mánadagur 30. juli 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
– Takk fyri, at tit eru møtt til
hesa reiðara-pride.
Soleiðis
legði
Hilmar
Jan Hansen fyri, tá ið stóra
ólavsøkutiltakið hjá Miðla
húsinum varð hildið í Vágs
botni ólavsøkukvøld.
Vágsbotnur var á tremur
við fólki, sum hugaðu sær
óført við skemti og live-tón
leiki á pallinum.
Marius Ziska legði fyri
og spældi tríggjar av sín
um best kendu sangum
– »Silvurlín«, »Nærveran« og
»Going Home«. Ein frálíkt
framførsla við nøkrum av
bestu føroysku poppsang
unum í nýggjari tíð. Marius
Ziska skrivar fangandi og
kensluríkar sangir, sum fólk
taka til sín – bæði heim og
burturi.
Hilmar
Jan
Hansen
undirhelt við skemtisøgum
og herming. Hann legði fyri
við at herma eftir Hanusi
Hansen, reiðara í Klaksvík,
sum greiddi frá, hvussu illa
reiðarar vóru komnir fyri av
fiskivinnunýskipanini. Tað
var í tí samanhangi, at Hanus
Hansen takkaði fyri, at fólk
vóru møtt til reiðara-pride
at stuðla teimum, sum missa
rættindi í samfelagnum.
Hilmar
Jan
Hansen
hermdi eisini eftir Jógvan
Fríðriksson, løgmanni og
fleiri,
og
hann
fortaldi
skemtisøgur.
Syngið við
Danny & The Veetos tóku
um endan við teirra glaða og
lívliga poppi. Teir løgdu fyri
við sanginum »All right«, og
fólk trallaðu óført við. Eftir
meira friðarliga sangin »Stúr
ei meir«, rundaðu teir av við
g jøgnumbrotssanginum
»Sunnukvøld í mai«.
Danny og hansara menn
vóru í hopla, og fólk sungu
óføra væl við til teir kátu og
kendu tónarnar.
Barbara Holm og Tróndur
Arge vóru vertir fyri tiltakið,
og tey takkaðu mongu fólk
unum fyri, at tey vóru
møtt og vissaðu tey um,
at aftur næsta ár bjóðar
Miðlahúsið
undirhald
og tónleik í Vágsbotni
ólavsøkukvøld.
TANN GLAÐA
LØTAN Í
VÁGSBOTNI
Var tað ein reiðara-pride ella
afturvendandi ólavsøkutiltak?
Fólk hugnaðu sær óført saman
við Hilmari Jan Hansen, Marius
Ziska og Danny Baldursson