Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. juli 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. juli 2018 · Nr. 86 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge – Gundadalur Tá ukrainiski dómarin, Yevhen Ara­novskiy, bríkslar fyri seinastu ferð, standa fleiri av áskoðarunum og klappa. B36 hevur tapt 2-0, men í ein heilan hálvleiki hevur B36 hildið Besiktas frá stórum mál­ møguleikum, umframt at liðið hevur skapt minst tríggjar vanda­ støður. Besiktas vinnur dystin uppi­ borið, men tað er alla æru vert, at B36 sleppur so væl frá seinna hálv­ leiki sum teir gera. -Vit hava munin nú og skulu spæla í Istanbul í komandi viku, men virðing til B36 fyri teirra spæl, sigur Ryan Babel, sum er ein kendastu spælarunum hjá Besiktas. Seinna málið hjá Besiktas iðrar venjaran hjá B36, Jákup á Borg, men saman­lagt vigar tað lítið, í mun til restina av avrikinum. -Eg kann ikki ganga so høgt upp í ein smálut, tá vit yvir 90 minuttir halda teimum frá tí mesta og skapa nakrar møguleikar, sigur Jákup á Borg. Fjáltur fyrtsu minuttirnar Tað er fjáltur á spælarunum hjá B36 fyrstu minuttirnar. Í fleiri førum er talan um einfaldar stútarar, har spælararnir nærmast ikki raka bóltin. Andrias H. Eriksen og Robert Heðin Brockie eru við frá byrjan í mun til í Montenegro móti Titograd, meðan Eli F. Nielsen hevur leikbann, meðan Benjamin Heine­sen byrjar á bokinum. -Tú skal minnast til, at vit hava kanska bara tríggjar spælarar á vølli­num í dag, sum hava roynt at spælt á landsliðnum. Tí skuldu vit líka venja okkum við leikferðina, sig­ur Odmar Færø, sum tekur fyrsta málið á seg. Eftir átta minuttir temur Jere­ main Lens bóltin í brotsteiginum. Hann sleppur til skot og meddar bóltin í nettakið. Ein framúr vakurt mál, sum Odmar Færø helst ikki kundi gera so nógv við. Odmar: Eg eigi brotsspark Løtu seinni er um reppið, at B36 javn­ar eftir hornaspark. Í trimum før­um er trunkaspæl í 5-metrinum, har B36 fáa fótin, men verða takl­ að­ir. -Eg verið sparkaður hart í tjúkk­ an og tað er 100 proset brotsspark. Eg fekk so ilt, at eg mundi blivið út­ skiftur í hálvleikinum, sigur Odmar Færø. Løtu seinni er so 2-0 til Besiktas. Teir skjóta eitt lágt hornaspark við nærmastu stong, har Gökhan Gönül er fyrstur á og prikar bóltin í málið. Beint fyri hálvleik verður Alex Mellemgaard útskiftur, tí baklærið arg­ar. Inn fyri hann kemur Ben­ja­ min Heinesen, sum skal vísa seg at spæla ein góðan dyst. Framúr seinni hálvleikur B36 vardi væl í seinna hálvleiki, har tað sjáldan bleiv pláss hjá Besiktas at renna djúpt, meðan heimaliðið í størri mun tordi at halda upp á bólt­in. -Vit broyta ikki so nógv í hálv­ leiki­num, men vit hava í Lukasz Cieslewicz ein leiðara, sum torir at halda upp á bóltin. Vit tosa um at tora at geva honum bóltin, og hann spæl­di væl, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36. Tríggjar ferðir er talan um góð skjót­álop hjá B36. Meinhard E. Olsen kemur til innlegg, meðan inn­skifti Michal Przybylski eisini í góðari støðu, men dettur. Besta møgu­leikan fær Meinhard E. Olsen, tá teir tríggir nevndu spæla væl saman. -Eg síggi at avleveringin fer at enda á bringjuni hjá mær, men eg temja hann ov langt fram. Kanska sá eg yvirskriftina, áðrenn eg náddi at skora, sigur Meinhard E. Olsen við einum smíli, samstundis sum hann iðrar seg um, at hann ikki fekk umsett møguleikan til mál. Góðkent avrik Tað ber illa til at siga