Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-07-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. juli 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Bozena Rasmussen Vísandi til svar frá Løgtingsins Umboðskvinnu uppá kæru viðv. mismuni í útgjaldinum frá AMEG ”Sam­haldsfasta”, síðan 2009, venda vit okkum við hesum til fíggjar­ nevnd løgtingsins. Vit eru fleiri, ið vóru fyri mis­ muni við lógarbroytingini av AMEG í 2009, tá krav varð sett í lógina um, at ein skuldi hava búð í Føroyum í 40 ár fyri at lúka treytirnar at fáa fult gjald frá AMEG. Henda lógarbroyting í løg­ tingslóg nr. 36 frá 28. apríl 2009 um ”Samhaldsfasta” hevði við sær at fólk sum høvdu havt fastan bústað í Føroyum og høvdu gold­ ið inn til ”Samhaldsfasta” síðan byrja varð at gjalda inn til ”Sam­ halds­fasta” í 1991, ikki longur høvdu rætt til at fáa fult útgjald frá ”Samhaldsfasta”. - Verður júst framlagda lógaruppskot nr. 70/2017 um broyting av lóg um AMEG samtykt í verandi líki, fara hesir persónar, ið hava verið fyri mis­muni síðan 2009, einans at fáa fult útgjald frá AMEG, at rokna frá 1. juli 2018 og framyvir /men ikki við aftur­virkandi kraft/. Fíggjarmálaráðið hevur viður­ kent, at ein feilur ótilvitað kom inn í lógina um AMEG í 2009. Feilurin hevði við sær, at tey ið hava goldið inn til ”Samhaldsfasta” síðan byrj­an (t.v.s. síðan 7. mei 1991), tá tað í lóg um AMEG varð samtykt, at ávíst %-gjald skuldi gjaldast inn í grunn­ in. Við lógarbroytingini í 2009 varð forsømt, at tryggja at tey sum høvdu búð í Føroyum og sum hava rindað inn til AMEG frá byrjan skuldu hava rætt til fult útgjald frá ”Sam­haldsfasta”, hetta hóast tey ikki høvdu búð í Føroyum í 40 ár. Mismunurin sum kom í í sam­ bandi við feilin í løgtingslóg um AMEG nr. 36 frá 28. apríl 2009 hevur havt við sær at uml. 200 - 300 per­ són­ar, sum hava búð í Føroyum síðan byrja varð at gjalda inn til AMEG í mei 1991, einans hava fingið eitt skert útgjald frá AMEG. Vit, ið eru rakt, av hesum lógar­ feili í løgtingslóg nr. 36 frá 28. apríl 2009 um ”Samhaldsfasta”, fara tí við hesum at heita á Fíggjarnevndina at stuðla okkum soleiðis, at vit fáa fult útgjald frá ”Samhaldsfasta” við afturvirkandi kraft, at rokna frá apríl mánaða 2009. Ásett kann verða at eftirgjaldið frá AMEG einans verður útgoldið sambært um­sókn og skjalprógv. – At greiða nærri frá málinum møta vit fegin til fundar saman við Fíggjanevndini. Vit loyva okkum við hesum at heita á Fíggjarnevndina at koma við lógarbroyting í løg­tings­mál nr. 70/2017: uppskot til løgtingslóg um broyting um arbeiðs­mark­naðar­ eftir­lønargrunn soleiðis, at tað eftir § 3, verður sett nýtt stk. 4, ið ljóðar: ”hevur havt fastan bústað í Føroyum, síðan løgtingslóg um arbeiðs­marknaðareftirlønargrunn varð sett í gildi við løgtingslóg nr. 39 frá 7. mei 1991. Eftirgjaldið frá AMEG verður tó einans útgoldið sam­bært umsókn og skjalprógv. Hetta soleiðis at teir føroy­ing­ar­ nir, ið hava verið fyri mismuni síðan 2009, fáa júst somu rættindi til fult út­gjald frá ”Samhaldsfasta”, sum allir aðdrir aðdrir fólkapensjónistar í Føroyum. Fylgjandi bræv bleiv avleverað til Fíggjarnevndina og Løgtingið i maj 2018. Svarið er útiblivið. Tann nýggja pensjónslógin rætt­ar mismúnin á tann hátt, at øll fram­yvir fáa fult útgjald úr AMEG. Men tey, sum vóru fyri mismún síðan 2009, eru í sami stað sum fyr. Har manglar nakað, sum kundi skapa javnvág soleiðis, at vit (200- 300 personar) ikki blivu “forskels­ behandlaðir”. AMEG grunnurin er væl fyri, og her er ongin orsøk at avvísa fólkið, sum hava gjoldið inn síðan 1991. Nú tá, íð pensjónslógin er við­ tikin, er upp á sítt pláss at gera rokn­skapin upp, so at ongir leysir leysar endar eru! Vegna fólkið, sum er “forskelsbehandlað” Viðv. Broyting av løgtingslóg um arbeiðs­marknaðareftirlønargrunnin Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Løgtingslimur Vit hava nú seinastu tíðina verið vitnið til fyrstu   av­ leið­ing­arnar av fiski­vinnu­ ný­skipanini hjá reyðu sam­ gonguni.  25 mans hava mist ein góðan kjans við Sjúrðar­ berg. Fleiri av hesum hava júst sett búgv. Her tosa vit ikki bara um 25 mans, men um heilar familjur, kanska uml. 100 fólk, sum merkja avleiðingarnar av politikki­ num hjá sam­gongu­ni. Undarligt at hugsa sær, at JFK, sum hevur keypt kvotur dýrt fyri at reka vinnu, nú skal missa tað sum felagið   hevur keypt. Samgongan tekur frá honum til at deila út til onnur økir í landinum, sum menningarkvotur. Ein nevnd skal meta,  hvar hes­ in fiskurin gera størri gagn enn hjá JFK. Tað verður lagnunnar spei­semi, um nú   somu kvot­ur verða latnar ókeypis aftur til somu støð, sum JFK   keypti tær frá. Sum fleiri ferðir er nevnt, so eru tað tey, sum hava ríkað seg upp við at selja, og nú skulu hesi økir fáa somu kvot­ur aftur, ókeypis. Um JFK  kemur at tørva rá­vøru, so skal felagið út at keypa eina­ferð aftrat á upp­boðs­ sølu. Aðrir reiðarar hugsa um, hvussu teir sum fræg­ast kunnu sleppa sær av við skipið og sleppa úr fiski­ vinnu­ni snikkaleysir. Nei við hesi samgonguni eru útlitini døpur hjá fiski­ vinnuni í Føroyum. Veljarar   í høvuðs­stað­ num stóra ábyrgd. Til komandi val satsar sam­gongan, sum náttúrligt er, allarhelst  uppá at vinna valið í høvuðsstaðnum. So er slottið næstan vunnið. Har­til er   Suðoroyggin ein tryggur javnaðarskansi. Hetta hóast tað er politikk­ urin hjá undanfarnu borg­ ar­ligu samgonguni, sum nú skapar karmar fyri fram­ burði har. Írestandi procentini í reinan  meiriluta, ætlar sam­ gongan allarhelst  at fáa til høldar við politisku útlutani av menningarkvotum. Um herferðin hjá blóð­ reyðu sam­gongu móti fiskivinnu­ni skal steðg­ ast,   so mugu veljarar í høvuðs­stað­num vera við til at geva sitandi samgongu dura­fjórð­ingin. Tað verður bara ein spurn­ingur um tíð inn­til verk­irnir eisini fara at merkja høvuðsstaðin. Sirið Stenberg Ólavsøkudagur er hátíðardagur. Men í ár hevur dagurin eisini annan týdn­ing. Tað er nevni­liga yvir­tøkudagur fyri familju­ rættar­liga økið, sum nú endaliga kemur á føroyskar hendur. Tí er ólavsøkan í ár eisni søgulig og kemur at standa sum dagurin, tá ið føroyska samfelagið tók á seg ábyrgd av stórum og týdn­ingarmiklum málsøki. Vit fingu felt í sam­gongu­ skjalið at fáa persóns-, hús­ fólka- og arvarættin yvir­ tikan. Arbeiðið byrjaði tíð­liga í samgonguskeiðnum og hevur gingið ómetaliga væl. Nú er komið á mál, og frá ólavsøkudegi er máls­økið flutt frá donsk­um myndug­ leikum í Ríkisum­boð­ num til føroysku Familju­ fyrisitingina. Hetta er størsta mál í sjálv­stýrisleið í áravís og ein varði. Eg ivist onga løtu í, at hetta verður til frama og menn­ing fyri samfelagið alt. Við yvirtøkuni hava vit tikið ræðið á fleiri týdn­ingar­ miklum málsøkjum, sum røkka heilt inn í føroysku heim­ini. Frá nú verður tað Før­oya løgting, sum hevur rætt at lóggeva á hesum økj­ um, og føroyingar eru ikki longur bundnir av einans at kunna fremja tær broyt­ ingar, sum Fólkatingið hevur sam­tykt. Hetta merkir, at fram­yvir hava vit sjálvi ræði á lóg­gávu í sambandi við foreldramyndugleika og sam­veru. Vit hava ræði á hjúna­bands og hjúna­skilnað­ ar­lóggávu. Á ættleiðingar­ lóg­gávu. Ræði á lóggávu í sambandi við, at fólk blíva burtur og á arvarættinum. Ræði á verjumálum umframt fosturtøkulóggávuni o.ø. Hetta er eitt stórt og týð­ andi øki. Við yvirtøkuni fingu vit eisini nýggja føroyska lóg­gávu um ættleiðing. Restin av økinum er óbroytt enn. Men vit vita, at tørvur er á bæði dagføringum um­ framt nýggjari lóggávu á fleiri økjum. Millum annað tørvar okkum nýggja lóg um foreldramynduleika. Het­ta er eitt stórt arbeiði, sum krevur nógv, soleiðis at vit tryggja rættindini hjá børnunum. Eisini hevur kjak tikið seg upp í sambandi við fostur­tøkulógina. Við yvirtøkuni taka vit ábyrgd. Tað er tað, politikkur snýr seg um. At taka ábyrgd av landi og fólki. Og hendan ábyrgd fer at menna okkum sum samfelag. Framyvir vera tað vit, sum skulu taka støðu á øllum hesum málsøkjum. Tí vænti eg mær eisini drúgt samfelagskjak um hesi við­ kvomi evni. Nú er ábygdin og støðutakanin okkara. Nú kunnu vit ikki renna undan og vísa til, at hetta hava vit onga meining um, tí at hetta er danskt málsøki. Og júst tað kemur at búgva okkum sum samfelag. Við ábyrgdini búgvast vit, og vitið hvessist. Tað er ein sera góð kensla, nú vit loksins eru komin hartil, at økið er yvirtikið, og Familju­fyrisitingin letur upp. Tað kennist rætt, at tað nú eru føroyskir myndugleikar, sum vara av, tí onkursvegna kendist tað ikki rætt, at fólkið í Føroyum, í so við­ kvomum og persónligum mál­um í veruleikaum skuldi venda sær til myndugleikan í einum øðrum landi fyri at fáa hjálp. Eg eri púra vís í, at fólk hava fingið góða hjálp, tað er ikki tað, tað snýr seg um. Men tað snyr seg um, at vit sum land sjálvi taka ábyrgd og skipa okkum eftir egn­um ynskjum og tørvi. Tað er ongin ivi um, at vit nú í komandi tíðum fara at viðgera ymsar tættir av yvir­tikna málsøkinum. Sjálv meti eg tørvin á nýggjari lóg um foreldramyndugleika sum tað týdningarmesta at fáa fyrst á skrá. Vit hava sera góð fólk at lyfta uppgávuna, so eg gleði meg at fylgja arbeiðinum. Eg fegnist um, at tað eydn­ aðist at fáa málið samtykt á løgtingi og ivist onga løtu í, at søgan kemur at vísa, at tað var rætta avgerðin. Fyrstu verkirnir Familjurættarliga økið nú á føroyskum hondum