týsdagur 31. juli 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Árni Gregersen
Tá ið løgmaður heldur sína
ólavsøkurøðu, so ger hann
ofta upp tað, sum samgong
an hevur framt, men hann
stingur eisini út í kortið, hvat
er fyri framman.
Tað sigur seg sjálvt, at tað
er ómøguligt í sjálvari røðuni
at fara niður íu smálutir. Tí
fáa tingfólk eisinieitt fylgi
skriv við, sum meira ná
greiniligt vísir, hvørji lógar
uppskot eru á veg og hvat
landsstýrið annars ætlar í
tingsetuni.
Niðanfyri hyggja vit at
tí
sonevnda
løglistanum
og ganga í gjøgnum nøkur
av málunum, sum einstøku
aðalráðini arbeiða við.
Revislógin á
føroyskum
Tað er ikki beinleiðis nýtt, tí
arbeiðið er í gongd at gera
revsilógina føroyska og dag
føra hana.
Hetta er eitt drúgvt mál at
fáast við, tí vit hava ikki áður
havt eina føroyska revsilóg.
Umframt at hon skal skriv
ast á føroyskum, so skal lóg
in eisini dagførast, so hon
hóskar saman við donsku
revsilógini, sum er dagførd
mangar ferðir, tá ið okkara
ikki er dagførd.
Eisini
rættargangslógin
er afturútsigld í mun til ta
donsku.
Talan er ikki einans um
smávegis
frábrigdi,
men
um
sera
umfatandi
og
prinsipiellar munir á lóg
gávunum. Fleiri enn 200
lógarbroytingar eru gjørdar
í donsku rættargangslógini,
sum ikki eru settar í gildi fyri
Føroyar.
Flestu av hesum lógar
broytingum
eru
grund
aðar á nýggja tøkni, eina
fjølbroyting
av
rættar
støðuni, eina betring av
rættartrygdini og at geva
almenninginum betri innlit
í arbeiðið hjá dómstólunum
Ein nýggj lóg um persóns
upplýsingar er samtykt í ES.
Føroyar noyðast tí eisini at
broyta somu lóg, tí vit eru
í ES góðkendt sum trygt
triðja land. Sama lóg sum
í ES, er galdandi í flestu
norðurlondum.
Umsitingarætlan
til fiskivinnuna
Nýggja lógin um fyrisiting av
sjófeingi kom í gildi á nyggj
árinum, men enn eru fleiri
lutir, sum ikki eru farnir at
virka enn.
Fiskimálaráðið
arbeiðir
í løtuni við einum uppskoti
til eina umsitingarætlan og
veiðireglum.
Uppskotið, sum fer at
áseta karmar og manna
gongd fyri mest loyvdu
veiðu eftir botnfiski og áset
ing av fiskidagatali í før
oyskum sjógvi, verður latið
Løgtinginum seinni í ár
Tá ið fiskidagar verða
nevndir, so er tað bert fyri
smáu bátarnar, tí alt annað
verður fyriskipað við kvot
um, sambært nýggju lógini.
Eitt annað, sum heldur
ikki er gjørt og ikki samtykt
í tinginum, er veiðugjaldið.
Hugsjónin
aftan
fyri
veiðigjaldið er, at gjaldið
beinleiðis fylgir tí fíggjarligu
gongdini í vinnuni.
Ein skatting av tilfeingis
rentuni er eitt gjald av eyka
stórum vinningi og kann ikki
samanberast við vanligan
partafelagsskatt ella verandi
skipan um veiðigjald, ið
byggir á eitt fast gjald fyri
hvørt veitt kilo, sigur fiski
málaráðið.
Fiskiálaráðið vísir á, at
vit eru í gongd við at byggja
eitt nýtt havrannsóknaskip.
Skrokkurin verður bygdur í
Turklandi og so sleipaður til
Føroyar, har Mest ger restina
á skipasmiðjuni á Skála.
Skrokkurin kemujrs til
landið næsta summar og
skipið skal vera liðugt í 2020.
Landbúnaður
hoyrir
eisini undir fiskimálaráðið. Í
heyst verður aðalorðaskifti á
tingi um landbúnað og fyri
reikingarnar til eitt álit eru í
gongd í ráðnum.
Ein milljard leyp av
Síðani hendan samgongan
tók við er avlop aftur komið
á fíggjarlógina.
Búskaparliga gongdin er
vend,
marknaðarprísirnir
fyri
fisk
og
laks
hava
verið góðir og fólk venda
heimaftur til Føroyar.
Í 2016,2017 og 2018 er av
lopið á fíggjarlógini meira
enn ein milljard krónur.
Fíggjarlógin
fyri
2019
skal leggjast fyri Løgtingið
áðrenn 1. oktober 2018, og
hon verður smíðað sambært
játtanarkørmunum fyri 2019,
ið vórðu samtyktir á Løgtingi
í vár.
Málið er, at úrslitið verður
400 mió. kr. í fíggjarlógini
fyri 2019, ið skal grundast
á varligan og skynsaman
fíggjarpolitikk.
Hetta tí, at landsstýrið
og samgongan meta, tað er
alneyðugt við munandi av
lopum í góðum tíðum til tess
at rinda aftur skuld og at
bjálva føroyska búskapin til
verri tíðir. Soleiðis kunnu vit
fáa ein meira sjálvberandi og
sjálvbjargnan búskap.
Eitt amboð, sum er komið
afturat stýra búskapinum
við, er Búskapargrunnurin.
Hann hevur fyrst og fremst
til endamáls at avmarka
sveiggini
í
búskpainum.
Fíggjarmálaráðið sigur, at
verður 2018 roknað uppí,
so verður mett, at einar 450
milljónir krónur standa í Bú
skapargrunninum.
Boðað verður frá, at í hesi
tingsetuni verða ávísar dag
føringar av lógini um Bú
skapargrunnin algdar fyri
tingið.
Eitt annað, sum stendur
fyri framman er at talgilda
Føroyar. Arbeiðið er í gongd
og skal eftir ætlan era
alt samskifti millum tað
almenna og vinnu og borgar
ar lættari og skjótari.
Hetta ætlar samgongan
at fremja í tingsetuni
Aðalráðini hava nógv mál, sum ætlanin er at fremja ella fara undir í tingsetuni, sum júst er byrjað
Við løgmansrøðuni fylgir ein listi um, hvat samgongan ætlar sær at gera í hesi tingsetuni