týsdagur 31. juli 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. august 2018 · Nr. 87
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
So kom árið og løtan eisini til
Róland, táið arbeiðissaðilin skal
skiftast út við saðil eftirlønar
manna.
Men tað ger minni, tí tað er
framvegis ogn í Rólandi. Hann er
og verður ein originalur. Jaligur og
tolin. Kennist nærum óbroytiligur
- og hetta heilt frá ungum av. Hann
lýðir á, hugsar og kemur við sínari
viðmerking – sum oftast brosandi –
og tá kann hann fara bæði víðan og
djúpan við....
Yndis áhugamál hansara eru
átrúni og franskt – og fronsk viður
skifti yvirhøvur. Hesi fakini sum
hann leyk prógv í sum cand. mag.
við Aarhus Universitet - umframt
tað eina árið at stunda nám við
fakultet í Oslo. Hetta hevur eisini
sermerkt hann fyri lívið. Eins og
hansara djúpi ansur og tokki til
ta ómetaligu bókina við svartari
permu,
sum
ofta
í
vanligum
vankunnleika verður snerkt at í
studentikosum og akademiskum
luftløgum, har ið Róland hevur havt
sína virkisleið.
Men hetta nervar ikki Róland.
Átøkur navnframa navna sínum
- í herjaði á móti heidningum við
Dýrindali í Runsivali - men tó heldur
friðarligari av lyndi enn hin fyrri (!).
Jú, hann er frankofilur eisini
- í rúmari merking. Og sum vit av
og á – og helst alt ov sjáldan – hava
hoyrt hann greina og greiða frá
um fronsk viðurskifti í fjølmiðlum
landsins. Altíð væl fyrireikaður og
áhugaverdur. Ein rættiligur undir
vísari. Soleiðis at eisini tey, sum
ikki júst hava hansara lívsáskoðan
um mangt og hvat, tó geva honum
góð viðmæli.
Næmingar, ið fyrr gingu á VBV
og í Hoydølum, og sum heimanífrá
høvdu eina kristiliga lívsáskoðan
í viðføri, kendu seg ikki sørt at
merkja eina fýlandi, happandi og
svalliga øksl í løtum. Tí tað hendi.
Tá kendist teimum ungu tað
fjálgt, at Róland kom har í starv sum
dugnaligur lærari - uttan háva - við
síni vinaligu medferð. Tí alt varnast
tey ungu, sum ofta í teim sáru
árunum – moyr og júst komin frá
mammu síni – er befongd við heldur
djúpa virðing fyri teim “so vitandi
vaksnu”, sum myndug kundu gjara
út við framtíðar karakterum frá 13
ella 03.
Róland hevur eisini kent til mót
burð. Hann og yngri bróðirin Sámal
mistu sum blaðungir móður sína
Ragnhild - 32 ára gomul. Róland var
bara átta ár. Pápin Poul í Skorini av
Eiði giftist seinni aftur við Mariu,
og tey fingu dóttrina Ragnhild.
Róland giftist við Elsu Absalonsen
úr Klaksvík, og tey eiga børnini:
Pól, Stefan, Heina og Mariu. Ein góð
familja.
Millum hansara mongu mennisk
ja-relateraðu
áhugamál
eru
tað
serliga legurnar í Zarepta fyri teimum
ið bera brek, sum hava havt hansara
stóra áhuga. Ár um ár.
Haldi eitt nú at menn sum
Andrew W. Sloan, Petur W. Háberg
og Jógvan Skýlindal (sum eftir
strævnan arbeiðsdag lærdi seg
grikskt hjá Niels Ladegaard Peder
sen, studentaskúlalærara, ið var
serkønur í grikskum og latíni) hava
havt sína ávirkan á Róland.
Róland hevur góðar gávur sum
talari. Næmingar um alt landið
kenna hansara sakligu frálæru
um mál og lívsáskoðan. Og hann
dugir at taka skemtilig dømi, sum
kann fáa áhoyraran at “vakna”.
Sum nú einaferð í summar, táið
hann legði fram - og úr hondum -
ta nágreiniligu fronsku/føroysku
orðabókina eitt Sprota-kvøldið í
Reinsaríinum.
Tá legði hann fyri nakað soleiðis:
Lítli fimmára gamli abbasonurin helt
fyri við mammu sína í dag: Ja, nú er
abbi endiliga liðugur við at skriva
Bíbliuna lidna!. Og Róland skoytti
uppí – jú, orðabókin hevur tikið sína
tíð – men tó ikki tey 1600 árini (!).
Og nú hevur Róland havt sín
seinasta dag í føstum starvi. Og
vit fara við hesum hiðani at ynskja
honum blíðan byr og til lukku við
teim náddu sjeyti árunum og takka
fyri manga uppbyggiliga og hug
farsliga løtu í farnum árum.
Arnstein Niclasen
Tað sæst ikki á honum, so lættur
og fattur og arbeiðssamur hann er,
men tað er ein veruleiki. Sunnu
dagin fimta august røkkur Róland
í Skorini í Havn teimum sjeyti ella
dustsins árum.
Undan summarsteðginum beyð
hann arbeiðsplássinum í Hoydøl
um í meiri enn fjøruti ár farvæl, men
styrkin og áræðið eru góð og stór, og
Róland er framvegis virkin og ber
ábyrgd á so mongum økjum.
Vøggan stóð í C. Pløjensgøtu
í Havn. Í íbúð í kjallaranum hjá
mammubeiggjanum Peturi í Gong.
Hetta var fyrsta heimið hjá for
eldrunum Ragnhild og Poul í Skor
ini.
Pápin var av Eiði. Poul var sonur
Onnu Elisabeth, sum var úr Leyn
um, og Rasmus í Skorini, sum fórst
við Tór 2 í 1942.
Mamman vaks upp í Tvørgøtu
og undir krígnum á trøðni úti á
Heygnum Mikla. Omman, Elsbeth
Malena, var ættað úr Svínoy, dóttir
Mariu oman av Fløtti og Garða
Petur, sum var av Húsum. Abbin,
Sámal, var havnarmaður. Ættin í
Havn stavar úr Gongini. Langabbin,
Jens, var útróðrarmaður og fórst
blaðungur. Lena sat einkja, sum
stríddist fyri at halda hungurin frá
durunum. Tey í Gong vóru grannar
við tey í Áarstovu – tað vóru bara
nakrir favnar millum húsini – og
Hans Andreas Djurhuus hevur
Lenu við í einari av sínum beinraknu
lýsingum – Í mánalýsi:
Her búði Lena, friðarlig og góð;
hon manga stund á seiðabergi stóð,
tá kvøldarroðin yvir vágin brann,
og áin sum í bræddum gulli rann.
Minnið um Lenu og hennara ágrýtni
við tráðuni fyri at fáa í pottin sær
og sínum til mettuna livir enn í
Havn. Á leið har sum Betri nú hevur
høvuðssæti er Lenustólur. Hans
Andreas mundi eygleiða Lenu, sum
hon so friðarlig og áhaldandi gekk úr
Gongini og út í Lenustólin at syfta
og heimaftur.
Róland var fýra ára gamal, tá ið
yngri beiggin, Sámal, varð føddur.
Poul bygdi hús við Dalavegin, men
stutt eftir at tey vóru flutt inn holvdi
sorgin yvir tey. Ragnhild var plágað
av herviligari nýrasjúku. Hon átti í
oktober 1956 triðja sonin, sum bara
livdi í nakrar tímar, og 2. juni í 1957
doyði Ragnhild frá manni og tveimum
smádreingjum.
Róland var tá nógv hjá ommuni
í Havn og mostrini Miu, sum var
gift Heina Svarthamar, og Sámal
fór norður til Eiðis við ommuni, og
har var hann langt skifti. Seinni bú
settist Sámal á Eiði.
Tað vóru vánaligar tíðir í fimmti
árunum. Poul, sum var hegnis
maður, lærdi eftir kríggið jarnsmíð
á Skipasmiðjuni. Hann kendi til at
vera arbeiðsleysur, men fekk so
starv í Smæruni, har hann var øll
síni bestu ár. Saman við Mouritsi
Rubeksen seldi og umvældi hann
møblar.
Í 1959 giftist Poul Miu á Dul, og í
1965 fingu tey dóttrina Ragnhild.
Róland fór í fyrsta flokk í gamla
kommunuskúlanum
á
Vaglin
um. Í 1956 varð flutt í nýggja gula
kommunuskúlan, og eftir níggju
ára skúlagongd fór Róland – saman
við klassafelagnum Óla Breckmann
– væl stuðlaður av pápanum úr
fjórða millum og á nýmálsliga deild
í Hoydølum.
Eftir lokið studentsprógv var
Róland vikarur á Frúðutrøð, áðrenn
hann fór til Aarhus at lesa religión
og franskt. Hann las eitt skifti í Oslo,
og kom eftir lokið prógv í Aarhus
aftur til Føroya í 1976. Serritgerð
skrivaði hann um gudfrøðingin Karl
Barth og rúgvismiklu og fjøltáttaðu
avrik hansara. Serligan áhuga hevur
Róland eisini havt fyri eitt nú Die
trich Bonhoeffer, sum hann hevur
greitt frá um í útvarpinum.
Róland hevur altíð verið við
til at gjørt mun, har hann hevur
verið. Hann vaks upp í Ebenezer
undir kønu leiðslu Andrew Sloan.
Lestrarárini
var
hann
saman
við øðrum føroyingum virkin í
Kristent Fælleskab í Aarhus. Hann
mundi vera fyrsti føroyingur yvir
høvur, sum stutt skifti var við OM
missiónsfelagsskapinum, og hann
var virkin í studentafelagsskapinum
Navigatørerne.
