hósdagur 19. juli 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. JULI 2018
SOSIALURIN 82
31
Frammi í Dali 166 • 410 Kollafjørður
tlf. 47 90 00 • fax 47 90 20 • bst@bst.fo
W W W . B S T . F O
YRKISSKEIÐ INNAN
LANDBÚNAÐ
Mentamálaráðið skipar í samstarvi
við Búnaðarstovuna fyri Yrkisskeiði
innan landbúnað, sum gevur rætt til at
festa landsjørð, uttan tey festi, ið hava
mjólkneyt.
Undirvísingin fer fram á
Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar
4. september 2018 kl. 19.00. Undirvíst
verður týskvøld og hóskvøld kl. 19.00
- 22.15.
Skeiðið verður eisini skipað sum
fjarlestur (umvegis Skype), so at tey, ið
hava óhøgliga farleið, eru til skips ella
uttanlands, kunnu fylgja undirvísingini
á netinum.
Skeiðið er 220 undirvísingartímar og
fatar um 6 skeiðspartar, umframt eina
skrivliga verkætlan. Skeiðið heldur á til
juni 2019. Hvør skeiðspartur endar við
próvtøku. Eisini eru nakrar verkligar
venjingar.
Skeiðið kostar kr. 3.000. Skeiðsgjaldið
skal vera goldið á kontu 6460-1719663
í BankNordik, áðrenn skeiðið byrjar.
Skeiðsluttakararnir rinda sjálvir fyri
bøkur.
Búnaðarstovan skipar fyri tí praktiska
í sambandi við skeiðið. Luttakarar,
ið ynskja at melda seg til skeiðið,
skulu boða frá luttøku í seinasta lagi
fríggjadagin 24. august 2018. Boðast
skal frá við teldubrævi til bst@bst.fo
ella við at venda sær til skrivstovuna
á Búnaðarstovuni tlf. 47 90 00. Tá
meldað verður til, skulu navn, bústaður,
teldupostur, telefonnummar og P-tal
upplýsast.
Vegna summarfrí svarar telefonin
ikki frá 23. juli til 17. august. Í hesum
tíðarskeiði verða teldupostar móttiknir,
men ikki svaraðir fyrrenn 20. august.
Fólk, sum tørva hetta skeiðið í
sambandi við ítøkiliga avtalu um
festaraskifti, hava framíhjárætt.
Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður
Tlf. 47 90 00 - www.bst.fo
Ullarmóttøka
á Búnaðarstovuni
á sumri 2018
Frá 19. juli til 18. august 2018 verður tikið ímóti
ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður
ímóti ull hósdag og friggjadag frá kl. 10.00 til kl.
17.00 og leygardagar frá kl. 13.00 til 18.00.
Tikið verður tó ikki móti ull ólavsøkuaftan.
Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum
avtala tíð frammanundan. Ullin verður
góðskumett og avroknað eftir góðsku.
Ullin skal vera turr, rein og nosslig og stungin í
reinar posar.
Tikið verður ikki ímóti ull við skræpu ella
málingarrestum í, vátari ull, ella ull við ov
nógvum mosa, bosi ella eyri í, og heldur
ikki ímóti pesjum (fleirárað ull). Ull við
fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði
o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at
taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til
Búnaðarstovuna.
Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk
og II. flokk.
Tøvd ull, hálsull og møgulig búkull o.tíl. verður
avroknað í II. flokki.
Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá
veitarans hond, jú skjótari gongur avrokningin á
móttøkustaðnum.
Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg,
íroknað MVG.
Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg,
íroknað MVG.
Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí
ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.
Navn, P-tal ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið
fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin verður latin
inn.
Avtalað er við MBM sølustøðini kring landið, at
hesi selja vælegnaðar posar frá Vest Pack at
stinga ullina í. Tað er tó ikki ein treyt, at hesir
posar verða nýttir.
Eru ivamál, vendið tykkum tá til Dortheu
Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo.
Summarfrí
Vegna summarfrí er skrivstovan afturlatin
frá mánadegnum 23. juli til og við
fríggjadagin 3. august.
Opið er sum vanligt aftur
mánadagin 6. august.
Boð kunnu sendast til liv@liv.fo
FØROYA LÍVSTRYGGING
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
5 KBU størv
Umsóknarfreist 25. juli 2018
Sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar til
Psykiatrisku deild
Umsóknarfreist 23. Juli 2018
Sjúkrarøktarfrøðingur til B6
Umsóknarfreist 23. Juli 2018
Fysioterapeutur til Fysioterapideildina
Umsóknarfreist 23. Juli 2018
Kliniskur útbúgvingarsamskipari til
sjúkrarøktarfrøðilesandi í sjúkrahúsverkinum
Umsóknarfreist 22. Juli 2018
Sjúkrarøktarfrøðingur til reumatologiskt
ambulatorium.
Umsóknarfreist 25. Juli 2018
Ljósmóðir til Føðideildina
Umsóknarfreist 27. Juli 2018
Starvsfólk til Kafeina
Umsóknarfreist 31. Juli 2018
Læknarskrivarar til Skurðdepilin
Umsóknarfreist 26. Juli 2018
Deildarleiðari til G1
Umsóknarfreist 1. August 2018
Sjúkrarøktarfrøðingar til Kommunulæknavaktina
Umsóknarfreist 6. August 2018
Sjúkrarøktarfrøðingur til B7
Umsóknarfreist 3. Aug. 2018
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo