
Føroysku tannáringarnir koma,
saman við føroysku ferðaleið
arum sínum, at arbeiða millum
fátøk Zigoynarabørn og Zigoyn
arafamiljur. Í Albanien kemur liðið
at arbeiða í býnum Lushjne, har
tey koma at hava summarlegu fyri
umleið 60 børnum. Eisini koma tey
at vitja fátækar Zigoynarafamiljur
við mati og klæðum.
Tey hava við sær úr Føroyum
hópin av bundum lutum, sum
t.d. hosur, skóleistar, turriklæðir,
húgvur o.a. Eisini koma tey at vitja
samkomur, har tey koma at taka
lut í sangi og vitnisburði.
Her síggja vit tey sita í Zarepta, har tey lógu verðurføst í tveir dagar.
Ferðaleiðararnir , Anita og Oddmar, sita eisini har.
VIÐMERKING