Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juli 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Í samrøðu í blaðnum í dag letur løg­mað­ur upp fyri møguleikanum, at løgtingsval verð­ ur skrivað út fyri summarfrítíðina næsta ár. Tað merkir, at hann ikki ætlar, at løg­ tings­val­stríð skal seta dám á næsta summar. Um alt gongur »sum vanligt«, so hevði val ver­ið 31. august næsta ár. Tað er eitt sera ó­hepp­ið tíðarskeið at halda valstríð tvørtur um summ­arið og á ólavsøku. Tí er tað skila­ gott, um løgtingsval verður skrivað út í apríl ella í mai. Alt hetta er sjálvandi treytað av, at pol­ it­iska arbeiðið gongur eftir ætlan komandi ár­ið, og at álvarsamar ósemjur ikki stinga seg upp sum gera, at val verður útskrivað í úr­tíð. Fyrsta avbjóðingin í so máta verður at fáa fíggj­ar­lógina fyri næsta ár í hús. Tað er ikki altíð so lætt, og serliga trupult verður at halda aft­ur, tá øll tingfólk eru vitandi um, at hetta er tann síðsta fíggjarlógin – sum eisini fer at seta sín stóra dám á valstríðið. Samgongan telur jú bara 16 tingfólk og hevur tí ikki meirluta í Løgtinginum. Enn vita vit ikki, hvat báðir leysgangararnir í ætla. Fer Magni Laksafoss upp í Javn­að­ar­ flokk­in í samgongu ella upp í Sjálvstýri í and­støðu? Fer Sonja Jógvansdóttir at stilla upp fyri Tjóðveldi, ella kastar hon hand­ klæði í ringin og gevst í politikki? Tað er í grundini eitt undarligt fyribrigdi, at tingfólk, sum eru vald á ting fyri flokkar, ganga og leita eftir nýggjum flokki. Full­ kom­i­liga øvug mannagongd, sum bendir á, at tey sum personar skugga fyri einihvørjari politiskari hugsjón. Tey fylla ov nógv í sær sjálvum. Uttan iva vera krøvini frá teim­um báð­um stór, so megnar samgongan ikki at gera eina fíggjarlóg saman við onkr­um andstøðuflokki aftur hesaferð, so verð­ur tað ikki lætt. Men tað er tó slett ikki vist, at at­kvøðurnar frá leysgangarunum í Løg­ting­ i­num verða tær dýrastu, tí nógvir »leys­gang­ ar­ar« eru innanhýsis í flokkunum. Serliga Javn­að­arflokkurin hevur víst veikleikar í so máta. Tað besta fyri landið hevði sjálvandi verið, at alt tingið vísti ábyrgd og samtykti eina fíggjarlóg, sum alt tingið kundi tikið undir við. Tað vit vit er ógjørligt – serliga tá valfepur er í luftini. Men tað kundi hent, at partar av and­ støð­uni vístu dirvi enn einaferð – og vístu komandi andstøðuflokkum, at tað ber til at reka konstruktivan politikk í andstøðu og harvið fáa veruliga ávirkan. Góða ólavsøku!! Hvalbingar hava ein nýggjan borgarstjóra í summ­arferiuni. Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at Eir J. Norðberg, varaborgarstjóri, tekur við borg­ar­stjórasessinum í nakrar vikur í summar, með­an Janus Thomsen er í summarferiu. Eir J. Norðberg stillaði á fyrsta sinni upp til komm­un­uvalið í 2016 og fekk 26 atkvøður til valið. Hon bleiv vald inn á lista A, ið fekk fimm av sjey bygd­ar­r­áðslimum, har toppskorarin gjørd­ist nýggi borgarstjórin Janus Thomsen, ið fekk 149 atkvøður. Eir J. Norðberg er fjórðvald á lista A og er hetta fyrstu ferð, at hon røkir starvið sum borg­ar­stjóri. Fíggjarlógin verður avgerandi Eir virkandi borgarstjóri HVALBA Les eisini blaðið á telefonini Í London undir fyrra heims­bardaga Siðsøga síða 26-27 Úr øllum ættum koma gestir síða 22-23 ð Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Í gjár fylti Sámal Petur í Grund, fyrrverandi løgtings- og lands­stýr­is­ mað­ur 60 ár. Sámal Petur trein inn á politiska pall­in, tá sprøk­litta samgongan millum Sam­bands­flokk­ in, Javn­að­ar­flokk­in, Verkamannafylkingina og Sjálv­stýr­is­flokk­in varð skipað eftir løg­tings­val­ ið í 1994. Hann var útbúgvin elektromekanikari og skipari. Í sjey ár sigldi hann sum fjarritari við Enn­ibergi og síðani við Beini. Hann virkaði í fimm ár sum trúboðari hjá Heimamissiónini bæði í Føroyum og í Danmark. Sámal Petur stillaði upp á fyrsta sinni til løg­tings­valið í 1994. Men hann hevði verið still­ ari á valinum í 1990. Hann segði við Sosialin 15. sep­tem­ber í 1994, at hann altíð hevði verið sjálv­ stýr­is­maður og verið limur í flokkinum síðani hann fekk valrætt. Tá tað umsíðir eydnaðist at skipa »14. sep­t­ em­ber-samgonguna« hjá Edmundi Joensen 14. sep­tem­ber í 1994, vóru boð eftir 36 ára gamla Sám­al Peturi í Grund sum landsstýrismanni. Máls­øki hansara vóru samskiftis- og ment­an­ar­ mál, ferðavinna og sjóvinna. Sámal Petur í Grund var ein vællýddur lands­stýr­is­mað­ur, sum hevði fólkatekki. Men ó­semja tók seg upp millum Sámal Pet­ur og Ed­ mund Jo­en­sen, tá Sámal Petur setti meiri ferð á ætl­an­ina um undirsjóvartunnil til Vágar, enn løgmaður helt gott vera. Hann hótti við at fara til and­støðuna fyri at fáa stuðul til upp­skot sítt um at játta 40 milliónir krónur til und­ir­sjóv­ar­ ætl­an­ina, men tað vildi løgmaður ikki. Hetta endaði við, at Sámal Petur varð koyrd­ ur frá sum landsstýrismaður 1. desember í 1997. Hann fekk tann ivasama heiður at vera tann fyrsti lands­stýr­is­maðurin, sum var frákoyrdur eftir nýggju stýrisskipanarlógini. Hendan støðan gjørdi, at Sámal Petur fekk mart­yr­stat­us í Vága valdømi. Á fólka­tings­val­i­ num 11. mars í 1998 løntu vágafólk Sámal Pet­uri og gjørdu Sjálvstýrisflokkin til størsta flokk í Vága valdmømi. Hevði talan verið um løg­tings­ val, so hevði Sambandsflokkurin mist mann­in. Úrs­litið hevði so eisini við sær, at Sam­bands­ flokk­ur­in misti fólkatingsmannin, Edmund Jo­ensen, sum varð valdur á valinum í 1994. Tað hevði so aftur við sær, at Uffe Elleman-Jensen ikki klár­aði at skipa nýggja borgarliga stjórn, so sum forsøgnirnar høvdu sagt, og Poul Ny­r­up Ras­mussen kundi nú halda fram sum for­sæt­is­ ráð­harri enn eitt skeið. Á løgtingsvalinum í 1998 var Sámal Petur vald­ur á ting við 534 atkvøðum – og flokkurin tví­fald­aði undirtøkuna í Eysturoyar valdømi. Hann kom aftur í landsstýrið í 2001-02 í al­ manna- og heilsumálum, tá Helena Dam á Neyst­a­bø mátti leggja frá sær. Á valinum í 2002 var Sámal Petur ikki aft­ur­ vald­ur. Til tvey tey seinastu valini hevur hann still­að upp fyri Framsókn. Seinastu árini hev­ur hann siglt sum stýr­imaður og sum skipari á strand­far­a­skipum. Sámal Petur í Grund seksti 27. JULI 2018