hósdagur 26. juli 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
24
TRÓNDUR ARGE
U
m ólavsøkuna verður
16. umfar í Betri deild
ini hjá monnum. Ein
dystur er longu spæld
ur, tí Víkingur hevur drúgva ferð
úti í Evropa í summar. Tí spældu
Víkingur og EB/Streymur longu
síðist í juni. Víkingur vann 3-1.
Dysturin millum B36 og 07 Vestur
er útsettur, tí B36 hevur vunnið seg
víðari í Evropa, so eftir standa vit
við trimum dystum um ólavsøku
na. AB-Suðringar og KÍ-Skála í dag,
fríggjadagin 27.juli, og HB-NSÍ 28.
juni.
Tað merkir eisini, at ongin fót
bóltur verður 29. juli, sum annars
verður mettur sum ein tann besti
áskoðaradagurin í árinum. Bæði í
HB og Argjum hava tey umhugsað
at flyta sín dyst til 29. juli, meðan
HB fekk noktandi svar frá NSÍ.
Sum mótstøðulið hevur tú rætt at
siga nei til flytingar at dystardegi,
meðan argjamenn halda at
skotbráið er ov stutt.
Men at spæla klokkan 16 ein
fríggjadag var als ikki ætlanin
“Ólavsøkan er løgd
fyri okkum”
Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður
í FC Argjum, sum rekur besta liðið
hjá AB. Argjamenn vilja gjara hava
tær inntøkurnar, sum nú eina ferð
lata seg gera, men í hesum førinum
stendur ov nógv upp á spæl.
-Vit vita væl, at vit høvdu fingið
fleiri áskoðarar, um vit fluttu
dystin til ólavsøkudag. Trupul
leikin hjá okkum er, at vit hava
langtsíðani lagt alla ólavsøkuna.
Eitt er, at spælararnir hava gjørt
sínar planir saman við eitt nú
familjum og annað, men vit hava
eisini sum felag lagt allar smálutir
nar í samband við arbeiði í básum
og sølustøðum hjá AB. Tú kanst
ímynda tær hvussu torført tað
hevði verið, at umskipað alt nú.
Vistu vit hetta fyri einum mánaði
síðan, so var ongin trupulleiki,
sigur Sjúrður Olsen og leggur
afturat:
-Spælararnir
vilja
tí heldur spæla 27. og
vit hava meiri brúk
fyri stigunum móti
Suðringunum, enn
eykainntøkunum,
sigur formaðurin í FC
Argjum.
U p p r u n a l i g a
ætlaði AB at leggja
dystin klokkan 18,
men Suðringar hava
rætt til at krevja,
at tíðinarásetingin
passar við siglingina
hjá Smyril. Fríggjadagin
siglir Smyril av havnini
klokkan 18.30. Tí skal dyst
urin byrja í seinasta lagi
klokkan 16.
-Tað er keðiligt, tí tað tekur
nógv av ólavsøkudáminum,
at vit skulu spæla so tíðliga
á einum vanligum arbeiðs
degi. Suðringar vilja ikki spæla
klokkan 18 og teir fáa stuðul frá
Fótbóltssambandinum til tað,
sigur Sjúrður Olsen at enda.
NSÍ vil ikki flyta
Tað verður mett, at 29. juli er tann
meiri áskoðaravinarligi dagurin av
ólavsøkudøgunum. Tá dysturin hjá
B36 móti 07 Vestur bleiv útsettur,
royndi HB at flyta sín dyst móti
NSÍ frá 28. juli til 29. juli.
Hesum hevur NSÍ tó noktað
fyri. Tað er upp til
heimaliðið
at áseta
tíðspunkt,
m e n
s k a l
dysturin flyta ein
dag, so skal mótstøðuliðið góð
taka flytingina. Tað hevur NSÍ ikki
gjørt í hesum førinum.
Dysturin var fyrst ásettur til
klokkan 18, men er nú fluttur til
klokkan 18.30. NSÍ hevur í summar
spælt tveir dystir í Europa League
móti skotska Hiberninan. Fyrri
dysturin endaði við skrædli, tá NSÍ
tapti heili 6-1.
Tað var undirhald fyri allar
pengarnar, tá NSÍ á Svangaskarði
tapti seinna dystin 6-4. Eitt nú
skoraði Klæmint A. Olsen hattrik.
Hann kann við máli í dystinum
móti HB ólavsøkuaftan taka met
ið hjá Jákupi á Borg, sum mest
skorandi spælarin í bestu deildini
í Føroyum.
Tað hevur annars verið nakað
av órógvi kring NSÍ. Karl Løkin
hevur skift til Víking, Andras
Gango er givin sum málverji,
meðan málmansvenjarin, Rúni
K l e i n
Joensen, eisini er
givin.
Ú r s l i t i ð
í
Skotlandi berir boð
um eitt lið, sum ikki er í
javnvág. Til seinna dystin
sást tó, at NSÍ hevur fleiri
dygdir, sum kunnu hótta HB
í ólavsøkudystinum. Klæmint
A. Olsen er tøkur aftur, eftir
skaða. Hann er ein lyklaspælari
hjá NSÍ, sum annars hevur nakar
ivasamar spælarar. Betuel Hansen,
Jóhan Troest Davidsen og Árni
Frederiksberg blivu allir skiftir
út í fyrru uppgerðini, meðan
Símun Rógvi Hansen framvegis
er langtíðarskaddur.
HB ikki havt summarferiu
HB er einasta av topp-fimm feløg
unum, sum ikki hevur havt upp
gávur í Evropa í summar. Tað er
e i t t
s i n d u r
ilt at spáa um,
hvørja ávirkan Evropa-
fótbóltur hevur á eitt føroyskt
lið. Eitt kundi verið hugsandi, at
B36 fær okkurt slag av fótbólts-
timburmonnum, eftir at hava
spælt seks dystir í Evropa, men
hesar vikurnar hevur hópurin liva
sum nærmast yrkisspælarar. Tað
burdi gjørt teimum væl.
Upptakt 16. umfar:
ÍTRÓTTUR
Ein av størstu fótbóltsdøgunum í árinum er nú uttan
dyst. B36 skal spæla móti Besiktas í Evropa, og dysturin
móti 07 Vestur – 29. juli – er útsettur. Hvørki AB ella HB
hava flutt sín dyst, men tað er av ymiskum orsøkum
Vit vita væl, at vit
høvdu fingið fleiri
áskoðarar, um
vit fluttu dystin
til ólavsøkudag.
Trupulleikin hjá okkum
er, at vit hava langtsíðani
lagt alla ólavsøkuna
ONGIN FÓTBÓLTUR