týsdagur 24. juli 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. juli 2018 · Nr. 84
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STARVSMARKNAÐUR
HEILSUTRYGD SØKIR EFTIR TVEIMUM
SJÚKRARØKTARFRØÐINGUM TIL
KOMMUNULÆKNAVIÐTALUR Í EYSTUROYNNI
AT BYRJA 1. SEPTEMBER 2018
Størvini
• Eitt starv á 29 tímar um vikuna sum
sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni í Gøtudali.
• Eitt starv á 40 tímar um vikuna sum
sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni á
Strondum. Talan er um eitt avloysarastarv
fyri sjúkrarøktarfrøðing í farloyvi og er tað
tíðaravmarkað til 31. desember 2018.
Tú
Tú ert sjúkrarøktarfrøðingur. Tær dámar væl
at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at
arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur
arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella
líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini
er eisini ein fyrimunur.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært
sáttmálum millum Fíggjarmálaráðið og
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og
øðrum viðkomandi skjølum verður at senda
til:
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 7
FO-710 Klaksvík
ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo
Tað skal tilskilast í umsóknini, hvat starv søkt
verður.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar í
starvinum.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu
umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 3. august 2018 kl. 12:00.
Størvini verða sett 1. september ella eftir
nærri avtalu.
Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf.
614010.
Fuglafjarðar
Kommuna
Starv sum
havnaumsjónamaður
við Fuglafjarðar havn
Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður
hervið lýst leyst til setan tann 01. Septembur 2018 ella so
skjótt sum til ber eftir hetta.
Førleikakrøv: Útbúgving sum skipsførari, hava uppnátt
vinnubræv sum skipsførari og førleika í enskum máli bæði í
skrift og talu, somuleiðis sum tú skal duga at orða teg væl
bæði munnliga og skrivliga í føroyskum og haraftrat hava
teldukunnleika á brúkarastøði.
Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við starvsliðið á
havnavaktini kann røkja loðstænastu av skipum, ið koma til
og frá Fuglafirði, Eiði og Norðskála.
Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær
møguleikar fyri at menna havnina.
Setanarviðurskifti:
starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- &
Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum
skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um
arbeiðstreytir v.m.
Starvstreytir:
Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun.
Fyrstu tríggir mánaðir verða at rokna sum royndartíð.
Hevur tú áhuga
so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við
prógvum og møguligum CV og viðmælum til:
Fuglafjarðar kommunu
Ennivegur 38
530 Fuglafjørður
Ella sum teldupost á: info@fuglafjordur.fo
og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi
mikudagin 15. August 2018 kl. 16.00.
Fleiri upplýsningar
um starvið fáast við at venda sær til Rólant Højsted,
havnastjóra á telefon 238050,
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar
umsóknir ella eisini onga at taka.
Fuglafjørður, tann 18. Juli 2018
HANDVERKARABÚÐIN
Klæðir á heilanum?
Vit sóknast nevniliga eftir sølufólki til
klædnadeildina í Handverkarabúðini!
Vit gleða okkum til at fáa eitt starvs fólk,
sum er við til at taka ábyrgd og vísa áhuga í
at arbeiða. Gott lag og lætt sinni er góður
eginleiki at hava við, tí vit skulu eisini hava
tað stuttligt, tá vit arbeiða.
Saman við góðum starvsfeløgum, skalt tú
vera við til at tryggja okkara kundum bestu
tænastu í einum nútímans virki í stórari
menning.
Starvið verður sett skjótast til ber, men vit
bíða fegin eftir rætta persóninum .
Send eina umsókn til hn@balslev.fo í
seinasta lagi fríggjadgin 3. august.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Hera í Handverkara búð ini á
tlf. 34 50 80 ella hn@balslev.fo
Starvslýsing
Vegurin Langi · tel 34 50 00
balslev@balslev.fo · www.balslev.fo
So er tað kanska tær vit leita eftir!