hósdagur 26. juli 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. JULI 2018
SOSIALURIN 85
29
PROKLAMA
Øll, sum hava
krøv í búnum eftir
Petur Slyne, Undir
Kongavarða 58, 160
Argir, føddur tann 23.
marts 1971, deyður
tann 7. juli 2018,
verða við hesum biðin
um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 237/2018,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 25. JULI 2018.
Runavíkar kommunuskúli
Rókarvegur 1, FO 620 Runavík, Postrúm 138
Tlf. 477331 fax 449549 t-postur: rks@skulin.fo
_____________________________________________________________________
Stuðulsstarv í forskúlanum, Brúgvin, í Runavíkar
kommunuskúla
Søkt verður eftir 1 námsfrøðiligum stuðli til skúlaárið 2018/2019
• 1 starv í forskúlanum, Brúgvin á 950 árstímar (lønarbrot 0,54)
Hetta er tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/2019
Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi.
Søkt verður eftir starvsfólki, sum :
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum
námsfrøðiligur stuðul.
Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.
Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Námsfrøðiliga stuðulsstarvið í forskúlanum er sáttmálasett starv sambært sáttmála
millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-20 (tó frá 1. oktober 2018 í lønarflokki
11-21) og hjálparfólk í 3-8.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu sendast til
hans.m.mittuni@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 7. august 2018 kl. 15.00
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Hans Michael í Mittúni,
varaskúlastjóra á tlf. 237133.
_____________________________________________________________________
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á
Sosialurin 341800
um...
...er lisin
-so ert
tú við!