Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. juli 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingskvinna Sýnist sum hendan samgongan og hennara ørindasveinar hava fingið dugna­ligar   reiðarar og fiskifóllk í ranga­strúpan. Um ágangurin á reiðar­ar og fiskifólk heldur áfram, verður ikki lív laga hjá teimum. Føroyar hava ligið fremst í skipa­heri síðstu árini, men hvussu leingi verður tað  aftrat við Høgna, Aksel og Poul á brúnni. Vit hava verð­ins bestu skip - ella hava havt. Vit hava    verðins besta sjófólk og verð­ins besta matkova. Hvussu leingi verður tað aftrat ? Tað sum rørir seg ímillum mann­ ingar á uppisjóvarskipum í dag er  stóra óvissan sum vald­ar. Mann­ ingarnar vita ikki hvat fram­tíðin hevur at bjóða. Alt er blivið meir óhugaligt. Nakr­ir   um­hugsa sína støðu. Møgu­liga skuldu teir funnið sær ann­að tryggari starv. Allarhelst uttan­landa. Um hetta hendir, so kemur før­ oyska fiskivinnan   at missa nógv gott fólk. Kanska serliga naviga­tør­ ar, maskinmenn og smiðjumenn í fyrsta umfari, men við tíðini gott og roynt  sjófólk á øllum plássum um­ borð. Vit koma at missa serkunn­ leika, sum er bygdur upp ígjøgnum ættar­lið. Okkara høvuðsvinna, okk­ ara flaggskip blívur við før­ da  politikkinum afturúrsigld. Hetta kann blíva tungt at heinta inn­ aftur ella ómøguligt. Grannar okk­ ara  byggja nýggj hátøknilig skip, men vit føroyingar byggja onki nýtt skip undir teim fortreytunum, sum nú verða stungnar út í kortið. Vit fara at sigla við skipum, sum aðr­ir hava kasserað. Spurningurin er eisini um okkara ungu  fara at síggja nakra fram­tíð í fiskivinnuni.     Hava tey hug at velja sær starv í eini vinnu við  so óvissum fortreytum. Í eini vinnu, har tað verður illa sæð,  ella for­boðið at tjena nógvar pengar. Tey  velja sær sannlíkt  heldur aðrar útbúgvingar, sum geva teim­um møguleikar fyri einum almennum tryggum starvi.  Helst í høvuðsstaðnum, tí har eru tey flestu. Soleiðis gerst økið uttanfyri mið­staðarøki veikari og veikari. Gjógvin millum miðstaðarøkið og uttanfyri miðstaðarøkið gerst størri og størri. Júst tað øvugta av, hvat javn­aðarløgmaðurin Aksel Jóhanne­sen  lovaði at gera. Um tað ikki verður privata fyri­taksemi, sum heldur lív í øki­ num  uttanfyri miðstaðin, so fækk­ ast møguleikarnir har, tí hendan sam­gongan hugsar fyrst og fremst um  miðstaðarøkið. Hví bara menningarkvotur í fiski­vinnuni. Samgongan kundi t.d. eins væl ásett  menningarkvotur innanfyri al­menn størv.  Suðuroy, Sandoy, Vágar, Norðstreymoy, Eysturoy og Norðoyggjar kundu sjálvandi eins væl   fingið tillutað sín procent­ vísa part av almennum størv­ um eftir fólkatalinum. So kundu fólk við útbúgvingum búð og arbeitt runt alt Føroya land. Ella ynskir  samgongan heldur, at fólk við útbúgvingum einans skulu búgva í høvuðsstaðnum og fólk uttan útbúgving skulu búgva aðrastaðni ? Samferðslan er nú so góð, at almenn størv eins væl kunnu liggja uttanfyri mið­staðar­ økið. Tey   kunnu liggja so gott sum allastaðni. Hetta hevði eisini hjálpt uppá trupulleikarnar við til­ koyringini til høvuðsstaðin. Sjálvandi ger hendan sam­ gongan ikki tað,   tí so missir hon sín parlamentariska meiriluta.  Mið­staðarøkið er jú garanturin fyri hesi samgonguni, og tað er her at­kvøðurnar eru.       Tað er mikið lættari at fara í Eysturoynna og Norð­oyggjar og flyta nøkur størv haðani.  Hetta verður gjørt undir her­rópinum, at fólksins ogn skal deilast út til allar Føroyar, at allar Føroyar skulu mennast, og at ongin skal blíva ov sterkur.  Tó skal bara høvuðsstaðurin mennast við føstum, tryggum almennum størvum. Hevur fiskivinnan nakra framtíð í Føroyum ?  Danjal av Rana Fyri áttandu ferð verður skip­að fyri bíbliu- og tón­ leika­túri við Norrønu. Tað eru Poul Jóhan Djurhuus og Martin Dam Joensen, sum skipa fyri túrinum. Fyrstu árini gekk leiðin til Íslands, har ímillum Ástjørn, men seinnu árini hevur talan verið um eina mini-cruise til Hirts­hals. - Fyrstu tvey árini fóru vit til Íslands og svóvu eina nátt í landi, áðrenn leiðin gekk aftur til Føroya. Nú ligg­ur Norrøna bert hálvan triðja tíma í Hirsthals, so tíð er ikki til tað heilt stóra, sigur Poul Jóhan Djurhuus. Tey flestu fara tó ein túr á hugna­ligu handilsgøtuna í Hirts­hals ella vitja á føroyska sam­ komu­húsið Malta. - Vit skipa fyri ókeypis bussi millum Norrønu og gongu­gøtuna, meðan vit liggja í Hirsthals. Norrøna legg­ur at við uttari kai, so tað er ov langt hjá fólki at ganga, sigur hann. Sangurin fyllir sum vera man nógv á eini slíkari ferð, og í ár verður einki undan­ tak. M. C. Restorff, Jóannes S. Hansen, Hallgrím Miðberg og Oasubrøður fara at syngja og stuðla undir felagssangin. - Sangløturnar eru meiri ella minni almennar og eru sera væl umtóktar. Ofta taka onnur ferðandi eisini lut í teim­um, sigur hann. Bíbliutímarnir eru tó fyri lut­takarar á ferðini. Teir fara Billy Hansen, Símun Pætur á Torkils­heyggi og Eyðun Elt­ tør at hava. - Eyðun Elttør fer eisini at hava eina framløgu um sam­komuna í Betesda og trúarlívið í Klaksvík, í sam­ band við at samkoman fylti 100 í fjør. Í fjør hevði Óli Jacob­sen ein áhugaverdan fyri­lestur um Dollan, og vit hava góðar vónir til fram­ løguna hjá Eyðuni eisini, sig­ ur Poul Jóhan Djurhuus. Poul Jóhan Djurhuus sigur, at undirtøkan hevur verið sera góð hesi átta árini. - Í fjør vóru vit um 100 lut­takarar, men flestu árini hava vit ligið um tey 70, sigur hann. Hann gleðist um væl­vildina, sum Smyril Line hevur víst teimum øll árini. - Øll árini hava tey givið okk­um ein sera góðan prís, og soleiðis er aftur í ár. Har­ umframt taka tey sær av øllum tí praktiska við til­ melding og umborð. Áhugað kunnu venda sær til Poul Jóhan Djurhuus ella teknað seg til túrin hjá Smyril Line. Túrurin verður frá 19. til 22. august. AFTUR EIN BÍBLIUTÚRUR Í ÁR Á Bíbliu- og tónleikatúrinum í ár fer Eyðun Elttør millum annað at tosa um søguna hjá Betesda og Klaksvík, og M. C. Restorff og Oasubrøður fara at syngja og spæla