annað enn, at avrikið er góðkent. Hevði Mein­hard E. Olsen skorað, so hevði tað sjálv­ andi broytt støðuna, men at tapa 2-0 fyri Besiktas er ongin skomm. Slett ikki, tá liðið í nøkrum førum eisini bjóðar upp til dans. -Sæð yvir allan dystin, so eri eg errin av avrikinum og av monn­ unum hjá mær. Eg eri ikki so nøgd­ ur við úrslitið, tí sjálvt um vit eru undir trýsti í fyrra hálvleiki, so haldi eg ikki at teir útspæla okkum. Teir koma til nakrar møguleikar við innleggum, serliga frá vinstra bakki, sigur Jákup á Borg og leggur afturat: - Fyrsta málið er bara klassi, men eg eri sera argur um seinna málið. Skulu vit spæla eitt stórt úrslit, so kunnu vit ikki lata eitt slíkt mál inn, men eg kann ikki ganga so høgt upp í smáar lutir, tá vit yvir 90 minuttir halda teimum frá tí mesta – serliga í seinna hálvleiki, sigur venjarin hjá B36, sum eisini heldur, at tað er vert at hugsa um mótstøðuna. -Vit hava spælt móti nummar 26 á styrkilistanum í Evropa, sum fyri minni enn einum ári síðani vann sín Champions League bólk, og vit skapa nakrar málmøguleikar. Ikki ein ella ein og ein hálvan, men vit skapa tríggjar og hava upptrekk til fleiri. Alt í alt eri eg ein stoltur venjari og stoltur av spælarunum, sigur Jákup á Borg at enda. B36 skal nú spæla seinna dystin móti Besiktas í Istanbul. Venjarin hjá Besiktas, Şenol Güneş, segði á tíðinda­fundinum eftir dystin, at hann var ónøgdur við at spælið gekk ov seint. Hann lovaði, at B36 fekk tað torførari í retudystinum. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Europa League: Torpedo Kutaisi – Víkingur 3-0 (1-0) Europa League fyrri dystur í øðrum innleiðandi umfari Hósdagin 26. juli 2018 kl. 19.00 á Tsentraluri í Kutaisi Dómarakvartett úr Kazakastan: Artyom Kuchin, Evgeni Belski, Anatoli Hodin og Alexandr Aliyev (fjórði dómari) 1-0: Tornike Kapabadze 27. 2-0: Giorgi Kimadze 73. 3-0: Levani Kutalia 84. Seinni dysturin verður á Svangaskarði hósdagin 2. august Torpedo Kutaisi: Roin Kvaskhvadze – Levan Gegetchkori, Mamuka Kobakhidze, Olexandr Azatskiy, Lazer Marin (Milos Lacný, 46.) – Arfang Daffe (Grigol Dolidze, 59.), Mate Tsintsadze, Marek Hlinka (Giorgi Kukhianidze, 70.), Giorgi Kimadze – Tornike Kapanadze, Levani Kutalia Gult kort: Mamuka Kobakhidze, Levan Gegetchkori Venjari: Kakhaber Chkhetiani Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig (Tonni Thomsen, 90.), Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen (Hans Jákup Lervig, 59.), Dennis Nieblas, Karl Løkin, Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic – Adeshina Lawal (Andreas Lava Olsen, 80.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bergur á Reynatrøð, Adrian Cascaval, Hjalti Strømsten, Pól Enok Hansen Gult kort: Karl Løkin, Andreas Lava Olsen Venjari: Sigfríður Clementsen B36 STÓÐ ROYNDINA MÓTI BESIKTAS 100-TALS ÁSKOÐARAR STÓÐU EFTIR Tað kom óvart á leiðsluna í B36, at so nógv fólk ætlaði sær til dystin. Við dyrtarbyrjan stóðu fleiri hundrað fólk í kø, sum ikki sloppu inn. – Eg eri sera harmur um, at øll ikki sloppu dystin. Hetta kom óvart á okkum. Vit spurdu UEFA, um vit kunnu fáa fleiri fólk í HB-húsið, men hann segði nei, sigur Rúni Herup Olsen, formaður í B36. Sjáldan hevur styrkismunurin á pappírinum verið størri fyri eitt føroyskt lið, men B36 stóð royndina móti Besiktas. Frammanfyri fyri einum stúgvandi fullum Gundadali, megnaði B36 í løtum at hótta málið hjá turkiska stórfelagnum