Áðrenn tey fluttu aftur til Før
oya, giftist Róland Elsu Absalon
sen úr Klaksvík. Tey eiga fýra børn
– Poul, Stefan, Heini og Maria – og
nú er abbin nógv upptikin av næsta
ættarliðnum.
Róland er tiltikin undirvísari og
lestrarvegleiðari. Tað er skoðsmál
ið hann fær frá næmingunum, og
hann hevur verið góður og kveikj
andi starvsfelagi.
Ein av avbjóðingunum hevur
verið tilfar at hjálpa næmingum at
flyta úr føroyskum og í franskt og
hinvegin. Fyri nøkrum árum síðani
fór Róland undir miðvíst arbeiði at
fáa tað til vega, og tað var hugaligt
tíðliga í vár at vera vitni til, tá ið
hann eldhugaður og saman við
kveikjaranum Jonhardi Mikkelsen
og Sprotanum legði úrslitið fram
– orðabók við aðalmáli at tæna
føroyingum sum læra franskt.
Í útvarpinum hava vit hoyrt,
hvussu stórt innlit Róland hevur
í fronsk samfelagsviðurskifti og
politiska spælið.
Í sambandi við, at tað varð sam
tykt at halda serligan Holocaust dag,
var Róland á vitjan í Theresienstadt
týningarleguni, og tá lutaði hann
við okkum ræðuleikarnar, sum
gýðingarnir vóru útfyri, og tað varð
reflekterað yvir, hvat tað var og er,
sum kann fáa menniskja at bera seg
soleiðis at, sum týskararnir gjørdu
við jødarnar í tríati árunum og undir
krígnum.
Tað
er
ein
sjálvfylgja,
at
myndugleikarnir valdu Róland í
siðsemisnevndina, og í tí sambandi
hevur hann ofta verið at hoyra, tá ið
stórir og torgreiddir spurningar um
lívsins djúpastu viðurskifti hava
verið umrøddir.
Longu tá ið børnini komu og
húsini vórðu bygd – fyrst á Tórgarði
og síðani í Hanusargøtu – vóru
Elsa og Róland virkin í Ebenezer,
og tað hava tey verið síðani. Fyrstu
árini var tað serliga ungdómurin
og tey lesandi, sum vóru í fokus.
So við og við varð tænastan meiri
víðfevnd. Saman við eitt nú Osvaldi
Kjærbo, Rodmundi í Liða og Jukim
Olsen, sum nú allir eru farnir, tók
Róland við ábyrgd, og hann tænir
framvegis – saman við øðrum – við
góðum huga, um tað so er í væl
fyrireikaðum og hjartaligum talum,
samtalum ella umsorgan á annan
hátt og bæði í gleði og sorg.
At vera útbúgvin gudfrøðingur
frá lærdum háskúla og samstundis
partur av samkomu, sum í síni
tíð varð skipað sum leikmanna
rørsla, hevur ivaleyst havt sínar
avbjóðingar. Annað er grundað á
skriftirnar og andaliga sannføring
og hitt á ástøði í universitetsverðini.
Um viljin er til tað, so kann tað vera
so skjótt, at funnið verður fram til
onkran disharmoni millum hesar
báðar verðirnar.
Róland hevur so mangan mint
á, at íblásturin til lærdóm, gransk
ing og universitet stavar frá kristi
liga felagsskapinum, sum kendi
ábyrgd fyri og fór undir alt tað,
sum nú er nátúrligur partur av væl
ferðarsamfelagnum – útbúgving,
heilsurøkt og almennaverk.
Framúr trúfesti hevur Róland
eisini víst í øðrum pørtum av
samkomulívinum. Hann hevur í
meiri enn tríati ár staðið fyri at sam
skifta Bønarløtuna hjá KBS, sum ber
tíðindi og bønarevni frá trúboðum
og til einstaklingar og samkomur.
ST lýsti 1981 at vera árið hjá teim
um, ið bera brek. Róland loftaði
saman við øðrum hugskotið at
skipa fyri serligari legu í Zarepta,
har hann í mong ár hevur verið
og er nevndarlimur, og soleiðis
hevur verið á hvørjum ári síðani
tá. Ættarlið eru komin og farin,
og Róland er framvegis ein av
fyriskiparunum.
Fríðrikur próstur yrkti:
Gev teimum Tróndar skarpa vit,
men Sigmunds bjarta hjartalit!
Hetta hóskar so væl 70 ára
føðingardagsbarninum.
Góði skyldmaður. Takk fyri vinalag,
samstarv, fyridømi og íblástur,
sum tú hevur verið og ert hjá so
mongum og hjartaliga til lukku við
føðingardegnum.
Jóannes Hansen
Føðingardagurin verður hildin
sunnudagin 5. august frá klokkan
13 í Østrøm, har øll eru hjartaliga
vælkomin.
Róland í Skorini 70 ár
– tann 5. august 2018
Róland røkkur dustsins árum