Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. juli 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. juli 2018 · Nr. 83 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Víkingur er ikki longur partur av europeisku meistarakappingini. 3-1 tapið í Helsinkfors var heiðurligt úrs­lit. Nú snýr tað seg um nýggjan møgu­leika í europeisku kappingini. Hann er í Europa Liguni, har meistar­ar­nir úr Eysturkommunu hós­kvøldið skulu spæla á útivølli ímóti Torpedo Kutaisi úr Georgia. Talan verður um 25. altjóða dyst­ in hjá Víkingi. Higartil hevur unga felagið spælt seks ferðir í Champions League – fýra í fjør og tveir í ár. Sam­an­talda úrslitið er tveir sigr­ar, ein javnleikur og trý tap. Mál­mun­ urin er 9-10. Sigrarnir vórðu vunnir í fjør ímóti KF Trepca 89 úr Kosovo – 2-1 á heimavølli og 4-1 á útivølli. Tað bar við sær, at Víkingur fekk nýggj­an møguleika ímóti íslendska meistaraliðnum FH av Hafnafirði. Á heimavølli endaði tað við 2-0 tapi, meðan úrslitið í Íslandi var 1-1. Hóskvøldið skal Víkingur spæla í Georgia ímóti meistaraliðnum, sum eitur Torpedo Kutaisi. Hetta liðið varð varpað úr Champions League í síðstu viku av FC Sheriff úr Moldova, sum vann 5-1 á heima­ vølli, meðan Torpedo Kutaisi vann sín heimadyst 2-1. Tað man vera lítið at ivast í, at mót­støðan hjá Víkingi á útivølli verður ivaleysa stór hóskvøldið. Tøl­ini siga, at tað ofta hevur verið tor­ført hjá føroyskum liðum í Georgia. Vánirnar fyri hampuligum úrs­litið vera heilt víst betri, tá ið Vík­ingur hóskvøldið í næstu viku fer at spæla á Svangaskarði. Eykavinningurin Men uttan mun til hvussu tað fer at laga seg hjá Víkingi ímóti georgiska lið­num, so man europeiska lut­ tøkan í summar fara at vísa seg at vera ófør fyri Víking. Sigfríður Clementsen og spælar­arnir hava síðani ferðina til Finn­lands verið á venjingarlegu í Svendborg. Har hevur verið møgu­ leiki at venja hvønn dag og fleiri ferðir um dagin, umframt at møgu­ leiki hevur verið fyri øðrum til­tøk­ um við tí endamáli at mynda sterka eind og góðan liðanda. Tað hava annars ikki verið so góð­ar stundir til tað. Venjarin og spælararnir hittust fyrstu ferð eftir venjaraskiftið tveir dagar undan tólvta umfari, sum var 27. mai. Tá tapti Víkingur 3-0 ímóti KÍ. Undan summarsteðginum vóru Sigfríður og Víkingur saman í fimm landskappingardystum. Úr­ tøk­an var fýra sigrar og eitt tap. Eftir trivaliga tapið ímóti KÍ vann Vík­ingur ímóti Suðringum, NSÍ, 07 Vestur og EB/Streymi, áðrenn euro­ peiska luttøkan tørnaði fyri. Nær Víkingur aftur skal spæla í landskappingini valdast um, hvus­ su tað fer at laga seg nú hósdagin í Georgia og aftur annan hósdag á Svangaskarði. Víkingur avgreiddi longu 27. juni sín part av ólavsøkuumfarinum, tá ið tað endaði við 3-1 heimasigri ímóti EB/Streymi. Sunnudagin fimta august eigur Víkingur sambært skránni heima­ dyst ímóti AB. Europa Ligan Men nú er tað altjóða avbjóðingin í Georgia, sum bíðar. V í k i n g u r hevur roynt seg átjan ferðir í hesi k a p p ­i n g i n i . S a m a n t a l d a úrslitið er tríggir sigrar, fýra javnleikir og ellivu tap. Málmunurin er 8-43. Sum málmunurin sigur, so hev­ur Víkingur lagt rygg til fleiri stór­tap.Tað størsta var á heimavølli í 2012, tá ið tað endaði við 6-0 tapi ímóti FC Gomel úr Hvítarusslandi, sum í Føroyum vann 4-0. Glæsiligastu úrslitini hjá Víkingi í hesi kappingini vóru í 2014, tá ið tað eydnaðist at vinna bæði á Dau­ gava Daugavpils og Tromsø IL. Tað var ikki fyrr enn mótstøðuliðið var HNK Rijeka úr Kroatia, at Víkingur noyddist at lúta. Nógvar royndir í Gøtu Áðrenn tað rann saman millum tey í Leirvík og Gøtu og Víkingur varð stovnað, hevði GÍ ofta roynt seg í euro­peisku kappingunum. Samantalt spældi Víkingur 22 dystir í europeisku kappingunum. Bara eina ferð eydnaðist tað at vinna. Tað var í Intertoto Cup kapp­ingini í 1999 á heimavølli ímóti NK Jedinstvo úr Bosnia og Hersegtovina. Úrslitið var 1-0, og Bartal Eliasen var málskjútti. Ein sigur, tveir javnleikir og nítjan tap og 11-67 í málmuni var samlaða úrtøkan hjá GÍ í Europa. Størstu tapini vóru ímóti eystur­europeiskum liðum. Í 1998 endaði tað við 7-0 tapi á útivølli ímóti MTK FC Budapest, og í 2002 endaði tað við 8-0 tapi á heimavølli ímóti Hadjuk Split. Tað var stór avbjóðing og stórur áhugi millum áskoðararnar, tá ið GÍ í 1997 fyri fyrstu og einastu ferð var partur av europeisku meistarakappingini. Mótstøðuliðið var Glasgow Rangers við mill­um øðrum Brian Laudrup á lið­num. Skotska liðið vann 5-0 á Svanga­ skarði og 6-0 á Ibrox Park í Glasgow. Á Svangaskarði vóru 2.500 áskoðar­ar, og á Ibrox Park spældi GÍ frammanfyri 46.000 áskoðarum. Hetta var mikudagin 30. juli 1997 ella um eina viku fyri 21 árum síða­ ni. Europa League: VÍKINGUR ÚR DANMARK OG TIL GEORGIA Sigfríður Clementsen og hansara menn hava síðstu stóru vikuna verið savnaðir í Danmark, har teir fyrireika seg til landskappingina og til hósdagin í Georgia at spæla 25. altjóða dystin hjá Víkingi