Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87 MIKUDAGSBLAÐIÐ Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov At politikarar hava ein serliga løgn­ an og – fyri at siga tað akkurát sum sum tað er – ofta beinleiðis tápu­ lig­an ar­beiðs­hátt, er býtisbarnið »Stjórn­ar­s­kipan Føroyar« eitt gott dømi um. Eitt mál, sum politikarar hava jabb­að um í eina fjórðingsøld, og sum bein­leiðis hevur verið partur av pol­itiska arbeiðinum seinastu 20 árini. Og sum heild eitt mál, sum hev­ur spjatt politiskar flokkar líka síð­ani vit skipaðu politiska arbeið­ ið á tingi við flokkum í 1906. Bara tað at fyrstu flokkarnir eita »Sam­ bands­flokk­urin« og »Sjálv­stýri­s­ flokk­ur­in« sigur sítt. Løgmaður helt fyri í ólav­søk­u­ røðu síni, at tað »hevði ve­r­ið at tik­ ið ábyrgd at samtykt okk­ara egnu stjórn­ar­skipan«. Ja, tað hevur løgmaður helst rætt í. Men har er ikki nógv í væntu. Løg­tingið vil rætt og slætt ikki semju í hesum máli. Tað er ikki tí, at fólk ikki kunnu semjast, men tað er tí, at fólk vilja ikki semjast. Vit hava sæð tað so mangan fyrr, at pol­it­ik­arar fara í sjálv­sving og dyrka ó­semj­una. Tað er ov keð­ iligt hjá til dømis Sam­bands- og Fólkaflokkinum, at Javn­að­ar­flokk­ ur­in og Tjóðveldi klára at loysa eitt stór­mál við breiðari semju. Um støð­an var øvug, at teir borgarligu sótu í samgongu, so hevði støðan helst ver­ið tann sama. Poengið er, at vit hava eina pol­ it­iska skipan, sum heldur brúkar hundr­að­tús­und­a­vís av krónum, um ikki mill­i­ónir, til eitt mál, sum tey vita framm­an­und­an, at tey ikki fara at semj­ast um kortini – tí so verður tað for stutt­ligt hjá landsstýrinum. Og tað er støðan við stjórn­ar­ skip­an­ar­upp­skot­i­num. Lands­stýr­ is­sam­gong­an hev­ur jú mate­mat­isk­ an møgu­leika at samtykkja hana. Men ein stjórn­ar­skip­an, sum slaki helm­ing­ur­in av tinginum vrakar, er einki verd. Tí kunnu vit siga longu nú, áðr­ enn løgmaður fer at tosa við Jørgen og Bárð og Jenis og Jógvan, at Løg­ tingið fer ikki at taka ta ábyrgd, sum skal til at samtykkja eina slíka skip­an. Sambandi er bara ímóti líka sum fyr at gardera seg. Fólkaflokkurin brúka setningin »kristin tjóð« sum skálk­a­skjól, og Miðflokkur »ófødda barnið«. Í roynd og veru uttanumtos fyri at tað ikki skal eydnast sitandi meiri­luta at fáa ta gleði at loysa hetta mál­ið. Heldur skal tað liggja ó­loyst. Men latið tað so liggja óloyst til vit hava meiri búgvin fólk á tingi, sum kunnu loysa hetta málið í eini breiðari semju. Ella sleppið tí heilt. Snikk snakk um einki bara ó­rógv­ar. Brúkið heldur tíðina til okkurt annað – og takið so ikki rík­ is­rætt­arligu støðuna upp á tungu aftur! Landsstýrið skal ikki hava ta gleði, tí sigur andstøðan nei DROPPA TAÐ LØGMAÐUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Mykinesgøta 6 Postboks 3232 110 Tórshavn Tel 354913 gbt@gbt.fo www.gbt.fo Vit hava vognar... til bátaflutning til hestaflutning til mc-/bilflutning til maskinflutning Og vognar... sum eru innilokaðir sum eru opnir sum kunnu vippa ...tín trúgvi fylgisveinur BRENDERUP 1205 kann vippa og er sera væl umtóktur til mong endamál. Til dømis at koyra seyð, grind og fisk, eitt less av sandi ella skervi, og ikki minst rusk úr garðinum. Kann setast eftir enda, tá hann ikki verður nýttur, og fyllur tá lítið og einki. Ein sera hentur vognur at eiga. Vit umboða Brenderup viðfestivognar og bjóða alskyns sløg – bæði til vinnu og privat Setast eftir enda Við høgum síðum Við netsíðum Við høgari presending Umhvørvisgóðkenning Umhvørvisstovan hevur hin 30. august 2018, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent: Arbeiðið at leingja verjugarðin hjá Tofta havn, Nes kommuna, Toftavegur 3, 650 Toftir. Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvistovuni og á www.us.fo. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til : Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo