Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Talið á børnum, sum fingu hjálp í Barnahúsinum í fjør, tí tey høvdu verið fyri kynsligum ágangi, ella øðr­ um harðskapi, var heldur hægri enn tað var í 2016. Tað vísa tey nýggja­stu tøl­ ini frá Barna­verndar­stovu­ni. Tølini vísa, at í fjør vóru 27 børn og ung undir 18 ár, í Barnahúsinum, og tað eru fýra fleiri enn í 2016, tá ið 23 børn vórðu í Barnahúsinum. Tað mesta, Barnahúsið, sum varð stovnað í 2014, hevur havt at gera í einum ári, var í 2015, tá ið 25 børn vóru í húsi­ num. Annars verður upplýst at í fjør vóru tað 22 mál, har við­gerðin í Barnahúsinum endaði í fjør. Brúk fyri tí Hesi fyrstu árini, Barnahúsið hevur verið virkið, vísa greitt, at tørvur er á tí, sigur Barna­verndartovan. Endamálið er at við Barna­húsinum, er at taka mál upp, har børn hava verið fyri kynsligum ágangi, ella øðrum harðskapi, og har serligir, fakligir førleikar krevjast fyri at hjálpa barni­ num, eitt nú læknar, barna­ vernd og løgregla. Í Barnahúsinum verður alt savnað undir einum og sama taki, og tá ið virksemið í húsinum verður gjørt upp á hvørjum ári, er eitt av endamálinum at vísa, at før­oyska samfelagið, ikki á nakran hátt, letur harðskap og kynsligan ágang móti børn­um og ungum fara aftur við borðinum, sigur Barna­ verndarstovan. Børn, ung, og familjur, koma í Barnahúsið eftir áheitan frá barnaverndini. Familjur kunnu sostatt ikki sjálvar venda sær til Barna­ húsið. Av teimum 27 børnunum, sum vóru í Barnahúsinum í fjør, komu 13 tí at tey høvdu verið fyri kynsligum ágangi og níggju tí at tey høvdu verið fyri harðskapi annars. Og so vóru tað nøkur, sum bæði høvdu verið fyri kyns­ ligum harðskapi, og harð­ skapi annars. Børnini, og tey ungu, vóru ímillum trý og 17 ár og í øllum teimum førum, har tey, høvdu verið fyri harð­ skapi, var talan um, at tey vóru sligin ella sparkað. Av kynsligum ágangi vóru blúnis­brot tann mest vanligi ágang­urin, men somuleiðis vóru nøkur mál, har illgruni var um samlegu við børn, annað kynsligt samband enn samlegu, og um kynsligan ágang á internetinum ella á far­telefon. Í teimum førum, talan var um kynsligan ágang, var tað at kalla bara talan um gentur, tí bara í tveimum førum var talan um dreingir. Hvat øðrum harðskapi viðvíkur, var kynsbýtið ímillum dreingir og gentur at kalla javnt. Mest mannfólk Tølini vísa eisini, at tað eru í nógv mestan mun, mannfólk, sum eru undir illgruna fyri at hava framt harðskap ímóti børn­um. Av teimum børnunum, sum komu í Barnahúsið í fjør, var tað í heili 19 førum, at mannfólk vóru undir ill­ gruna fyri at hava fram harð­ skapin. Tey leggja afturat, at í teimum førum, har eitt konufólk var undir illgruna, var talan um harðskap, ikki kyns­ligan ágang. Nógv tey flestu av teim­ um eru í aldrinum 31-50 ár, tí nøkur eru eisini í aldrinum 18-30 ár, men tað er bara hend­inga ferð er talan um yngri, ella eldri fólk. Í flestu førum er talan um annað av foreldrunum, sum eru undir illgruna fyri at hava framt harðskapin, tí tað er bara í einstøkum førum, at tað eru onnur í familjuni, ommur, abbar, ella onnur, sum eru undir illgruna fyri at hava framt harðskapin. Men í onkrum førum er talan um onnur. Tað kunnu vera onnur børn og ung, grann­ar og onnur, sum kenna familjuna. Men tað kann eisini fremmandafólk, ella starvsfólk, ið á ymsan hátt hava við børn at gera, sig­ur Barnaverndarstovan. 27 BØRN FINGU HJÁLP Í FJØR BARNAVERND Hesi árini, Barnahúsið hevur virkað, eru heilt greið prógv fyri, at tað er tað er brúk fyri tí, sigur Barnaverndarstovan Av kynsligum ágangi vóru blúnisbrot tann mest vanligi ágangurin MEST GENTUBØRN Í teimum førum, talan var um kynsligan ágang, var tað at kalla bara talan um gentubørn, sum fáa hjálp úr Barnahúsinum. Hvat øðrum harðskapi viðvíkur, var kynsbýtið javnt