mánadagur 30. juli 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hallur av Rana
Blákrossbúðin, sum í fleiri
ár hevur hildið til í hølunum
hjá Bláa Krossi í Kongagøtu
10, fer í heyst at flyta inn í
nýggj hølir. Tað verður tó
ikki langvegis, ið handilin
flytur. Blái Krossur hevur
nevniliga keypt bygningin
á Niels Finsens gøtu 20,
har barnahandilin Bamsan
hevur hildið til í fleiri ár, og
sum einans er eitt steinkast
frá núverandi Blákrossbúð
ini.
Sverri
Steinhólm,
for
maður í landsnevndini hjá
Bláa Krossi, upplýsir, at Blái
Krossur hevur keypt bygn
ingin, tí núverandi hølir vóru
ov lítil til virksemið hjá Blá
krossbúðini.
- Vit hava keypt bygn
ingin í Niels Finsens gøtu,
tí
vit
høvdu
brúk
fyri
fleiri fermetrum í Havn til
Blákrossbúðina. Tað er ov
trongt í núverandi hølum,
so tað hevur tvingað okkum
at hugsa øðrvísi, sigur Sverri
Steinhólm.
Nýggi bygningurin hjá
Bláa Krossi er umleið 600
fermetrar tilsamans, ið eru
býttar út á fýra hæddir.
Niðast er ein kjallari, ið er
240 fermetrar tilsamans, og
sum havnarfólk kanska best
minnast sum eitt dansistað
í fýrsunum. Hinar tríggjar
hæddirnar eru 126 fermetrar
hvør, upplýsir Dakko Peter
sen, aðalskrivari hjá Bláa
Krossi Føroya.
Tvær hæddir
til handilin
Talan er sostatt um ein
stóran bygning miðskeiðis
í Havnini, ið Blái Krossur
hevur ognað sær. Dakko
Petersen upplýsir, at Blá
krossbúðin fer at halda til
á gøtuhæddini, umframt at
onnur hædd verður brúkt til
at sortera klæðini, ið verða
latin handlinum. Hvat restin
av bygninginum skal brúkast
til er avgerð ikki heilt tikin
um enn, men onkur hugskot
hava verið uppi at venda.
- Vit arbeiða við at brúka
kjallaran til ungdómin og
síggja hann sum eitt spenn
andi stað til eitt rúsfrítt
umhvørvi. Okkurt virksemi
kundi verið har um dagin
og út á kvøldið. Men enn er
einki ítøkiligt, greiðir Dakko
Petersen frá og leggur aftur
at, at fígging má fáast upp
á pláss, áðrenn nakað nýtt
virksemi byrjar.
Sverri Steinhólm vísir
eisini á, at tað er týdningar
mikið at lodda dýpið millum
tey, ið kunna hugsast at
brúka
bygningin,
áðrenn
nøkur endalig avgerð verður
tikin um hvat hann skal
brúkast til.
- Tað er týdningarmikið,
at vit hava okkara røtur við
okkum. Okkara brúkarar
muga sleppa at siga sína
hugsan um, hvat vit skulu
brúka
nýggja
bygningin
til. Men ein so sentral stað
seting í býnum setir eisini
krøv til okkara brúk av bygn
inginum, sigur Sverri Stein
hólm.
Møgulig søla
Við í støðutakanini til hvat
nýggi bygningurin hjá Bláa
Krossi skal brúkast til, er
eisini hvat skal henda við
gamla
bygninginum
har
Blákrossbúðin heldur til í
løtuni. Bláa Krossur hevur
átt tann bygningin síðan
1984 og er hann karmur um
eitt fjølbroytt virksemi.
- Nú hava vit meira pláss í
miðbýnum, og skulu tí hugsa
um hvat vit hava brúk fyri
og hvat møguligt virksemi
kann vera. Um vit slett
ikki hava brúk fyri gamla
bygninginum, so muga vit
selja gamla bygningin. Blái
Krossur er ikki eitt felag, ið
eigur bygningar. Vit skulu
virka, ikki eiga, sigur Sverri
Steinhólm.
Bæði Dakko Petersen og
Sverri Steinhólm lata væl
at
nýggja
bygninginum.
Formaðurin greiðir frá, at
bygningurin bleiv kannaður
fyri sopp og annað áðrenn
keypið. Tað vísti seg tá, at
hann var í betri standi enn
fyrst hildið.
- Tað var einans neyðugt
at tetta onkran leka og skifta
nakrar punkteraðar rútar.
Harumframt ætla vit at mála
bygningin, áðrenn vit flyta
inn í hann. Ætlanin er at taka
hann í brúk einaferð í heyst,
tá Blákrossbúðin eftir ætlan
flytur inn.
hallur@sosialurin.fo
BLÁKROSSBÚÐIN
Í NÝGGJ HØLIR
- Vit hava keypt bygningin í Niels
Finsens gøtu, tí vit høvdu brúk
fyri fleiri fermetrum í Havn til
Blákrossbúðina. Tað er ov trongt
í núverandi hølum, so tað hevur
tvingað okkum at hugsa øðrvísi,
sigur Sverri Steinhólm, formaður
í Landsnevndini hjá Bláa Krossi