týsdagur 31. juli 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
Tíðin talar fyri at vit fáa eina
føroyska lóg um fosturtøku.
Tað heldur Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna i familju
málum.
Lógin um fosturtøku, sum
er galdandi í Føroyum, er ein
gomul, donsk lóg frá 1956,
og tað eru alsamt fleiri sum
streingja á fyri at fáa hana
endurskoðaða. Kortini eru
sjónarmiðini ymisk, tí summi
vilja herða lógina, onnur vilja
hava fría fosturtøku, og upp
aftur onnur vilja hava eina
millumloysn, har fosturtøka
bara skal vera loyvd í kjalar
vørrinum á blóðskemd og
neyðtøku, ella tá ið vandi er
fyri lívi og heilsu hjá mammu
og barni.
Tað verður eisini mangan
ført fram, at lógin, sum er
galdandi í Føroyum, verður
ikki fylgd. Ein politikari, sum
hevur gjørt eitt sindur burt
ur úr at varpa ljós á fostur
tøkuspurningin í Føroyum,
er Sjúrður Skaale, fólkatings
maður.
Hann hevur áður ført
fram, at fosturtøkulógin í
Føroyum er eitt tekin um
eina dirvisleysa politiska
skipan, sum sjálv máar støði
undan teirri rættartrygd,
hon skuldi vart.
– Løgtingið hevur ikki
havt dirvið til at dagføra lóg
ina, hóast hon ikki verður
fylgd, og hóast hon vísir til
ein danskan stovn, Mødre
hjæpen, sum als ikki finst
í Føroyum. Í staðin fyri at
gera eina føroyska lóg, hevur
Løgtingið smoygt sær undan
ábyrgdini, og lagt hana á
læknarnar.
At næstan eingir flokkar
tora at taka støðu til hendan
stóra spurning, tænir held
ur ikki okkara skipan til
heiðurs,
hevur
Sjúrður
Skaale ført fram.
Arbeiða fram ímóti
eini nýggjari lóg
Sirið Stenberg ásannar, at
spurningurin um fosturtøku
er ein spurningur, sum eigur
at verða tikin til upp.
– Tað hevur verið nógv
kjak um fosturtøku, og tað
er eitt kjak, sum stingur seg
upp alla tíðina, so eg haldi, at
tíðin streingir á, at vit taka
málið upp, og fáa eina før
oyska lóg, heldur hon.
Og hon heldur, at hetta er
eitt mál, nýstovnaða familju
fyrisitingin eigur at taka
upp, tá ið høvið býðst.
Hon hevur áður nevnt,
at fyrsta málið, familjufyri
sitingin skal taka upp, er
at arbeiða við málinum um
at fáa eina nýggja lóg um
foreldramyndugleika.
Men tá ið tað er avgreitt,
eigur
fosturtøkulógin
at
verða eitt tað næsta, stóra
málið, fyrisitingin eigur at
taka upp, heldur landsstýris
kvinnan.
– Tað er sum um, at tá ið
vit ikki hava ræðið á einum
málsøki, sleppa vit okkum
eisini undan at taka eina
avgerð í tí. Men nú er málið
yvirtikið, og so eiga vit eisini
at taka ábyrgd. Tað búnast
ein av, soleiðis at vit eisini
tora at taka tey álvarsomu og
viðkvomu málini upp, heldur
Sirið Stenberg.
Eitt djúptøkið kjak
Og hon heldur, at nettupp
spurningurin um fosturtøku
er eitt av teimum viðkvomu
málunum, vit nú eiga at taka
upp. Hon heldur eisini, at nú
vit hava yvirtikið málsøkið,
er tað eitt gylt høvið til at fáa
eitt djúptøki, samfelagsligt
kjak um spurningin.
– At vit fáa eitt djúptøkið
kjak um evnið, er ein fortreyt
fyri at kunna taka eina støðu,
sigur hon.
Og tá ið hon tosar um eitt
djúptøkið kjak, hugsar hon
um eitt kjak, har øll sjónar
mið verða lýst siðiliga, og
á einum høgum fakligum
stigi. Og hon hugsar sær,
at tað verða bæði fakfólk,
og almenningurin annars,
ið tekur lut í einum slíkum
kjaki.
– Tað svarthvíta kjakið,
har vit bara leggja okkum í
hvør sína skotgrøv, gagnar
ikki endamálinum, leggur
hon afturat.
Hon heldur, at vit eiga at
geva okkum stundir til at
hava hetta kjakið fyri yvir
høvur at lýsa, hvørjir batar
kunnu vera í eini broyting,
og, hvørjar tær broytingar
skulu vera.
Men hon ásannar, at tað
verður ikki lætt at broyta
fosturtøkulógina, tí polit
isku meiningarnar eru so
ómetaliga ymiskar, eisini
innanfloks í teimum flestu
flokkunum.
Tað ber ikki til
Sjálv er landsstýriskvinnan
púra sannførd um, at talan
kann undir ongum um
støðum verða um at banna
fosturtøku, tí tað ber slett
ikki til.
Hennara áskoðan er, at
spurningurin um fosturtøku,
er ein spurningur hvør ein
støk kvinna skal taka støðu
til útfrá tí støðu, hon er í.
Tað merkir, at tað skal vera
kvinnan sjálv sum ger av, um
hon vil hava eitt barn ella um
hon vil hava fosturtøku.
– Sjálv haldi eg, at vit
skulu hava fría fosturtøku.
Men hinvegin vilja vit øll,
at talið á fosturtøkum er so
lágt, sum gjørligt og tí eiga
vit eisini at gera nógv burtur
úr at upplýsa um fyribyrging
og annað í tí sambandi.
Ætlar at seta hol málið
um fosturtøku í Føroyum
FOSTURTØKA Nú skal arbeiðið at broyta lógina um fosturtøku takast upp, sigur Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna í familjumálum, sum eisini sjálv hevur eina meining um fosturtøku
Áki Bertholdsen
Fyrsta uppgávan hjá nýggju,
føroysku familjufyristingini,
verður at gera eina nýggja
lóg um foreldramyndugleika.
Tað sigur Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna í familju
málum.
Ólavsøkudag
varð
alt
familjurættarliga
økið
yvirtikið
frá
donskum
myndugleikum, og tað er
so stórfingið, at Sirið Sten
berg aftrar seg ikki við at
kalla hetta størsta stig á
sjálvstýrisleið í fleiri ár.
Í hesum sambandi er
ein nýggj, føroysk, familju
fyrisiting sett á stovn, og
lansstýriskvinnan
hevur
eisini gjørt sær nakrar tankar
um, hvørjar uppgávur, hendan
nýggja,
familjufyrisitingin
skal taka sær av.
Tryggja rættin
hjá barninum
Sirið Stenberg heldurhon
heldur, at tað, sum er mest
átrokandi, er at fáa eina
nýggja lóg um foreldra
myndugleika. Og tað verður
farið í holt við tað beinan
vegin næsta ár, tá ið nýggja
fyrisitingin rættiliga hevur
fótað sær.
Lógin, sum nú er í gildið,
er ofta fyri hørðum atfinn
ingum, tí talan er um eina
gamla danska lóg.
– Serliga verður funnist at
tí, at lógin, sum nú er í gild
ið, setir pápan í eina ringa
støðu, tí í roynd og veru
hevur hann ikki somu rætt
indini sum mamman, sigur
Sirið Stenberg.
Í hesum sambandi verður
ofta víst á, at í Føroyum er
støðan tann, at semjast eini
foreldur ikki um foreldra
myndugleikan, kann dóms
valdið ikki geva báðum for
eldrunum
myndugleikan
yvir barninum. Rætturin skal
velja annað av foreldrunum,
og í roynd og veru vísir tað
seg, at valið fellur oftast á
mammuna.
– Ein avleiðing av støðuni
er, at tað hendir seg, at børn
verða latin upp í hendurnar
á einum av foreldrunum,
hóast tað ikki eru til frama
fyri barnið.
Sirið Stenberg sigur, at
tað eru øll hesi viðurskiftini,
sum skulu takast við í eini
nýggjari lóg. –– Men grundar
lagið undir øllum arbeiðnum
verður at tryggja rættin hjá
sjálvum barninum til trygg
og góð barnaár. Rætturin hjá
barninum skal vera í fremstu
røð og hann skal takast fram
um rættin hjá foreldrini.
Hon sigur, at í hesum
sambandi skulu vit hyggja
at, hvussu hesi viðurskifti
eru skipað í okkara granna
londum.
Men av tí, at talan er um
ein ógvuliga umfatandi og
eyman spurning, vónar Sirið
Stenberg eisini, at vit fara
at fáa eitt ordiligt, men sak
ligt, samfelagskjak um hesi
viðurskifti, fyri at fáa so nógv
sjónarmið fram sum til ber.
Rættindini hjá pápum skulu tryggjast við lóg
NÝGGJ LÓG UM FORELDRAMYNDUGLEIKA Tað fyrsta, vit vit fara at gera, er at fáa eina
ein lóg um foreldramyndugleika sum tryggjar rættindini hjá báðum foreldrunum
TAKA ÁBYRGD
Men hava vit yvirtikið málið, og so eiga vit
eisini at taka ábyrgd, sigur Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna í familjumálum