Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 2000síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 tíðindablaðið sosialurin Nr. 139 - 22. juli 2000 gult cyan magenta svart Endiliga glapp tað hjá før- oyska felagnum á Ólafsfirð- i. Í níggjundu royndini í landskappingini eydnaðist tað hjá Jens Martini Knud- sen og hansara monnum endiliga at vinna. Keflavík vitjaði á Ólafs- firði hóskvøldið, og Páll Guðlaugsson, sum í 1998 og í 1999 hevði ábyrgdina av Leiftri, og hansara menn vórðu sendir til hús við 4–2 tapi í viðførinum. Føroyingnir áttu stóran lut í sigrinum. John Peter- sen skoraði tvey mál, Sámal Joensen skoraði eitt mál, og tá Leiftur tíðliga í 1. hálv- leiki setti hol á, var tað eftir at Sámal Joensen hevði vunnið fríspark í vinstru, sum hann sjálvur sendi inn- fyri. – Vit hava spælt góðan fótbólt higartil, men vit hava ikki fingið tey stigini, sum vit hava hildið okkum havt uppiborið. Flestu liðini ver- ja og lúra eftir møguleik- unum upp á kontra. Vit hava spælt álopsfótbólt, men vit Á middegi í gjár var greitt, at Jákup Mikkelsen og Herfølge ikki skulu spæla ímóti einum av størstu feløgunum í Eu- ropa, tá teir fara upp í Eu- ropa Cup. Á middegi í gjár varð lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í triðja og síðsta umfarinum, áð- renn farið verður undir peningaríka bólkaspælið. Herføgle slapp undan stórum feløgunum sum t.d. Valencia, Milan, Inter, Leeds, Galatasaray og Dynamo Kiev. Herfølge skal spæla í- móti vinnaranum av dyst- unum í øðrum umfari í- millum Glasgow Rangers og litaviska Zalgiris Kau- nas. Skotska stórfelagið má metast at vera favo- rittur í ti uppgerðini. Sambært skránni skal fyr- sta umfarið í donsku su- perliguni spælast í hesum vikuskiftinum. Men fyrr- apartin í gjár gjørdist hótt- anin frá dómarunum um, at teir ikki vilja døma í superliguni uppaftur meiri veruleikakend, enn hon hevur verið fyrr í vik- uni. Tá boðaðu dómarar- nir frá, at teir góðtaka ikki semingsuppskotið, sum DBU hevur roynt seg við, og so stóð aftur í botni. Kortini søgdu teir í DBU seg framvegis vóna, at dystirnir verða spældir. Men í DBU eru teir knot- nir yvir, at tað roknast við, at teir og bara teir syrgja fyri, at ósemjan verður loyst. Stríðið er ímillum dómarafelagið og felags- skapin hjá feløgunum. Higartil hava dómara- bólkarnir fingið sjey tús- und krónr fyri at døma. Startskotið í superliguni verður seinnapartin í dag. Brøndby fær vitjan av fe- lagnum hjá Óla Johanne- sen. At dysturin er fram- skundaður kemst av, at Brøndby skal vera væl fyri, tá teir mikukvøldið fáa vitjan av íslendska KR. Óli Johannesen vandi í gjár við 1. deildarhópi- num hjá AGF. Tá vit frættu úr Århus var ikki greitt, hvussu hópurin hjá AGF fór at síggja út. Tað lá tó í kortunum, at Óli neyvan verður ímillum teir fyrstu ellivu, og tað var ivasamt, um hann slapp á beinkin. AGF spældi síðsta leygardag venjingardyst ímóti AB. Dysturin var spældur í Norðurjyllandi. AB vann 2–1, og Óli Jo- hannesen var ikki við í AGF hópinum. Hann spældi í staðin við næst- besta liðnum. Ove Christensen, sum í eitt ár hevur vant danska U–18 landsliðið, er nýggjur venjari í AGF. Tá hann skrivaði sáttmála við AGF roknaði hann hava ikki verið nóg neyvir, og so hava vit ikki vunnið, sjálvt um vit hava havt nógvar møguleikar, sigur Sámal Joensen. Keflavík javnaði við stút- ara eftir innlegg miðskeiðis í 1. hálvleiki. Teir løgdu seg kortini ikki aftur at verja, og tað hevði møguleikar í báðum endum við sær. John Petersen legði Leift- ur framum 2–1, tá eitt korter var farið av 2. hálvleiki. Tað var eftir innlegg úr høgru. Eitt korter seinni átti Sámal Joensen tørn at skora. Hann stútaði eftir innlegg úr vin- stru. John Petersen stútaði til 4–1. Uppskriftin var tann sama, sum tá hann skoraði til 2–1. Fagnaðurin millum teir 400 áskoðararnar í góða summarveðrinum á Ólafs- firði var stórur. Tað tóktist ikki bila, at Keflavík í síðstu løtu minkaði um munin til 4–2. Jens Erik Rasmussen var ikki á liðnum hóskvøldið. Hann fekk ein løst í tjúkkan, tá Leiftur í síðstu viku hevði vitjan av ÍA. Ein annar dystur var á skránni hóskvøldið, men hann varð ikki spældur. Uni Arge og Í vóru á veg út í Trý føroysk mál í Íslandi Tá Leiftur vann fyri fyrstu ferð, var tað ímóti Keflavík og gamla venjaranum – Páll Guðlaugsson Óli roynir at hanga í Tað er lítið sannlíkt, at Óli Johannesen seinnapartin í dag verður ímillum teir fyrstu ellivu í Brøndby við, at teir fóru at keypa tveir ella tríggjar nýggjar stuðulsspælarar, men AGF fattast pengar, og tað hevur ikki verið møguleiki at keypt tað, sum venjarin hevði rok- nað við. Tveir spælarar eru komnir úr niðurflutta Vejle. Talan er um mál- verjan Erik Boye og Jens Madsen. AGF hevur ynskt at minka um lønarútreið- slurnar. Níggju spælarar eru seldir úr felagnum, leigaðir til onnur feløg ella givnir, og tveir spæl- arar eru langtíðar skaddir. Tað hevur ljóðað, at Óli Johannesen skuldi fara úr felagnum, men hann hev- ur higartil hildið seg til sáttmálan, og á venjing- arvøllinum, har teir hava gjørt heilt nógv við tað, hevur hann lagt nógva orku í. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann er væl fyri, um hann fær møguleikan í AGF, ella um hann verður seldur ella leigaður til eitt annað felag. JH Dómararnir vilja ikki bríksla Seinnapartin í morgin fer Roy Hodgeson fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av FCK í einum landskapping- FCK skal burtur úr botninum Superligan: Todi Jónsson sær stórt í nýggja venjaranum, sum fleiri ferðir hevur prógvað, at tað er dugur í honum Nú halda teir seg hava fin- gið ein framúr venjara, og so er spurningurin, um tað fer at síggjast aftur á úrslit- unum og harvið støðu- talvuni: – Roy Hodgson er dám- ligur. Hann tykist hava eyga fyri, hvussu einstøku spæl- ararnir skulu takast, men hann er eisini kravmikil, og hann sigur tær, tá tú hevur gjørt mistøk. Hann hevur verið venjari í fleiri stórum feløgum, og hann hevur vant sveisiska landsliðið, so hann hevur nógvar royndir, sigur Todi Jónsson. – Í verjupartinum líkjast hugsjónirnar hjá Kim Brink og Roy Hodgson, men nýggi venjarin hevur aftur og aftur undirstrikað, at ein- gin er ov fínur til at sparka høgt og langt burtur, um tal- an er um stórt trýst í egnum brotsteigi. Tað gera teir í stóru feløgunum, men í FCK hevur tónin kanska verið, at sovorðið ger man ikki. Tá tað snýr seg um álops- spælið, so kennir Todi seg eitt sindur frælsari nú, enn hann gjørdi síðsta kapping- arár: – Vit hava lært nýggj renningarmynstur, og eg havi fingið at vita, at eg skal ikki bara halda meg í vinstra borði. Útgangsstøðan verð- ur framvegis í vinstra borði, men hesin venjarin heldur, at tað er týdningarmikið, at eg blandi meg nógv uppí, og tað dámar mær væl. JH Superligan: Fyrrapartin í gjár boðaðu dómararnir frá, at teir góðtaka ikki semingsuppskotið, sum fyrr í vikuni varð lagt fyri teir Dómarafelagið hevur kravt at samsýningin verður tvífaldað, men fe- løgini vilja ikki rinda meiri enn níggju túsund. Dómararnir hava slak- að niður á 11.900 krónur, DBU hevur roynt at fáa semju við at skjóta upp, at samsýningin verður 10.500 krónur. Tað var hetta, sum dómararnir í gjár boðaðu frá, at teir ikki vilja ganga við til. JH Besta skotska felagið verður ivaleysa stór mót- støða hjá Herfølge, men felagið hjá Jákupi Mikk- elsen má metast at hava ein møguleika at sleppa víðari ímóti Rangers. Tað høvdu teir ikki havt, um eitt av omanfyri nevndu liðum. Tey seinnu árini hava donsk feløg fleiri ferðir staðið seg væl í Europa Cup, tá mótstøðan hevur verið úr Skotlandi. Komandi mikukvøld og annað mikukvøld skulu skotska og litavis- ka liðið telvast um, hvat av teimum skal hitta Her- følge. Fyrri dysturin hjá Herfølge verður á heima- vølli týsdagin 8. ella mikudagin 9. august. JH Herfølge skal til Skotlands Glasgow Rangers verður helst mótstøðuliðið, tá Jákup Mikkelsen og teir skulu royna at koma í bólkaspælið í Europa Cup Vestmannaoyggjarnar. Sum ikki eina ferð vóru floglík- indini vánalig, og so var dysturin útsettur. Leiftur hevur nú sjey stig fyri níggju dystir. Í morgin fáa teir á Ólafsfirði vitjan av Fylkir, sum hevur staðið seg sera væl higartil í ár. JH Sámal Joensen skeyt eitt mál, og John Pe- tersen tvey, tá Leiftur endiliga slapp at vinna ardysti. Mótstøðuliðið í Parkini verður nýggja liðið í superliguni, Harderslev. – Tað kann tykjast sum at talan verður um eina lætta uppgávu. Men vit høvdu ynskt at havt okkurt annað mótstøðulið í fyrsta umfar- inum. Talvan er rein, og teir skulu prógva, at teir væl kunnu standa seg í bestu deildini. Um vit ikki vinna ímóti teimum, so fer tað at verða mett sum eitt stórt aft- urstig. Hetta sigur Todi Jónsson. Tá vit tosaðu við hann, var tað ikki greitt, hvussu liðið hjá FCK fór at síggja út í morgin. Todi varð skaddur í lærinum undir fyrstu ven- jingini í summar. Hann van- di kondi alla tíðina, men hann fekk ikki vant saman við bólti í meiri enn tvær vikur. Nú hevur hann spælt fleiri venjingardystir. Hóast Todi sjálvur ikki vil siga nakað um tað, so hava vit skilt, at tað verður ney- van nakar ivi um, at Todi seinnapartin í morgin verð- ur ytstur í vinstru og Zuma ytstur í høgru. Umframt før- oyingin og suðurafrikanarin verða framrættaðu menninir ivaleyst norski Harald Bratt- bakk og David Nielsen, sum er danskari, sjálvt um hann er rættuliga dimmur. Dámligur og kravmikil Í FCK eru teir rættuliga spentir. Seinastu árini hava vónbrotini verið stór. Hjá einum felag, ið altíð hevur sum mál at kvalifisera seg til pláss í Europa Cup, hevur tað verið alt annað enn nóg mikið, at teir so at siga hava havt fast pláss stutt oman- fyri niðurflytingarstrikuna.